Hann var í nógv ár aktivur í lokalfelagnum hjá sambandsflokinum sum skrivari. Eg hevði tað gleði, at arbeiða saman við honum. Jú, hetta var ein persónur, sum var aktivur í Skopun. Nú Petur var blivin [...] Alt hann átti var væl hildið. Tað var nú ein dagin, ein ringdi til mín, hann segði fyri mær, at hann hevði ein Volvo-bil, sum Petur í Búri hevði átt, hann ætlaði sær at sleppa at koyra ígjøgnum Sandoy [...] vesturum, at royna, men soleiðis bleiv ikki. Petur var ein sera fryntligur maður, hann visti nógv um okkara bygd. Tá tú tosaði við Petur, var altíð ein friður yvir manninum, dugdi sera væl at lurta, gav sær altíð
Um dagarnar var stórt hátíðarhald í Vágsbotni, nú Nólsoyar Páll kom aftur í Vágsbotn. Hetta er ein góð staðsetning, sum minnilutin í býráðnum tekur fult undir við, og skal meirilutin hava takk fyri tað [...] meiriluta við, at tey ikki vildu vita av Nólsoyar Páll, og at hann tí skuldi vekk fyri ein og hvønn prís, so hevur hetta onki hald í veruleikanum. Nólsoyar Páll varð fluttur í samráð við listamannin og í tøttum [...] hjá Tórshavnar kommunu, og semja varð um, at tað skuldi finnast ein virðilig og enn betur loysn til Nólsoyar Páll. At nýggj staðsetning var neyðug skyldast, at arbeitt hevði leingi verið við eini heildarætlan
hevur oljan enntá verið bíligari í Føroyum. - Tað er ein farin tíð, at tað loysti seg at keypa olju í Føroyum. Nú er munurin ein króna, og fyri kortum var munurin enn størri. Vit roknaðu við at prísurin fór [...] leigaðu tangaskip sjálvir, fyri at sleppa undan at gjalda oljufeløgunum pening. Hetta hevði sambært Viberg Sørensen verið ein stórur fyrimunur, tí hann metir at meirkostnaðurin fyri at keypa oljuna í Føroyum [...] kundi leiga nógv skip og fingið nógva olju til landið fyri 80 milliónir krónur um árið, og tí er hetta ein møguleiki vit veruliga umhugsa, sigur formaðurin í reiðarafelagnum. Hann leggur afturat, at hesin
enn Niemeyer. Í Maverick hildu allir menninir við KÍ. Í Sirkus var eingin sum visti hvat KÍ var fyri nakað. Tey vistu heldur ikki hvat HB var fyri nakað. Í barrini í Maverick fekk mann øl og snaps. Í Sirkus [...] hvat tað var fyri eitt skip. Tá eg í Sirkus nevndi Gadus, spurdu hipstararnir hvat tað var fyri eitt orkestur. Í Maverick spældu teir eitt spæl: Mann skuldi vita um mann kláraði at finna ein mann, sum [...] tvey árini havi eg havt ein klaksvíking – Alva Hjelm, elitusvimjaran tit vita. Eisini tað hevur víst mær, at tit ikki eru sum vit onnur. Hini ungu fólkini sum hava arbeitt hja mær hava hongt ymiskt upp á
- Jú, hetta dámar mær sera væl, skal eg siga tær. Einastandandi væl. Hetta er fínt hjá einum gomlum manni sum mær at takast við, sigur Rudolf, sum er í ferð við at gera seg lidnan við enn ein stamp. Hann [...] vita í Sosialinum heldur, sigur Rudolf við einum brosi. Árla Henda morgunin var Rudolf farin árla frá heimi sínum á Selatrað. Eins og hann plagar, dámar honum best at fara undir tann fyrsta stampin tíðliga [...] - Vit eri seks mans sum egna ísenn, og tá onkur fer til hús á døgurða, kemur ein annar beinanvegin í hansara stað. - Hetta er ikki nakað fast, men soleiðis koyrir tað bara. Gott agn Rudolf er gamal skipari
