at hon er komin í samband við nógvar barnafamiljur, tá hon hevur koyrt mat út, og hóast hon fegin vildi hjálpa, so hugsaði hon væl og leingi, áðrenn hon í gjár stovnaði Facebook bólkin “Vit binda til okkara [...] miðal brúkar eini fýra til seks tímar við stokkum í hond um dagin – Tað eru fleiri, sum binda til vælgerandi endamál frammanundan, men nú er ein samlaður bólkur, og vónandi verður hetta arbeiðið væl skipað [...] fleiri ferðir í dag, sigur Frida Meinertsdóttir Reyná úr Elduvík, sum í gjár stovnaði Facebook bólkin “Vit binda til okkara næsta”. Endamálið við bólkinum er, at limirnir binda til fátækar familjur, sum mangla
fyrilesturin vera eitt positivt átak: – Hatta er ein maður, sum er komin burturúr tí. Hann hevur vent hasum lívinum bakið, og vil nú ávara, so onnur ikki fara sama veg. Vónandi kann fyrilesturin hava eina [...] i Hells Angels rockarin Brian Sandberg, sum skal fortelja um sítt lív sum topp-rockari í Danmark. Vit í Sosialinum hava ringt til Brian Sandberg og spurt hann eitt sindur nærri um hendan fyrilesturin, [...] einari kjarnufamilju? Tað fari eg at fortelja um, sigur Brian Sandberg við Sosialin. Skilir væl um fólk eru kritisk Men hví skal man lurta eftir einum manni sum Brian Sandberg? Einum manni, sum hevur verið alt
guddómiligt skoðsmál fyri hetta menniskjansliga avrik. Vónandi fara vit og umheimurin at síggja og hoyra nógv til Eivør og Pætur í framtíðini. Tit eru við til at lyfta upp vanliga gerandisdagin á eitt hægri støði [...] Klaksvíkar. Her hava norðingar nakað av bjóða øðrum, nú tosað verður um, hvønn týdning og hvørjar avleiðingar fast samband fer at hava. Tá fara vit at sanna, at ikki bert tunlar binda okkum saman. Kirkjur [...] Nýggja duoin, Pætur við Keldu og Eivør Pálsdóttir er vónandi komin fyri at verða. Er ikki bara eitt stjørnuskot men ein lív- og ljósgevandi stjørna, sum fer at lýsa væl, langt og leingi. Hesi bæði gávaðu
fáa vit sjón fyri søgn um í hesum døgum bæði í bløðum og á heimasíðum. Hygg bara, hvussu tey ymsu valevnini blaka um seg í allar ættir við gyltum lyftum, sum tey siga seg vilja seta í verk her og nú - uttan [...] Eftir drúgt og strævið upptak, ber nú av røttum til at siga, at skútan umsíðir aftur er fingin upp á rættkjøl. Uppskriftin hevur verið ein varligur fíggjarpolitikkur, har serligur dentur hevur verið lagdur [...] hevur verið at hækka skattaprosentið. Og hvussu væl hevur so hildnast? Jú, við árslok í ár er skuldin komin niður í eina helvt av tí, hon var fyri fýra árum síðani. Frá 1. januar 1997 til 31. desember 2000
rættiliga tricky at geva løgum á eini instrumentalari fløgu heiti. Men tey heitini, ið eru á Edelweiss eru komin av kenslum, ið eg fekk, tá eg arbeiddi við fløguni. Eg haldi eisini, at heitini og løgini [...] hendi bara Rasmus greiðir frá, at lopið í tónleikastíli, ið vit uppliva á fløguni, mest sum bara er hent. - Eg byrjaði at gera løg eftir, at vit høvdu gjørt Transcend við Makrel. Hesaferð arbeiddi eg annarleiðis [...] ari og tónasmiður. Men eisini langt frá fyrstu fløguni hjá Rasmusi, Implossive, ið kom út í 2003. Vit hittu gittarleikaran, ið á AME 2005 varð valdur til besta gittarleikara í Føroyum, og prátaðu við hann
