Andras vann sprint triathlon

Andras Joensen tók mótstøðumenninar í renningini og vann harvið fyrstu triathlon-kappingina í ár


Sunnudagin skipaði Føroya Triathlon Felag fyri kapping í tí, sum verður rópt sprint triathlon. Hetta er ein kapping, har svomið verður 750 metrar, súkklað verður 20 kilometrar og runnið verður 5 kilometrar.
Kappingin var í Havn. Svomið var í svimjihøllini í Gundadali, og súkklað og runnið varð eftir vegnum í høvuðsstaðnum. Nakað av órógvi var av ferðslu, men annars gekk kappingin væl.
 
Andras vann
Ottar í Hjøllum var fyrst úr hylinum, síðani kom Remi Lamhauge og 1-2 minutt aftaná komu so Evald Rasmussen og Andrass Joensen. Nakað aftanfyri teir komu so Kári Simonsen og Áslakkur Nesá. Ottar var eisini fyrstur  út á súkkluna, men her vísti tað seg, sum ikki einaferð, at royndir hava nógv at siga í hesi trídeildu ítróttagrein.
Evald, sum var triðjur upp úr hylinum, skifti skjótast, var næstur út á súkklurutuna, og var skjótt  fremstur. Hann fór eisini fyrstur út á rennirutuna, men Andrass vísti hesaferð, at hann er ein góður rennari. 100 metrar frá málinum fór hann fram um Evald og vann sostatt fyrstu triathlonkappingina í ár. Nummar 2 gjørdist Evald Rasmussen, og Remi Langgaard var nummar 3.
 
Kappast á OL-teini
14 mai verður aftur kappast, tá er tað OL-teinurin, sum sær soleiðis út: Svomið verður 1500m í svimjihøllini. Súkklað verður frá høllini, til Kaldbaks, Kaldbaksbotn, Kaldbak, rundkoyringina við R.C. Effersøesgøtu, og oman til Plantusøluna. Teinurin er 40 km. Runnið verður frá Skógrøkt Landsins, fram við Strond til Føroya Sparikassa, og aftur til Skógrøkt Landsins. Teinurin er 5 km og skal rennast tvær ferðir.