n av pallinum var góð, og tá eg nú veit, hvussu trong korini á allan hátt eru aftanfyri, so varð undranin aftur hesaferð: hvussu kann mann fáa so stórbæra rúmkenslu? Tí hon var sera góð – dró meg burtur [...] rødd og klettaføstum leiki og hesin ungi Jákup Dahl Wardum var ein trúverd, heit og løtt mótvekt móti kensluleysa mammubeiggjanum. Hetta var leiklist á høgum støði, og eg fegnist um, at eg aftur og aftur [...] Sunnukvøldið var eg til leik í gula húsinum í Tórsgøtu, Tjóðpalli Føroya, og upplivingin var ein opinbering av teimum heilt forkunnugu. Eitt jólaævintýr eftir Charles Dickens, sum hann skrivaði í 1843
Suðuroya rutuna. Hetta var eitt veldugt framstig, og eg dugi ikki at ímynda mær, hvussu viðurskiftini høvdu verið, um hetta tiltakið ikki varð framt tá. Men mótstøðan var ovurhonds stór. Hetta var fyrstu ferð [...] og annað. Hetta ber til at koma aftur til í øðrum samanhangi. Men tað, sum júst nú fekk meg til at fara í telduna, var ein heldur skemtilig framførsla í danska útvarpinum mikudagin, har ein fólkatingsmaður [...] burtur úr sínum valdømum. Fer ein longur aftur í tíðina, kann ein ikki koma uttanum, at tað ikki bara var av tilvild, at fyrstu Suðuroya tunnlarnir komu, meðan Petur Mohr Dam var løgmaður, og at Borðoya tunnlarnir
kom longu tá hann var smádrongur. Hann er uppvaksin á Drelnesi á Tvøroyri, har hann hevur klivið uppi í saltsiloni, og annars stuttleika sær. Fyrstu ferð Andreas var í einum krana var í 1970 yviri í Grønlandi [...] annars er útbúgvin timburmaður frá. - Tað var ein sokallaður krøllkrani, sum koyrdi á skinnarum, og eg slapp at stýra, meðan kranførarin sat í. Allarhelst var tað tá, at hugurin fyri kranum veruliga tók [...] Grønlandi, og hesin kranin var tann hægsti hann nakrantíð hevur verið í - 52 metrar høgur. - Eg havi ikki verið meira enn eini 23 ár tá, og helt eg tað var ógvuliga spennandi at sleppa uppí henda kranan
fleyga. Hetta var upprunaliga eitt spæl. Vit knýttu eina spjørr saman ella ein bøkk. So kastaði ein drongur hetta upp, og so skuldi hin fleyga. Á henda hátt lærdu vit at fleyga frá smádrongi av. So var at royna [...] sjónum. Vit drógu bátin upp í Mølini, so til gongu heim. Hetta var ein ófýsin túrur, tað var eingin tráður turrur, tá ið vit komu til hús. Tá ið ein so var blivin 14 ár, tá slapp mann at fleyga sum aðrir. Menninir [...] Dimmalætting frá eini vitjan í Fugloynni. Hon er ein góð lýsing av, hvussu ein fremmandamaður upplivdi Fugloy tá í tíðini. Símun var 5 ára gamal, tá ið hetta var skrivað Da Isolation ofte kan virke hæmmende
Føroya Pride tiltak var minni merkt av politiskum spenningi enn undanfarna tiltak, og at tað helst var orsøkin til, at tiltakið ikki var eins væl vitjað hesaferð. Tað er møguliga ein partur av frágreiðingini [...] orientering sum tey flestu. Breið semja var um, at samtyktin um at skoyta spurningin um kynsliga sannføring uppí grein 266 b í revsilógini, var eitt stórt fet rætta vegin. Hetta framgekk millum annað á fyriskipaða [...] egna veg”. Sjálvandi skrásett parlag Fyrsta Føroya Pride var í 2005. Finnur Helmsdal gjørdi í røðu sínari greitt, at hann ikki var í iva um, at tað var akkurát tað tiltakið, ið setti gongd á tað, sum nú er