Eftir fyrilestrarnar hjá Peturi Zachariassen, hagførðingi, í vetur um valskipanina og møguligar broytingar, var nakað av orðaskifti um málið. Síðani hevur einki verið at hoyrt, og nú hevur landsstýrismaðurin boðað frá, at innlendismálaráðið hevur ikki arbeiðsorku at fyrireika uppskot til broytingar. Jógvan Sundstein, fyrrverandi løgtingsmaður, landsstýrismaður og løgmaður sigur seg ivast nógv í, um tað er rætt í valskipanin av avmarka ella avtaka leiklutin, sum valdømini nú hava
Tað er nú gott og væl eitt ár síðani eg flutti til Danmarkar at búgva. Hesa tíðina havi eg roynt at fylgja við gongdini í Føroyum eins og eg sjálvandi fylgi við tí, sum hendir her á flatlondum.
Politiski leikpallurin hevur ikki óvæntað mín stóra áhuga. Bæði heima á landi og her niðri og eisini aðrastaðni í heiminum. Júst í hesum døgum fer orðaskifti fram á Løgtingi um løgmannsrøðuna, og tosað verður um stórmál: Perspektivplanur 2015, einskiljingar, yvirtøkulógir og annað. Hetta ber til at koma aftur til í øðrum samanhangi.
Men tað, sum júst nú fekk meg til at fara í telduna, var ein heldur skemtilig framførsla í danska útvarpinum mikudagin, har ein fólkatingsmaður frá Sælandi legði eftir sínum starvsbrøðrum úr Jútlandi fyri teirra royndir at skava inn undir seg av motorvegum og líknandi útbyggingum. Fólkatingsmaðurin, Karsten Nonbo úr Vinstra flokkinum, er limur í bæði rættarnevndini og trafikpolitisku nevndini í Fólkatinginum. Hendan seinra nevndin skal ein av døgunum á vitjan í Jútlandi og kunna seg um ferðsluligar útbyggingar har. Men Nonbo gav boð um, at hann ikki kom við á hesa ferð, tí hann metti, at tað hevði størri týdning hjá honum at møta á fundum í rættarnevndini enn at fara at ferðast við ferðslunevndini. Ein grundgeving hjá honum var, at hann helt ferðsluna til og úr donskum fongslum vera størri enn ferðslan á jútsku motorvegunum. Hann var skemtiligur í sínum orðavali, og okkurt annað, sum hann segði, var, at ES gav studning til landbúnaðin fyri at leggja dyrkaða jørð niður. Tað helt hann jútlendingar kundu biðja um, og síðani leggja asfalt oman á jørðina, so vóru teir vissir í, at hon ikki aftur varð dyrkað.
Tað slapst heldur ikki undan, at teir tríggir fyrrverandi jútsku fólkatingsmenninir Helge Mortensen (Soc.), Kaj Ikast (Kons.) og Svend Heiselberg (Vinstra), sum vóru kendir fyri at útvega nógvar útbyggingar til Jútlands og vóru róptir den jyske trafikmafia, vórðu umrøddir í útvarpssamrøðuni.
Samrøðan hevði við sær stóra øsing í Jútlandi. Onkur vildi vera við, at nú fór projektið um brúgv millum Danmark og Týskland (Fehmern) í vaskið, tí jútsku fólkatingsmenninir fóru at hevna seg við ikki at atkvøða fyri. Sjálvt um Nonbo vardi seg við, at alt varð sagt í skemti, stendur framvegis stórt stríð millum partarnar. Og partarnir eru ikki politisku flokkarnir, men lokalpolitikkarar úr ymisku landspørtunum. Vinstramenn úr Jútlandi geva partamanninum av Sælandi av grovfílini.
Tað, sum fekk meg at taka hesa hendingina fram, var, at føroysku løgtingspolitikkarar ofta verða settir fram sum lokalpolitikkarar burtur av, bæði í Føroyum og eisini av útlendingum, serliga dønum. Men hendan hendingin vísr týðuliga, at lokalpolitikkur er ikki ókendur aðrastaðni. Og hevur ein fylgt við í donskum politikki, ikki minst upp til seinasta fólkatingsval, er hetta ikki eindømi. Lokalpolitikkurin stendur í fullum blóma, bæði á Fólkatingi og ikki minst í teim nú komandi størri donsku kommununum.
Í Føroyum hevur verið nógv talað um at gera alt landið til eitt valdømi. Hetta fyri at fáa lokalpolitikkin burtur, tí nøkur meina, at hann er skaðiligur fyri samfelagið, serliga búskaparliga. Men er hann nú tað? Frammanfyri er nevnt um tað sokallaðu jútsku ferðslumafiuna. Hesir tríggir nú fráfarnu politikkarar, vóru við í politikki í nógv ár, og tað frammalaga eisini. Tveir av teimum vóru enntá ferðslumálaráharrar í síni tíð og høgt virdir menn. Nú verður eisini sagt, at tað er saknur í teimum.
