var eitt stýri, sum kallaði tey sum funnust at fyri ?ótýsk?. Uttan at gera fleiri samanberingar har, vildi eg ynskt at tað at kalla tey sum ein er ósamdur við fyri ?óføroysk? var ?óføroyskt?. Annars var [...] til og nu brennir bjartari enn nakrantíð. Við vanda fyri at gera Jógvani órætt um so er at hann ikki er rætt endurgivin, má eg siga at har er okkurt sum fær meg at ivast í hvussu bjørt glæman er hjá Jógvani [...] annar. Víðari verður Jógvan við Keldu endurgivin fyri at siga at um hatta var fólki sum vit skulu taka sjálvstýrið við, so er soðið tunt í fullveldisgrýtuni. Jógvan man vita at Unga Tjóðveldið man vera naka
Tú kemur at lesa nakrar setningar, sum ikki eru so deiligir at lesa, teir virka møguliga áloypandi fyri teg. Men eg havi upplivað so nógv saman við Jesusi, at eg eri sannførdur um, at Hann er Tann, Hann [...] ikki Satan at trýsta ein múr upp millum teg og Jesus, ver tú sigrandi og brót stoltleikan, ger ímóti tínum vilja, eg eri sannførdur um, at tú fer ikki at angra tað. Hettar er sannleiki sum eg havi skrivað [...] Hann sigur Seg vera, og eg eri eitt livandi vitni uppá, at Jesus livir enn í dag. Alt sum eg úttali meg um í hesum skrivi er av kærleika. Tú sum lesur hettar, tú skalt vita tað, at tú ikki ert miseydnaður
krevjandi fyri lesaran at fylgja við í gongdini. Øll vita, at tað gongur bara ein veg við Elsu, og høvundin megnar við hendingum, samskifti og tankum at lýsa neyðstøðuna hjá Elsu og Janus: »Eg sprakk á føtur og [...] Janus og Elsu. Tey búgva í íbúð í Havn, og júst sum vit koma inn í søguna, er Elsa farin at bera seg øðrvísi og undarliga at. Tað gerst greitt, at hon hevur ein illkynjaðan knykil í heilanum, og heilsustøðan [...] eftir at Elsa er farin. Drykkjuskapur, einsemi og líkasæla merkja gerandisdagin, men í havsbrúnni lættir dimmið varisliga. Kann Janus fóta sær aftur, finna innihald í lívinum og koma í gongd við at skriva
hava. Vanligt er at enda musikstevnukonsertirnar við einum felagslagi. hesaferð var tað ein sonevnd »Tvøroyrarpotpourri« við løgunum »Eitt fótbóltslið sum TB - Eg hitti fólk, sum siga, at eg droymi - Í summarskrúð [...] Tvøroyrar Hornorkestur skuldi skipa fyri stevnuni á Tvøroyri, men tað varð broytt soleiðis, at talan gjørdist um eitt felagstiltak á Oyrarbakka ístaðin. Vanligt er, at orkestrini skiftast um at skipa fyri stevnuni [...] høvdu skipað fyri, í vaksið, so at siga. Tað var rætt og slætt ómøguligt at flyta fólk og útgerð um Suðuroyarfjørð við Claymore. Og tað siga suðringar fyri púra vist, at hetta verður ikki aftur. »NO MORE«
førdu tað út í lívið. Hon sigur okkum frá umvending Paulusar ápostul, og hvussu hann virkaði. Hon er tí ein áhugaverd bók at lesa og meir enn tað, hon er lærurík. Eg fari við Guds hjálp at skriva nakrar hu [...] Lukasevangeliið, og skal eg endurgeva tey fyrstu versini har, tey vísa hvussu álítandi tað er, sum hann skrivar, tað er fult álítandi: Við tað at mangir hava tikið sær fyri at seta saman frásøgn um tað [...] sagt fyri okkum - so havi eisini eg, eftir at eg gjølla havi rannsakað alt av fyrstu tíð, sett mær fyri at skriva tær tað niður, hvørt eftir annað, hávirdi Teofilus, fyri at tú kanst sanna, hvussu álítandi
