Reiðarar leiga tangaskip

Føroyskir reiðarar eru nú so ónøgdir við prísmunin á olju til skip millum Føroyar og grannalondini, at teir veruliga umhugsa at leiga tangaskip at flyta olju til Føroyar. Hetta skal gera oljuna munandi bíligari, tí at keypa olju kostar í dag eina krónu meira fyri hvønn litur í Føroyum enn aðrastaðni

Viberg Sørensen, formaður í Føroya reiðarafelag, metir, at tað hevði verið eitt gott hugskot, um føroyskir reiðarar tóku seg saman og leigaðu tangaskip sjálvir, fyri at sleppa undan at gjalda oljufeløgunum pening. Hetta hevði sambært Viberg Sørensen verið ein stórur fyrimunur, tí hann metir at meirkostnaðurin fyri at keypa oljuna í Føroyum er heilar 80 milliónir krónur um árið fyri allan flotan, og tí hevði tað heilt víst verið bíligari, um reiðararnir sjálvir innfluttu oljuna til fiskiskipini.

Hesum grundgevur hann við, at prísmunurin millum at keypa olju í Føroyum og í havnunum kring okkum er ein heil króna fyri liturin og tí metir hann at samlaði prísmunurin er 80 milliónir krónur um árið.

- Mann kundi leiga nógv skip og fingið nógva olju til landið fyri 80 milliónir krónur um árið, og tí er hetta ein møguleiki vit veruliga umhugsa, sigur formaðurin í reiðarafelagnum. Hann leggur afturat, at hesin munurin á oljuprísinum, sum er í dag, hevur við sær, at roknskapirnir, ið longu hava reyð tøl fáa nógv størri reyð tøl.


Munurin vaksin

Sambært Vibergi Sørensen hevur tað fyrr verið soleiðis, at oljan hevur verið eitt vet dýrari í Føroyum enn aðrastaðni, og onkuntíð hevur oljan enntá verið bíligari í Føroyum.

- Tað er ein farin tíð, at tað loysti seg at keypa olju í Føroyum. Nú er munurin ein króna, og fyri kortum var munurin enn størri. Vit roknaðu við at prísurin fór at lækka nú, men tað er tað ikki líkt til. Tí kunnu vit ikki longur standa og gána, og menn eru veruliga farnir at tosa saman um at leiga tangaskip, greiðir Viberg Sørensen frá. Somuleiðis eru reiðararnir argir inná, at oljufeløgini ofta greiða frá, at tangabilarnir, ið pumpa oljuna umborð á skipini kosta so nógv, og tí verður oljan dýrari.

- Eg havi sjálvur boðið mær til at sigla til bunkring, soleiðis at ongin tørvur var á nøkrum tangabili, men tað gjørdi ongan mun viðvíkjandi prísinum, sigur Viberg Sørensen.


Fær avleiðingar

Um reiðarafelagið ikki leigar tangaskip, so kann tað sambært formanninum í Reiðarafelagnum geva umfatandi avleiðingar.

- Vit kunnu rokna við, at allir, sum kunnu, fara at bunkra aðrastaðni, greiðir Viberg Sørensen frá.

Hetta hevur við sær, at proviantur verður keyptur uttanlands, og tað kann eisini hava við sær, at avreiðingar verða gjørdar uttanlands heldur enn í Føroyum.