Hetta fær meg eisini at hugsa um føroyskan politikk. Hevði hann ikki verið nógv fátækari, um ikki persónar sum Heini í Kunoy, Jógvan við Keldu og Hergeir Nielsen, fyri bert at taka nøkur dømi, høvdu gjørt so nógv burtur úr sínum valdømum. Fer ein longur aftur í tíðina, kann ein ikki koma uttanum, at tað ikki bara var av tilvild, at fyrstu Suðuroya tunnlarnir komu, meðan Petur Mohr Dam var løgmaður, og at Borðoya tunnlarnir komu meðan Hákun Djurhuus var løgmaður. Hesir tunnlar høvdu í sjálvum sær alstóran týdning, men fingu eisini stóran týdning sum royndarprojektir fyri komandi útbygging. Í heila tikið má helst staðfestast, at um ikki lokalar kreftir arbeiddu fyri sínum økjum, so hevði landið og samfelagið verið nógv fátækari, bæði hvat livilíkindum viðvíkjur og eisini samfelagsbúskaparliga.
Mær kemur eisini til hugs tað sum hendi í 1975. Eg minnist týðuliga seinasta stóra politiska orðaskifti í tinginum áðrenn valið í 1974. Eg var tá valdur í Eysturoyar valdømi og stillaði eisini uppaftur har valið 1974. Undir tí orðaskiftinum segði eg, at um eg varð afturvaldur, vildi eg arbeiða fyri og atkvøða fyri, at eitt nýtt størri og betur skip varð útvegað til Suðuroya siglingina. Aftaná at nýtt landsstýri var skipað í byrjanini av 1975 kom okkara flokkur við í samgonguna. Eitt tað fyrsta, sum tá varð gjørt, var, at keypa táverandi Mortan Mols, núverandi Smyril, til at røkja fyrst og fremst Suðuroya rutuna. Hetta var eitt veldugt framstig, og eg dugi ikki at ímynda mær, hvussu viðurskiftini høvdu verið, um hetta tiltakið ikki varð framt tá.
Men mótstøðan var ovurhonds stór. Hetta var fyrstu ferð eg sum politikkari var beinleiðis forfylgdur og álopin, bæði verbalt og fysiskt. Men uppaftur verri var tað hjá tí eina lokalpoltikkaranum úr sambandsflokkinum, sum atkvøddi fyri. Hann bleiv frystur úti av flokkinum, og kom ikki aftur fyri seg landspolitiskt. Men tá ið avtornaði og tíðin leið, so vóru øll nøgd , og til síðst vildi eingin rættiliga kennast við at hava verið ímóti tiltakinum Í hesum føri fekk skipið alstóran týdning fyri Suðuroynna. Seinri kann nakað tað sama sigast um Vágatunnillin. Stór mótstøða, men sum øll vóru glað, tá hann kom. Samanumtikið kann bara sigast, at øll øki hava sín lutfallsliga rætt til menningina av samfelagnum.
Hetta fær meg at koma til ta niðurstøðu, at tað kann ikki vera rætt at gera alt landið til eitt valdømi. Vandi vil tá vera fyri, at summir lokalpolitikkarar ikki vera valdir, og saknur verður í teimum. Hetta vil hindra eina javna og skilagóða útbygging av øllum landinum. Og vit hava brúk fyri øllum landinum, tað er ikki støri enn so.
Tí hevur tað líka stóran týdning, at øll økir vera umboða, sum at matematiska javnvágin millum flokkarnar er røtt. Men bæði endamálini kunnu røkkast. Í løtuni eru 27 valdømisvaldir tingmenn og upp til 5 eykavaldir. Tilsamans 32. Størsta valdømi, Suðurstreymoyar, hevur 8 valdømisvaldar, meðan næststørsta, Eysturoyar, hevur 5. Hini hava 4 og 2.
Um vallógin varð broytt til at samanlagt kunnu veljast 33 tingmenn (sum stýrisskipanarlógin loyvir) høvdu longu her verið 6 eykavaldir móti núverandi 5. Men harafturat kundi talið av valdømisvaldum í teim báðum fólkaríkastu valdømunum veri lækkað. Býtið kundi sostatt verið hetta:
Norðoya valdømi4 valdømisvaldir
Eysturoya valdømi4 valdømisvaldir
Norðstreymoyar valdømi2 valdømisvaldir
Vága valdømi2 valdømisvaldir
Suðurstreymoyar valdømi6 valdømisvaldir
Sandoyar valdømi2 valdømisvaldir
Suðuroyar valdømi4 valdømisvaldir
Tilsamans24 valdømisvaldir
Harafturat koma 9 eykavaldir
Hetta gevur tilsamans33 tingmenn.
Hendan skipanin tryggjar øllum valdømum umboðan, eisini teimum við lítlum fólkatali. Hinvegin vilja tey stóru valdømini, sum lutfallsliga fáa færri valdømisvaldar, fáa teir flestu av teim eykavaldu. Samstundis gevur hetta eitt lutfallsliga rættari (summi rópa tað rættvísari) býti millum politisku flokkarnar. Hendan skipanin tryggjar sostatt bæði tað politisk/ideologisku umboðanina og gevur lokalu áhugamálunum rættiliga góðar umstøður.
Ein lítul fyrimunur við hesi broytingini er eisini, at hon er løtt at gjøgnumføra. Tað eru bert fáar lógarbroytingar, sum skulu gerast, so Innlendismálaráðnum nýtist ikki at syngja sítt vanliga niðurlag um, at tað ikki hevur orku til ar arbeiða við málinum.