Musikstevna á Oyrarbakka

Árliga musikstevnan varð í ár hildin á Oyrarbakka, hóast ætlanin var, at hon skuldi vera á Tvøroyri. Men ferðamøguleikarnir til Suðuroyar oyðiløgdu hetta

Sum vanligt hevur verið í 35 ár, varð musikstevnan hildin dýra biðidag. Tvøroyrar Hornorkestur skuldi skipa fyri stevnuni á Tvøroyri, men tað varð broytt soleiðis, at talan gjørdist um eitt felagstiltak á Oyrarbakka ístaðin.

Vanligt er, at orkestrini skiftast um at skipa fyri stevnuni. Men nú Smyril fór í dokk, fór alt tiltakið, sum tvørafólk høvdu skipað fyri, í vaksið, so at siga. Tað var rætt og slætt ómøguligt at flyta fólk og útgerð um Suðuroyarfjørð við Claymore. Og tað siga suðringar fyri púra vist, at hetta verður ikki aftur. »NO MORE« hava teir doypt skipið.

Anna Kirstin Thomsen segði, tá hon setti stevnuna í Felagsskúlanum á Oyrarbakka, at var tað ikki við góðari hjálp norðaneftir og onkrum ljósum høvdi í Klaksvík, varð als eingin stevna í ár. Og hon beyð í setanarrøðu síni øllum vælkomnum til musikstevnu á Tvøroyri dýra biðidag næsta ár. Tá varð klappað í fimleikarhøllini í Felagsskúlanum á Oyrarbakka.

Ikki tí. Áhoyrararnir vóru alt ov fáir, sum høvdu leitað sær til hesa konsertina, sum Tvøroyrar Hornorkestur byrjaði. Tá konsertin byrjaði vóru bara nøkrir heilt fáir áhoyrarar uttaneftir, umframt spælararnar úr hinum orkestrunum, á áhoyraraplássunum. Men tað vaks tíbetur eitt sindur, sum út leið.

Átta vóru orkestrini, sum fingu 15-20 minuttir í part. Onkuntíð hava orkestrini verið fleiri til musikstevnurnar, sum verið hava.

Vanligt er at enda musikstevnukonsertirnar við einum felagslagi. hesaferð var tað ein sonevnd »Tvøroyrarpotpourri« við løgunum »Eitt fótbóltslið sum TB - Eg hitti fólk, sum siga, at eg droymi - Í summarskrúð bjørt Suðuroyggin lá«. Og tað ljóðaði bara heilt væl.

Musikstevnan eigur at vera dýra biðidag, og tað ætla tvørafólk eisini, at hon skal vera komandi ár. Á Tvøroyri. Um Guð vil, og Smyril siglir.