Størstu fyritøkurnar í heiminum í dag, mettar eftir marknaðarvirði, eru fyritøkur, sum knýta seg at tí nýggja búskapinum, antin sum framleiðarar av útgerð, av ritbúnaði ella sum fjarskiftisveitarar. Har sum heimsins virðismestu fyritøkur, mettar eftir marknaðarvirði, í farnu øld vóru oljufeløg, bankar ella traditionellar ídnaðarfyritøkur, eru 7 av 10 teimum virðismestu fyritøkunum í dag fyritøkur, sum gera seg galdandi í ?nýggja búskapinum?. Cisco, Microsoft og Intel eru í dag nummar 1, 2 og 3, og er hetta hvørki orsakað av, at hesar fyritøkur megna at selja nógv ella at skapa stór yvirskot á botnlinjuni samanborið við fyritøkur, ið virka innan ?gamla búskapin?.
Tað, sum eyðkennir hesar fyritøkur er, at vónirnar til nýggja búskapin gera, at tær verða virðismettar upp í fleiri 100 ferðir teirra nettosølu, og at neyðugt er at gjalda upp í 1000 kr fyri hvørja krónu í yvirskoti (Price/Earning). Umboðsfólk fyri ?gamla búskapin? rópa varskó og ávara ímóti tí, sum verður rópt ?The Internet Bubble?, men hóast m.a. Microsoft misti nøkur prosent í marknaðarvirði í síðstu viku, broytir hetta ikki eina gongd, har fyritøkurnar hava fleirfaldað sítt marknaðarvirði hetta seinasta hálvárið. Góð dømi eru Nokia úr Finnlandi, sum fyri fáum árum síðani hevði trupulleikar við at selja sjónvørp og gummistylvar, men sum nú er ein av virðismestu fyritøkunum í Evropa, ella Navision Software úr Danmørk, sum er komin frá næstan ongum til nú at hava størri virði enn traditionellar stórfyritøkur sum Carlsberg og Danisco.
Men hvat kunnu vit nýta hetta til í einum føroyskum høpi? Og hvussu er við fortreytunum hjá teimum føroysku ?dot com? fyritøkunum?
Týdningurin av nýggju búskaparmenningini er ikki minni í Føroyum enn aðrastaðni, heldur hinvegin. Fjarskotna støða Føroya ger, at føroyingar fáa serligar fyrimunir av skjótu menningini á KT- og fjarskiftisøkinum. Eitt tað besta dømið um hetta er internetið, sum hevur við sær, at týdningurin av fjarstøðu og flutningstíð minkar alsamt. Á sama hátt er einki longur til hindurs fyri, at fyritøkur reka virksemi í Føroyum og nýta arbeiðsmegi úr øðrum londum, ella øvugt, at føroyingar arbeiða fyri fremmandar fyritøkur, hóast teir eru búgvandi í Føroyum.
Hesar lutvíst ?virtuellu? ella tykisligu fyritøkurnar vaksa fram í londunum kring okkum og fáa alsamt størri búskaparligan týdning. Í Føroyum er talan um góðar og ítøkiligar møguleikar fyri, at vit kunnu fáa ein meira fjøltáttaðan búskap. Tað eru jú ongar natúrligar forðingar fyri, at framtíðar ?KT-gazellu-fyritøkurnar?, tær skjótt vaksandi fyritøkurnar innan nýggja búskapin, hava sín uppruna í Føroyum. Ella eru kanska viðurskifti, sum virka ímóti hesum?
Tilfeingið, sum krevst, fyri at føroyska samfelagið í størri mun kann sleppa við á KT-snartokið og fáa ein veruligan og munandi ágóða av nýggju menningini, er ikki kol, stál, landbúnaður ella milliónir av ófaklærdari arbeiðsmegi. Heldur er talan um ?bleytari? krøv um tilfeingi sum t.d. vitan, kreativitet, virkisfýsni og so tríggjar ítøkiligar fortreytir:
1. Eitt fíggjarligt umhvørvi, har góð atgongd er til váðafúsan kapital,
2. Eitt nøktandi undirstøðukervi (fjarskiftisinfrastruktur) innan fyritøkurnar, í Føroyum og millum Føroyar og umheimin, og
3. Minni heimføðisskap og størri opinleika mótvegis altjóða samfelagnum
Bleytar fortreytir
Útbúgvingarliga stigið í Føroyum er høgt, og vit hava væl eisini traditión fyri kreativiteti og virkisfýsni. Afturat hesum eru í grannalondunum bæði føroyingar og útlendingar, ið kundu havt hug (aftur) at búsett seg og arbeitt í Føroyum.