gravsteinunum, eru hesi orðini: Virkaði í Kongo 1901-1903. Tey eru nógv sum vita, at Dollin, sum hann varð kallaður, var fyrsti føroyingurin, sum gjørdist trúboðari úti í heiminum. Men tey eru fá, sum vita [...] segði lítið um hetta, og nógv av tí, hann segði, er heldur ikki niðurskrivað, meðan tíð var. Men nú vita vit munandi meira. Henda frásøgn er vorðin til av eitt slag av tilvild. Var ein dagin inni á gólvinum [...] sum nú er komið undan kavi verður sent Nationalmuseet. Onnur góð hjálp hevur verið danski rithøvundurin og Congoserfrøðingurin Peter Tygesen, sum hevur skrivað bókina ”Congo –formoder jeg.” Tað eru eisini
og skapa vit røttu fortreytirnar, kunnu vit eisini í Føroyum fáa stóran ágóða av hesum, men eru vit ikki meira tilvitað og fús at luttaka, so verða vit eisini í framtíðini meira áskoðarar enn luttakarar [...] avgerandi fortreyt, umframt tær omanfyri nevndu. Um vit ikki virka og tillaga okkum nóg skjótt og eru ?innovativ?, so fáa vit ongan ágóða av teimum fyrimunum, vit annars hava sum ein lítil tjóð við væl útbúnum [...] tykist við hvørt, sum um vit ikki geva okkum far um hetta, - og at vit helst vilja virka og gera, sum vit altíð hava gjørt. Trupulleikin er, at hetta bert er nakað, sum vit fyrigykla okkum - ella í hvussu
døgum eru teir í ferð við at grava eina siglingarrennu við ein lítlan frítíðarbýi 20 kilometrar frá Huelva, beint við markið til Portugal. Teir eru seks mans við grabbaranum, men tveir aðrir bátar eru, sum [...] sum føra tað burtur, sum teir grava upp av botni. Tveir mans eru við hvørjum bátinum, so tilsamans eru teir 10 mans við í arbeiðnum. Ditlev sigur, at tað er rættiliga stórur munur á flóð og fjørðu, heilir [...] sjónum. ? Tá síggja vit at ein lítil seglbátur er hólvdur nakað uttanfyri okkum. Talan var um eina lítla tvíkilju, annar kjølurin stóð beint uppeftir og seglið var undir sjónum. Vit sóu eisini, at okkurt
hesin sami valdmikli samfelagsbólkur nú krevur, at fólkapensjónistar skulu lata sær lynda nú á nýggjárinum at missa upp til áleið 20% av teirra inntøkum er so óhoyrt, at vit sakna orð fyri tí. Henda mótrokningin [...] einamest at gagna háinntøkunum í 2021-2025. Hyggja vit nærri at teimum útrokningum fyri tíðarskeiðið 2021-2025, sum vit hava fingið úr fíggjarmálaráðnum, leggja vit merki til nakað sera áhugavert. Meðan giftir [...] landskassin fleiri inntøkur og vit varðveita samstundis samhaldsfasta prinsippið, at tað eru breiðastu herðarnir, ið skulu bera tyngstu byrðurnar. Á slíkan hátt fáa vit eina solidariska, rímuliga og rættvísa
øki. Hugsa vit t.d. um allar tær almennu útreiðslurnar, eg havi nevnt omanfyri, so er bert tann eina tikin úr rúgvuni og skal konverterast til brúkaragjald. Hvør verður so næsta, og eru vit nú av álvara [...] nevniliga hvørjar útreiðslur eru neyðugar almennar útreiðslur, og hvørjar eru tað ikki. Fari til stuttleika at royna at greina eitt yvirlit yvir, hvørjar útreiðslur viðvíkjandi børnum eru almennar, hetta m.a. [...] ivaleyst eisini órættvíst tað er, soleiðis at hála teppið undan so nógvum. Vit kosta frá byrjan Longu langt áðrenn vit koma í verðina, eru flestu okkara almenn útreiðsla, eftir mínum tykki neyðug almenn útreiðsla