Kristina er úr Havn. Foreldrini vóru Ella, f. Hansen (í Vátutoft), Klaksvík, og Andrew Sloan trúboðari.
Sum ung var Kristina á húsarhaldskúla í eitt ár. Heimafturkomin fekk hon arbeiði á Fiskivinnustovuni í Tinganesi, og har arbeiddi hon inntil hon fylti 67 ár, burtursæð frá teimum 6 árunum hon var í farloyvi.
Hon arbeiddi t.d. saman við Gunnari Gunnarsson, Johan Djurhuus og Kristoffer Thomassen. Seinnu árini eisini saman við Kjartan Hoydal. Kristina treivst væl í hesum starvi, og samanhaldið millum starvsfólkini var sera gott.
Í 1950 var Kristina hálvt ár á Føroysku Umboðsstovuni í Aberdeen og Sofus Poulsen á Umboðsstovuni arbeiddi tá eitt tíðarskeið á Fiskivinnustovuni.
Kristina giftist í 1957 við Archibald Norðberg úr Hvalba, tey fingu børnini:
Niels Pauli, Ella, Mikkalina og Andrew, sum øll búgva í Havn. Ella og Mikkalina eru giftar og eiga 3 børn hvør.
Familjan hevur altíð havt stóran týdning fyri Kristinu. Hon hevur verið ófør at binda klæðir, bæði til síni egnu børn og onnur. Henni hevur altíð dámt væl at syngja og spæla klaver.
Børnini minnast aftur á nógvar góðar løtur, bæði í Havn og ikki minst summarferiurnar í Hvalba við hoygging o.l.
Í samkomuni í Ebenezer hevur Kristina verið ein góður stuðul. Hon var ein av teimum, sum t.d. stóð fyri kvinnufundunum, sum vóru eina ferð mánaðin. Hon var eisini við til at stovna vaskiliðini, sum taka sær av reingerðingini í Ebenezer. Eisini hevur hon bakað nógv scones til barnalegurnar á Zarepta.
Kristina og Archibald hava nógv vinfólk, bæði her heima og í Skotlandi. Tey komu t.d. at kenna væl føroysku umboðsmenninar Sofus Poulsen og Oddmar Skarhamar, gjøgnum starvið hjá Kristinu. Tað var nógv samskifti millum Fiskivinnustovuna og Umboðsstovuna í Aberdeen, t.d. tá skip skuldu niður til Onglands at landa ísfisk. Eisini hava nógvir útlendskir trúðboðarar vitjað heim teirra á Heiðavegi gjøgnum árini.
Kristina og Arcibald eru nú farin at eldast, og vit ynskja teimum eitt blítt lívskvøld og takka fyri alt tað tey hava verið fyri okkum.
Føðingardagin er Kristina burturstødd.
Børnini