Lønarlagið í Føroyum er í lægra lagi, og hóast liviútreiðslurnar í summum førum eisini eru lægri, so krevst, at føroyski arbeiðsmarknaðurin fylgir við, eisini innan ?nýggja búskapin?. Hetta merkir m.a., at yvirskotsbýti, betri útbúgvingar- og víðariútbúgvingarmøguleikar, starvsfólkapartabrøv og -optiónir eru neyðug fyribrigdir til tess at varðveita verandi og fáa neyðugu starvsfólkini.
Fleiri fyritøkur í Føroyum og kanska einahelst í Tórshavn, herundir eisini Føroya Tele, hava tó tveir heilt aðrar trupulleikar at dragast við, tá ið tað snýr seg um at fáa nýggj starvsfólk hendan vegin. Ov trupult er at fáa nakað at búgva í, og barnaansingarpláss, sum skuldu verið ein sjálvfylgja í einum sokallaðum ?modernaðum? samfelagi, kunnu ikki útvegast !
Fíggjarliga umhvørvið
Tað sigst, at nóg mikið av kapitali er í Føroyum, og bera hagtølini eisini boð um hetta. Um tað er tørvurin á burðardyggum verkætlanum, ella um tað eru tørvandi ?formidlingarmøguleikar?, sum eru orsøkin til, at lítið hendir, er kanska ringt at meta um. Staðfestast kann, at íløgurnar, sum gjørdar verða í Føroyum, framvegis fyri stóran part eru antin til forbrúk, eru almennar ella verða gjørdar í primervinnuna.
Fígging til nýggja búskapin verður í londunum kring okkum, í fyrstu syftu, aloftast fingin til vega gjøgnum ?inkubatorar?, ?venture-? ella ?seed? kapital, áðrenn fyritøkurnar gerast áhugaverdar fyri traditionella peningastovnsfígging til víðari vøkstur. Ein partabrævamarknaður er neyðugur, fyri at hetta skal bera til, men í stóran mun krevst eisini ein hugburðarbroyting bæði hjá íleggjarum og hjá móttakarum. Íleggjarar mugu váða meira, og móttakarar mugu lutvíst geva frá sær ræðisrætt og ávirkan, so hvørt sum fremmandur kapitalur kemur inn.
Í lóggávuhøpi er neyðugt, at kapitalur ikki verður skiltur sum eitt ?fy-orð?, men heldur sum ein fortreyt, ið letur upp fyri nýggjum møguleikum hjá vinnuni og hjá einstaklingum. Bæði í Íslandi og í Svøríki verður frá politiskari síðu eggjað til, at ein ?partabrævamentan? verður stuðlað við skattafyrimunum, og hevur hetta m.a. gjørt sítt til, at Svøríki verður mett at vera best fyri í heiminum, tá tað snýr seg um møguleikarnar í nýggja búskapinum.
Undirstøðukervið
Undirstøðukervið innan fjarskifti, bæði innanhýsis í fyritøkunum, í Føroyum og millum Føroyar og umheimin, krevur alsamt vaksandi íløgur, um talan skal verða um tíðarhóskandi tænastumøguleikar og kapasitet. Føroyski fjarskiftismarknaðurin er latin upp fyri kapping, og er tað at fegnast um, at eisini viðskiftafólk í Føroyum fáa fleiri møguleikar at velja í. Føroya Tele hevur framvegis veitingarskyldu til at veita eitt minstamark av tænastum til allar borgarar í Føroyum. Men eg meti eisini, at Føroya Tele eigur at stimbra og menna eina gongd í Føroyum, har samfelagið fær best hugsandi fortreytirnar fyri at gagnnýta fjarskiftismenningina til at virka sum íkast til búskaparligu menningina sum heild.
