Fríggjadagur 21. januar. Klokkan farin av 4. Telefonin ringir, og konan tekur hana. Skilti at tað vóru ring boð. Og so var. Andreas er deyður, segði hon. Aftur einaferð var tað, sum um alt steðgaði upp. Sjálvt um vit vistu, at hann var farin til Danmarkar álvarsliga sjúkur, so ljóðaði, at alt gekk rættan veg. Men so skuldi ikki vera. Hetta lívsstykki, hesin krumtappurin, sum alt felagslívið í Tungu snaraði um, var ikki millum okkum meira.
Tankarnir fara meira enn 20 ár aftur í tíðina. At flyta til nýggja bygd, má fyri okkum og mong onnur, sýnast sum eitt stig inn í nakað ókent, og ein veit ikki rættuliga hvat framtíðin vil bjóða. Hvussu við nýggjum vinum og kenningum í hesum, fyri okkum, fremmanda stað?
Allir hesir okkara tankar vórðu gjørdir til skammar. Ikki minst takkað verið Andreasi. Hesin lívsglaði maðurin, sum vit beinanvegin komu at kenna, og verða góð við, og sum var ein persónur, sum vit hildu, at vit altíð høvdu kent.
Vit minnast flogbóltin, tunnusláingina, jólaveitslurnar, føðingardagar og alt annað, ið vit komu at hava saman. Sum Martin prestur so væl segði tað undir jarðarferðini: tann savnandi í grannalagnum. Vit minnast túrar í fjøllunum, bussferðir, bowling og dans.
Og ikki minst tá Andreas var borðstjóri. Hann kundi sanniliga fáa eitt borðhald upp at kóka, so øll vóru við. Vit minnast við gleði okkara egna silvurbrúdleyp, har hann var tann, ið stílaði fyri.
Og so teirra egna. Sjáldan mugu fleiri fólk verða savnaði til eina gleðisveitslu, enn til teirra silvurbrúdleyp í Bygdarhúsinum í Leirvík. Alt samalt tekin um, at tit bæði vóru kend av mongum og eiga nógv vinfólk.
Somuleiðis minnast vit við gleði, tá vit vóru saman í summarhúsinum í Saltun, góða Poula.
Eisini hava vit í grannalagnum fleiri ferðir tosað um, at farið eina bussferð saman uttanlands. Sjálvandi var Andreas primus motor í hesum ætlanum. Hetta skuldi so verða av ongum. Aftur einaferð fingu vit eina áminning um, at vit ikki skulu útseta nakað til í morgin, ella næsta ár, sum vit kunnu gera í dag. Vit eiga bara dagin í dag, og hesa løtuna, vit eru í, beint nú.
Í okkara tíð her í Syðrugøtu, eru 4 mans deyðir í grannalagnum í bestu árum. Jákup, Jóa, Jónhard og nú Andreas. Og nú fór Henning í Norðragøtu eisini, alt ov ungur. Friður veri við minni teirra.
Gudda segði, at tá ið kistan við Andriasi kom í túnið, vóru tær 5 einkjur úr grannalagnum, sum høvdu mist mannin í bestu árum: Ása, Elinborg, Ragna, Gudda og Poula. Hetta sigur okkum, at vit onki kunnu taka sum givið her í lívinum. Áðrenn vit varnast, kann deyðin leggja sína køldu hond á onkran av okkara nærmastu.
Eitt betri grannalag og samanhald, enn tað í Tungu finst neyvan. Vit vilja nýta høvi til at takka tykkum øllum fyri, at vit kundu gerast ein partur av hesum.
Og so alt annað, sum Andreas var uppi í. Tað veri seg sum fakfelaksleiðari, ambulansukoyrari, altjóða fótbóltsdómari, formaður í GÍ, sum sjónleikari, sangari á kirkjuloftinum, innan ferðavinnuna, og hesi seinastu meira enn 10 árini, sum stjóri í egnari fyritøku - AP bussar. Alla tíðina ein, sum gekk á odda, saman við øðrum góðum fólki.
At Andreas var kendur og avhildin, sást av tí ovurstóra skara, sum neyvan fyrr er sæddur í Gøtu, ið fylgdi honum til hansara seinasta hvíldarstað her á fold.
Góða Poula, Páll Rói, Jan og Marjun, abbasonur, systir og øll tykkara familja, og mamman, sum misti mannin, sama dag sum Andreas doyði, fyri 8 árum síðani: Má Hin Alvaldi Gud í himlinum vera hjá tykkum og troysta tykkum í hesi sváru tíð.
Saknið tungan harmin vekur,
at so dátt vit mistu teg,
Harrin gevur, Harrin tekur,
ei vit skilja Harrans veg;
ei á foldum finnist hann,
lívsins gøtu grunda kann:
best sum sólin fagrast skínur,
deyðin inn um dyrnar trínur.
Við hesum fátæksligu orðum vilja vit lýsa frið yvir minnið um okkara góða vin, Andreas Poulsen.
------------
Vinfólk