stigini. Eftir innlegg úr vinstru frá Jóhann Hansson Joensen legði Niklas T. Kruse okkum á odda beinanvegin. So gekk tað fyri seg eftir okkara treytum. Vit vistu, at HB ætlaði at koma út í seinna hálvleik [...] Engstrøm er vónbrotin um, at tað ikki eydnaðist at vinna fulla úrtøku. Fyri átta døgum síðani var tað 1-1 á Svangaskarði, og í dag endaði tað 2-2 ímóti EB/Streymi í Gundadali. -Byrjanin bæði í fyrra og seinna
fyrstur út á súkkluna, men her vísti tað seg, sum ikki einaferð, at royndir hava nógv at siga í hesi trídeildu ítróttagrein. Evald, sum var triðjur upp úr hylinum, skifti skjótast, var næstur út á súkklurutuna [...] og súkklað og runnið varð eftir vegnum í høvuðsstaðnum. Nakað av órógvi var av ferðslu, men annars gekk kappingin væl. Andras vann Ottar í Hjøllum var fyrst úr hylinum, síðani kom Remi Lamhauge og 1-2 minutt [...] súkklurutuna, og var skjótt fremstur. Hann fór eisini fyrstur út á rennirutuna, men Andrass vísti hesaferð, at hann er ein góður rennari. 100 metrar frá málinum fór hann fram um Evald og vann sostatt fyrstu
bólkinum 50 til 54 ár, og Gunnar kom á mál við tíðini 1 t 19 minuttir og 25 sekund. Súsanna Skylv og Jákup Petur Eliasen luttóku í kapping í Wales, og eisini har gekk gott hjá føroysku luttakarunum. Súsanna [...] Á komandi Oyggjaleikum verður Triathlon ein av teimum mongu ítróttargreinunum sum oyggjarbúgvar í Atlantshavinum fara at royna seg í. Eisini føroyingar. Føroyska triathlonlandsliðið fyrireikar seg nú til [...] og hetta vikuskiftið hevur landsliðið luttikið í kappingum í Danmark og í Wales. DM var í Ganløse á Sælandi, og seinastu árini hava føroyiskir triathletar luttikið í hesari so væl fyriskipaðu kapping
at varðveita leiðsluna og kanska at vinna tepran sigur á útivølli ímóti Tre Fiori, sum í kvøld einki bit vísti í álopinum. B36 var so nógv meiri á bóltinum enn gestirnir, sum fyri tað mesta vóru væl mannaðir [...] og í opnum spæli. Síðani tapti B36 1. juli 2-1 á útivølli ímóti Víkingi. Tá var tað Magnus Holm Jacobsen, sum umsetti brotsspark til 2-1. So tapti B36 2-0 á útivølli ímóti Borac í Bosnia Hersegovina, og [...] seks minuttir aftrat vanligu leiktíðini. Tað var stórur lætti, at tað loksins eydnaðist B36 at fáa hol á. Málverjin hálvbjargaði eftir uppspæl frá Bjarka C. Nielsen og eftir at innskifti Benjamin Heinesen
mong ár. Hon hevur eisini arbeitt á flakavirki og í køkinum á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi. Alfred doyði í 2016 og í 2021 flutti Andrea inn hjá Roðanum á Toftum. Á Vesturskini. Runavíkar kommuna ynskir [...] í smiðjulæru á Bedingini. Eftir sveinastykkið fór Alfred til Keypmannahavnar at læra til maskinmeistara. Andrea fór við honum, og fitt í hondunum sum hon er, fór hon at seyma á seymistovu á Gamle Kongevej [...] Syðrugøtu og mamman Innan úr Gerði á Toftum – í gerandistosi róptu gøtufólk hana fyri Tofta-Inga. Børn teirra vóru 7 í tali, og nú eru bara Andrea og hin yngsta systirin Dania eftir á lívi. Hini vóru Poula, Arna
