Í dag, týsdagin 8. august, verður Kristian Olsen í Saltnesi 50 ár. Kristian er gøtumaður, men síðstu 23 árini hevur hann búð í Saltnesi.
Kristian Olsen vaks upp við Gøtugjógv. Foreldrini eru Marna fødd Gunrim og ættað úr Sumba og Jóhan Olsen úr Tøvuni við Gøtugjógv. Tey eiga fýra børn Óluva sum býr á Argjum, Kristian, Janus í Leirvík og Trygvi í Leirvík.
Kristian var sjómaður í nógv ár. Hann sigldi við gøtubátunum og var ein av ánarunum av Kristinu Logos. Í 1979 leyk Kristian stýrimansprógv, og í 1980 varð hann skipsførari.
Nógvu tey seinnu árini hevur Kristian verið heimamaður. Hann hevur eitt nú arbeitt hjá Hera Thomsen og IRF, og nú arbeiðir hann hjá Føroya Betongsaging, sum svágur hansara Hjaltur Tausen eigur.
Kristian giftist í 1979 við Anniku fødd Andreassen og ættað úr Runavík. Tey eiga fýra børn Oddvá (1979), Jóhan Magnus (1985), Marna (1987) og Hilda (1991). Oddvá er gift Mortani Hansen av Glyvrum, og tey eiga dóttrina Anniku, sum omman og abbin og øll hini í familjuni eru ógvuliga upptikin av.
Kristian er ein skilamaður. Hann er fyrikomandi, gávuríkur og raskur. Honum dámar væl at vera úti í náttúruni. Hann gongur á fjall og hoyggjar, og góða handalagið og fryntliga medferðin gera, at hann so ofta verður biðin at veita eina hjálpandi hond.
Tey seinastu árini hevur Kristian verið ein av oddamonnunum í arbeiðnum at byggja nýggjan sal til samkomuna í Nebo á Toftum. Í Nebo eru Kristian og hansara ógvuliga trúgv.
Annika og Kristian eiga hugnaligt heim í Rókini í Saltnesi, og har varð føðingardagurin hildin í morgun.
JH