sum vóru eina ferð mánaðin. Hon var eisini við til at stovna vaskiliðini, sum taka sær av reingerðingini í Ebenezer. Eisini hevur hon bakað nógv scones til barnalegurnar á Zarepta. Kristina og Archibald [...] Aberdeen og Sofus Poulsen á Umboðsstovuni arbeiddi tá eitt tíðarskeið á Fiskivinnustovuni. Kristina giftist í 1957 við Archibald Norðberg úr Hvalba, tey fingu børnini: Niels Pauli, Ella, Mikkalina og Andrew [...] Familjan hevur altíð havt stóran týdning fyri Kristinu. Hon hevur verið ófør at binda klæðir, bæði til síni egnu børn og onnur. Henni hevur altíð dámt væl at syngja og spæla klaver. Børnini minnast aftur
tænti eisini eitt skifti hjá bóndahjúnunum í Kirkjubø. Í 1946 giftist hon við Høgna Jespersen, sum eisini var úr Hvalba. Saman høvdu tey handil, til Høgni doyði í 1986, 68 ára gamal. Kristina átti fimm børn
ungar til Havnar at halda hús hjá Sunnuvu og Poul Müller bónda. Har var mamma í tvey ár, til hon fór inn aftur á Toftir at arbeiða á skrivstovuni hjá D.P. Højgaard. Har arbeiddi hon til hon giftist við pápa [...] Tummas í Gerðinum. Vit eru 10 systkin og tá pápi var á sjónum, var sjálvsagt nógv hjá mammu at síggja til sum heimagangandi húsmóðir. Mamma bleiv einkja bert 54 ára gomul, tá pápi doyði av sjúku í 1981. Í
og nú arbeiðir hann hjá Føroya Betongsaging, sum svágur hansara Hjaltur Tausen eigur. Kristian giftist í 1979 við Anniku fødd Andreassen og ættað úr Runavík. Tey eiga fýra børn Oddvá (1979), Jóhan Magnus [...] hond. Tey seinastu árini hevur Kristian verið ein av oddamonnunum í arbeiðnum at byggja nýggjan sal til samkomuna í Nebo á Toftum. Í Nebo eru Kristian og hansara ógvuliga trúgv. Annika og Kristian eiga hugnaligt
í, og tað hevur ligið væl fyri. Kristian Martin giftist í 1966 við Jonelisu Joensen úr Vági. Tey bæði hittust á háskúlanum, har hon gekk í forskúla til sjúkrasystraútbúgvingina, og hann gekk á háskúla [...] Martin ikki við í ferðalagnum. Hann búði hjá ommuni og abbanum, inntil hann sum 14 ára gamalur fór til skips. Abbin var útróðrarmaður. Hann róði út saman við Eiðis Jóhan, og Kristian Martin livdi við í
Har vóru fýra dreingir og fýra gentur. Mótsett okkum kundi tey gera stórt sæð tað, tey høvdu hug til, sum til dømis at spæla úti sunnudagar. Hjá okkum skuldi vera friður sunnudagar. Klæðini máttu ikki dálkast [...] Teir høvdu verið á útróðri og komu uppí grindina. Teir koma so til mín og vilja hava sín part beinanvegin. Men eg segði, at hetta bar ikki til. Grindin mátti merkjast fyrst, og síðan skuldi hon skiftast. [...] máti at taka til. Teir skuldu ikki koma og fortelja sær nakað um landnyrðing norðan. Komandi partur Í komandi greiðir Kristian Djurhus m.a. frá, tá ið rituvíkingar komu við torvi til Havnar. Ejler
beinleiðis til sjós og tók Christian við sær. Hann hevði ongantíð verið uttanlands og var ikki fegin um, at tað ikki bar til at geva boð til hansara húski um hesa uttanlandsferðina. Skipið skuldi fyrst til Skotlands [...] Christian sendur til Leith saman við einum yvirmanni, sum fekk boð um at syrgja fyri at fáa ferðamannin væl og virðiliga umborð á skipið til Føroya. Á ferðini frá Greenock yvir Edinburg til Leith fekk Christian [...] at bátinum, og kommandørurin ynskti loðs til Vestmanna. Christian fór sum hann stóð. Hin maðurin róði inn til Havnar og gav boð um, at Christian var farin til Vestmanna. Men tá ið teir komu inn í Ve
verjuskyldu. Lønin var lítil. Ein skeppa av bygg og rættin til at velta á Skansatrønni. Pápi mín var meinigur eitt stutt skifti, áðrenn hann giftist. Fremsta uppgávan hjá korpsinum var umframt patruljering [...] Hóast teir vóru í ullintum klæðum frá uttast til innast, var tað løgið, at teir ikki fingu lungnabruna av at sita vátir í skúlanum. Tá eg kom upp aftur til próvtøku, kom eg aftur sum nummar eitt av næmingunum [...] havnarmenn, sum savnaðust undir neystinum at tosa um dagsins trupulleikar. [Hetta er eisini komið til sjóndar í hansara áhugaverdu endurminningum, sum komu út fyri nøkrum árum síðani, og sum eru umrøddar
arbeiddi á Dimmalætting, og sum eisini átti húsini. Long, sum var dani, kom sum ungur prentari til Føroyar. Hann giftist við Svanhild Poulsen, sum hevði tvær ógiftar systrar búgvandi hjá sær. Tær høvdu mótahandil [...] Elduvík. Hann var mammubeiggi Marin. Tá ið hon misti mammuna, kom Marin til Havnar at vera hjá Klæminti og konuni. Marin giftist við Meinhard, son Jørgen Frants Jacobsen, skómakara. Teirra elsti sonur [...] var ¾ alin høgur, og diameturin niðast var um ½ alin. Til at høgga sukur varð nýtt ein serlig øks. Tað mátti høggast soleiðis, at minst møguligt fór til spillis. Klæmint var ein lítil maður. Hann var ílatin
men tá grannarnir sóu, hvussu óførur eg var til tað, bóðu teir meg eisini mála. Tað kundi eg ikki siga nei til. Hetta kom eg at brúka allar mínar feriur til. Eg hugsi, at eg kanska ikki toldi alla hesa [...] arbeiða hjá sorinskrivaranum frá kl. 9 til 5, og so fór eg á posthúsið. Hetta vóru ofta langir dagar. Tá skip kom úr Danmark við posti var eg ofta ikki liðugur fyrr enn til skrivstovutíð morgunin eftir. Eg havi [...] hesum kundi eg seta tær 90 kr. inn. Tann 1. oktober 1916 var eg forfremmaður til fulltrúa hjá dómaranm, og tá hækkaði lønin til kr. 83,35. Myndugleikaldurin var tá 25 ár. Eg var bert 21 ár, tí kravdist mær