Andras og teir eru vónbrotnir

Í EB/Streymi iðra teir seg um, at tað ikki eydnaðist at vinna ímóti HB, tá ið leiðslan eina løtu var tvey mál

Dómarin hevur bríkslað fyri síðstu ferð í góðveðrinum í Gundadali. Máltalvan vísir 2-2. Tað plagar at vera góðkent úrslit og meiri enn tað hjá teimum flestu, sum eru gestir hjá HB, men teir í EB/Streymi kendu seg ikki freistaðar at fegnast um 2-2 úrslitið.

 

Liðformaðurin Andras Ó. Olsen sigur soleiðis:

 

-Vit iðra okkum ógvuliga nógv um, at tað ikki eydnaðist at vinna øll stigini. Eftir innlegg úr vinstru frá Jóhann Hansson Joensen legði Niklas T. Kruse okkum á odda beinanvegin. So gekk tað fyri seg eftir okkara treytum. Vit vistu, at HB ætlaði at koma út í seinna hálvleik sum eitt óløgi. Tí gav tað sera nógva eyka orku, tá ið Niklas T. Kruse eftir HB horna og skjótt mótálop í høgru rann verjuna av og úr spískum sendi bóltin framvið Teiti Matras Gestsson og í handara síðunetið.

 

EB/Streyma liðformaðurin heldur, at hansara menn arbeiddu nógv og væl, og hann iðrar seg nógv um, at tað ikki eydnaðist at halda tørn, tá ið tað var 2-0, inntil tað restaði eitt korter.

 

-Vit vóru undir stórum trýsti, men tað eydnaðist at rudda burtur, tá ið teir royndu seg við høgum sendingum, og onkra ferðina var tað um reppið, at vit fóru í mótálop. Vit eru nøgdir við hugburð og avrik, men vit iðra okkum, at vit ikki vunnu fulla úrtøku, sigur Andras Ó. Olsen, liðformaður hjá EB/Streymi.

 

HB venjarin Kim Engstrøm er vónbrotin um, at tað ikki eydnaðist at vinna fulla úrtøku. Fyri átta døgum síðani var tað 1-1 á Svangaskarði, og í dag endaði tað 2-2 ímóti EB/Streymi í Gundadali.

 

-Byrjanin bæði í fyrra og seinna hálvleiki var katastrofal. Vit mentu okkum væl síðsta hálva tíman, og tað eydnaðist at skora tvey mál. Um vit høvdu spælt eina lítla løtu aftrat, so høvdu vit heilt víst vunnið. Tað gjørdu vit ikki, og vit kunnu takka okkum sjálvum fyri, at vit ikki vunnu, sigur HB venjarin.

 

Stefan Radosavljevic minkaði um munin til 2-1 eftir innlegg frá Daniel Johansen, og Daniel Johansen átti eisini innleggið, tá ið innskifti Hilmar Leon Jakobsen við høvdinum javnaði til 2-2.