Kristianna Nesá 80 ár

Í morgin týsdagin 14. mars verður Kristianna Nesá 80 ár.


Kristianna er fødd í Króki á Toftum. Foreldrini vóru Inga Maria og Amaliel Højgaard. Hon er næst elst av seks systkjum. Eftir á lívi eru bara Kristianna og Dávur, sum býr í barnaheiminum.
 
Mamma og vinkonan Jenny fóru sum ungar til Havnar at halda hús hjá Sunnuvu og Poul Müller bónda. Har var mamma í tvey ár, til hon fór inn aftur á Toftir at arbeiða á skrivstovuni hjá D.P. Højgaard. Har arbeiddi hon til hon giftist við pápa okkara Mads, sum var sonur Elsebeth og Tummas í Gerðinum.
 
Vit eru 10 systkin og tá pápi var á sjónum, var sjálvsagt nógv hjá mammu at síggja til sum heimagangandi húsmóðir. Mamma bleiv einkja bert 54 ára gomul, tá pápi doyði av sjúku í 1981.
 
Í dag eigur mamma 25 ommubørn og 16 langommubørn,og tað metir hon sum eitt stórt ríkidømi.
 
Góða mamma. Vit takka tær hjartaliga fyri tað trygga heim,sum tú og pápi góvu okkum. Vit ynskja tær hjartaliga tillukku við degnum, og má Harrin geva tær nógv góð ár afturat.
 
Barndomstid hos far og mor.
Glem den ej når du blir stor.
Hvad du lærte i dit hjem,
vil dig føre sikkert frem.
 
 
Børnini, ommubørnini og langommubørnini