– Eg eri ordiliga rørd, og eg havi sitið við tárum í eygunum og klumpi í hálsinum fleiri ferðir í dag, sigur Frida Meinertsdóttir Reyná úr Elduvík, sum í gjár stovnaði Facebook bólkin “Vit binda til okkara næsta”. Endamálið við bólkinum er, at limirnir binda til fátækar familjur, sum mangla pløgg til sín ella børnini. Bólkurin hevur longu 100 limir, og ein fýra ára gamal drongur hevur fingið fyrstu troyggjuna.
–Tað er ein stórur tørvur á bundnum pløggum, tí øll hava ikki møguleika til, at fáa bundið og als ikki til at keypa tað, staðfestir hon.
Frida Meinertsdóttir Reyná tosar av royndum, og sigur, at hon veit, hvussu torført tað er at mangla bæði mat og klæðir.
Tað var eisini orsøkin til, at hon fyri nøkrum mánaðum síðani byrjaði at hjálpa vinkonu síni at koyra mat út til fátækar familjur í landinum. Tær spyrja eftir mati í matvøruhandlunum og koyra hann síðani út til tey, sum ikki eiga nokk. Hetta átakið byrjaði eisni við einum Facebook bólki.
– Eg spurdi fleiri familjur, tá eg var úti við mati, um tey eisini høvdu tørv á klæðum, og tað upplivdi eg, at tær høvdu, staðfestir hon.
Hon greiðir frá, at hon er komin í samband við nógvar barnafamiljur, tá hon hevur koyrt mat út, og hóast hon fegin vildi hjálpa, so hugsaði hon væl og leingi, áðrenn hon í gjár stovnaði Facebook bólkin “Vit binda til okkara næsta”.
– Eg bindi nógv, men eg klári ikki at binda til øll, sigur Frida Meinertsdóttir Reyná, sum í miðal brúkar eini fýra til seks tímar við stokkum í hond um dagin
– Tað eru fleiri, sum binda til vælgerandi endamál frammanundan, men nú er ein samlaður bólkur, og vónandi verður hetta arbeiðið væl skipað, so at tað ikki dettur niður fyri aftur, staðfestir hon.
Hon hevur tó ikki havt tíð til at hugsa um, hvussu arbeiði best kann skipast, tí bólkurin er júst settur á stovn. Sum nú er, hevur hon samband við tey, sum ynskja eitt plagg og síðani ber hon boðini víðari til tey á bólkinum, sum fegin vilja binda. Hon leggur dent á, at hon hevur tangarskyldu og almannakunnger ikki nøvnini á teimum, sum hava tørv á pløggunum.
– Eg veit, hvussu sárt tað er hjá teimum familjunum at vera í tí støðuni, sigur hon, og leggur afturat, at man ofta ikki vil ikki siga, hvussu hart tað er, tá man er í tí støðuni sjálvur.
Hon greiðir frá, at hon fegin vil veita ta hjálpina, sum hon fær veitt, og av tí at hon bindur so nógv hvønn dag, so er tað eitt upplagt høvi at hjálpa á hendan hátt.
– Eg havi ikki so nógv annað at geva, uttan at eg bindi nógv, staðfestir hon.
Frida Meinertsdóttir Reyná tekur eisini ímóti tógvi, sum hon síðani gevur teimum, sum binda til familjurnar.