vann Sveis tepurt 30-29 (18-16) á Íslandi. Í dag vann Sveis aftur á Íslandi í Schaffenhausen við tí minsta marginalinum. Sveis vann í dag 29-28 á Íslandi. Ísland var annars á odda 12-9 í steðginum. Langabbadóttir [...] kendist tað ikki at vera stórur munur á liðunum. Sveis sum tekur móti okkara kvinnum komandi fríggjadag klokkan 17 í Sankt Jakobshøllini í Basel hevur nú vunnið fimm dystir á rað undan EM-endaspælinum. [...] ir legendariska bakaran, Andreas í Køkubúðini, Andrea Jacobsen - sum eitur eftir langabba sínum - gekk undan og vísti sínum fjórðings landskvinnum í Føroyum hvussu ein skal skjóta mál ímóti Sveis. Andrea
storm á Kappanum. Teir fingu ein slíkan sjógv, at kokkahúsið á dekkinum fór til sjós. Hetta gjørdist ein svangligur heimtúrur, nú teir illa fingu matgjørt. Í 1934 sigldi Standard á ein boða á Norðurlandinum [...] bygdan. Hann átti part í økinum, sum varð latið til salin at byggja á. Hevði Dias á Heyggi við fyrsta túrin Lávus var mammubeiggi Dias á Heyggi, sum eisini var úr Porkeri, og Dias fór 14 ára gamal til skips [...] annar er á lívi, sum hevur upplivað hetta illveður. Fingu ikki oyra fyri heilan túr Í 1936 var Diurin við Honnu av Tvøroyri. Petur í Geilini var skipari. Á vegnum heim fingu teir illveður á Kappanum
GÍ, sum sjónleikari, sangari á kirkjuloftinum, innan ferðavinnuna, og hesi seinastu meira enn 10 árini, sum stjóri í egnari fyritøku - AP bussar. Alla tíðina ein, sum gekk á odda, saman við øðrum góðum [...] steðgaði upp. Sjálvt um vit vistu, at hann var farin til Danmarkar álvarsliga sjúkur, so ljóðaði, at alt gekk rættan veg. Men so skuldi ikki vera. Hetta lívsstykki, hesin krumtappurin, sum alt felagslívið í Tungu [...] vit onki kunnu taka sum givið her í lívinum. Áðrenn vit varnast, kann deyðin leggja sína køldu hond á onkran av okkara nærmastu. Eitt betri grannalag og samanhald, enn tað í Tungu finst neyvan. Vit vilja
var lætt at sleppa sær upp á helluna. Síðan passaði Poul Johannes sær løgir at leypa. Hetta gekk á sama hátt sum hjá Andreasi. Hetta var ikki hissini lop. Sundið millum beinini á Kellingini er so mikið breitt [...] var at gera skjótt av og at leypa uppá hellina, áðrenn báturin fór aftur á sjógv og sakk. Hetta gekk væl. Máttu leypa bein av beini á Kellingini Hetta var annars so óheppið, sum tað kundi vera. Høvdu teir [...] fyrr enn móti morgni. Teir vistu tó, at Sigvald Jacobsen á Morskranesi plagdi at royna eystanfyri á hesum leiðum, og at hann plagdi eisini at avreiða á Eiði. Tað kundi tí roknast við, at hann fór at sigla
r. Tað setti eisini dám á hansara 100 ára føðingardag, at tingmanningin hjá flokkinum kom í føðingardag. Men vit báðir komu ongantíð inn á politikk. Hevur helst ánað, at vit á tí økinum ikki drógu eina [...] at greiða frá sínum lívi, so hetta kundi fáast á prent, áðrenn tað var ov seint. Hetta var eitt hugtakandi upplivilsi. Andreas tosaði í fyrsta umfari upp á band stórt sæð uttan slit í tríggjar tímar. Tað [...] seinni at rógva út, gjørdist landformaður hjá útróðrarbáti og slepti ikki fiskiskapinum fyrr enn hann gekk á 85. ári. Hann hevur tískil verið við í fiskiskapi í heili 70 ár. Hansara frásøgn varð fyrst prentað