varugt við, at her búði svik undir. Hart og hvast er hetta. Sker seg gjøgnum kjálkan, so tað verður ein ræðuligur sviði, sum ikki er til at sleppa av aftur við, hóast rykt verður í. Svomið verður við nógvari [...] vatnskorpuna gera heldur ongan mun. Svimur við fullari ferð sama veg, sum hetta nú hálar. Men alt ger tað sama, og at enda er bert at fylgja við. Mátturin minkar, og at enda fellur tað á liðina og verður drigið [...] friðarligt svimur fram við landi í leitan síni eftir einum og hvørjum etandi. Hetta er helst ein og hvør smáfiskur, ið flýggjar, og so er best at bera skjótt at. Tað ger eitt hirs. Slær við sterka sporlinum
onkunstaðni og bíði so til at hann skal koma undan aftur, eingin maður, tá grunaði eg, at okkurt var galið og gekk so oman til har eg síðst hevði sæð hann, tá eg kom hartil, hoyrdi eg rópini frá honum, hann [...] gekk niðast, á sløttum, eg gekk nakað ovaligari og Jógvan Elias ovastur, tað var ringt at ganga, tí kavin var so stórur. Við eitt, so síggji eg ikki Andrias, eg haldi so, at hann er í farin afturundur [...] Lea og hjá tykkum, Nicolinu, Lias og Tórur við makum og abbabørnunum og tað er við stórari samkenslu, at eg sigi takk fyri, at vit hava havt tað gleði at kent Andrias pápabeiggja, hann verður ongantíð
, uttan at tað nervar undirvísingina, soleiðis, sum hon er nú. Signar og Karsten mugu semjast Bjarni Djurholm sigur, at tað er harmiligt, at ósemjan um viðurskiftini í skúlanum skuldi enda við arbeiðssteðgi [...] eisini endamálið, at tann nýggja lógin skuldi setast í verk í stigum yvir eitt longri áramál. Bjarni Djurholm sigur, at eftir hesi nýggju lógini ber tað eisini væl til at fáa skúlan at kosta 50 ella 100 [...] ? Tá ið nýggja fólkaskúlalógin varð sett í verk fyri trimum árum síðani, fingu vit at vita, at hon fór bara at kosta átta milliónir meiri enn tann gamla lógin. Hetta sigur Bjarni Djurholm, politikari og
tað sama, og so endar tað við, at tað verður undirskot á fíggjarlógini! ? Er hann veruliga so bláoygdur, at hann trýr, at feløgini lata sær linda við 2,3,4 ella 5% aftaná, at løgtingið hevur kravt og fingið [...] hevur nú við sær, at landsins størsta fakfelag, Føroya Arbeiðarafelag fer í samhugaarbeiðssteðgur. Ingeborg Vinther, formaður í FA segði við Sosialin seinnapartin í gjár, at tiltøk teirra fóru at verða lýst [...] treisknan. Men kunnu vit so ikki rokna við, at løgtingið leggur uppí? ? Eg vil síggja teir løgtingsmenn, sum hava fingið sær sjálvum eina lønarhækking uppá 60%, sum tora at atkvøða fyri einum uppskoti, sum liggur
man siga, at Kaj Leo ger – tí lyndið er sum altíð positivt, og hann sær hvørja løtu sum eina gávu. – Eg eri uppvandur við at vera takksamur við tað eg havi og gera mítt besta, og tað geri eg. Tað eru [...] ynski eg ikki fyri nakran – Hevði onkur fyri trimum árum síðani sagt mær, at eg skuldi nærkast einum rullistóli, so veit eg, hvat eg hevði sagt tá, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, sum stríðist við at [...] pínu. Men eg gangi ólmindiliga illa. Eg havi tað, man kann kalla skerdan førleika. Tað kalla tey fakkønu tað í øllum førum, sigur Kaj Leo. Tað hevur við sær, at hann stríðist við at standa uppreistur