Til hetta krevjast m.a. íløgur í framkomna breiðbandstøknifrøði, í nýggjar fartelefonskipanir og í nýggjar kaðalar til Íslands og til bretska meginlandið. Samanumtikið metir Føroya Tele, at íløgutørvurin innan fjarskiftisøkið fer at tátta í 200 mió. kr. um árið tey næstu 5 árini, um hendan fortreytin fyri einum nýggjum føroyskum búskapi skal verða uppfylt. Hetta eru ikki íløgur, sum Føroya Tele kann fíggja yvir raksturin, og ei heldur upphæddir, sum ráðiligt ella møguligt er at fíggja við lántøku.
Men hvussu kann hetta so gerast ?
Tríggir møguleikar eru:
A) Onkur annar enn Føroya Tele ger hesar íløgurnar
Hetta er neyvan sannlíkt í løtuni, tí føroyski marknaðurin er so lítil, at møguleikarnir at forrenta hesar íløgur eru avmarkaðir
B) Upphæddin verður beinleiðis sett av á fíggjarlógini
Hetta er neyvan sannlíkt og kanska ei heldur ráðiligt. Sum skilst, er einki sett av til KT ella fjarskiftis- undirstøðukervið í Landsstýrisins 10 ára íløguætlan. Vónandi skilja okkara politikarar týdningin av KT menningini, og tá ið einki verður sett av, má tað vera orsakað av, at marknaðurin við røttum fortreytum sjálvur má skipa fyri
C) Føroya Tele fær neyðuga kapitalin gjøgnum eina heila ella lutvísa privatisering av fyritøkuni
Hesin seinasti møguleikin hevur verið vanligur í londunum kring okkum, og leggur svenska stjórnin eisini nú upp til, at partur av teimum pengunum, sum teir fáa fyri at privatisera Telia, skal nýtast til at veita breiðbandsloysnir til svenska fólkið.
Hetta leiðir meg til síðstu forðingina fyri, at føroyska samfelagið av álvara kann sleppa við í nýggja búskapin.
Heimføðisskapur (nalvaskoðan og isolationisma)
Tað tykist ofta, sum um vit í Føroyum fyri ein og hvønn prís, skulu finna okkara egnu loysnir á øllum. Sum um vit, fyri tað um umheimurin er vorðin samdur um at loysa málini, sum taka seg upp, á ein hátt, vilja drýggja og ideologisk politisera eitt hvørt mál í áravís heldur enn at søkja úrslit.
Búskapurin, eisini hin føroyski, virkar í einum altjóða høpi, og tí snýr tað seg um broytingarvilja, fleksibilitet og tillagingarevni, heldur enn politiska dogmatismu. Innan nýggja búskapin er skjótleiki eisini ein avgerandi fortreyt, umframt tær omanfyri nevndu. Um vit ikki virka og tillaga okkum nóg skjótt og eru ?innovativ?, so fáa vit ongan ágóða av teimum fyrimunum, vit annars hava sum ein lítil tjóð við væl útbúnum og virkisfúsum fólki.
Tað tykist í hesum viðfangi løgið, at vit meta tað sum eina styrki, at føroyingar fara uttanlands at útbúgva seg og fáa royndir (tað er ein styrki), men at vit samstundis berjast ímóti, at fremmand arbeiðsmegi og/ella fremmandur kapitalur kemur til okkara.
Hóast alt kring okkum broytist við stórari ferð, tykist við hvørt, sum um vit ikki geva okkum far um hetta, - og at vit helst vilja virka og gera, sum vit altíð hava gjørt.
Trupulleikin er, at hetta bert er nakað, sum vit fyrigykla okkum - ella í hvussu er nakað, sum føroyskir politikarar fyrigykla sær. Føroyar eru ikki eitt fjarskotið og isolerað samfelag, men eitt samfelag, sum verður ávirkað av alheims gongdini og nú eisini av nýggja búskapinum, - um vit vilja tað ella ikki. Luttaka vit aktivt, og skapa vit røttu fortreytirnar, kunnu vit eisini í Føroyum fáa stóran ágóða av hesum, men eru vit ikki meira tilvitað og fús at luttaka, so verða vit eisini í framtíðini meira áskoðarar enn luttakarar í okkara egnu samfelagsmenning.