vera við í morgin. Í løtuni er leikaraloyvið tó ikki komið upp á pláss enn. Kemur tað upp á pláss áðrenn dystin í morgin, og tað vóna vit, so hevur Rógvi møguleika at spæla sín fyrsta dyst fyri felagið [...] har hann hevur spælt í triðbestu norsku deildini. Hetta mynstrið verður tó broytt nú, tí at framyvir fer Rógvi Baldvinsson at spæla fótbólt í Danmark. Nýggja felagið hjá Rógva Baldvinsson er FC Fredericia [...] felagnum, Stig Pedersen, í samrøðu við bold.dk. - Vit mettu, at vit manglaðu ein mann á vinsta bakki, og tá ið møguleikin at fáa Rógva til felagið stóð deg upp, valdu vit at sláa til, sigur Stig Pedersen
línifiskur kundi verið førdur heim til Føroyar til virkingar. Línan dálkar minni og góðskan kemur altíð at vera nummar eitt. Somuleiðis fer línan betur við botni og kemur ongantíð at oyðdreba nakran fiskastovn [...] havinum má lógarkrevjast til virkingar her á landi, og vinnan skal hava støðugar karmar at virka undir. Nú verður bert tosa um uppisjóarfisk, makrel, sild og svartkjaft, hesi fiskasløg kunna svimja uppi í sjónum [...] botn, líkasum toskur, hýsa, upsi og annars allur botnfiskur eisini kann svimja uppi í sjónum fyri at fáa sær føði Kvoturnar eru hækkaðar munandi, so her er arbeiði og peningur at vinna. Vit høvdu einaferð
ójavnar Føroyar. Nøkur fá eru vorðin nógv ríkari, meðan talið av teimum, ið liva í fátækraváða, er vaksið í stórum. Javnaðarflokkurin fer at venda hesi gongd og gera sítt, so vit fáa eitt rættvíst og solidariskt [...] útbúgving og er tryggjaður rímilig fíggjarlig kor undir lesnaði. Heldur ikki er tað sjálvsagt, at tann eldri fær fólkapensjón og tann avlamni fyritíðarpensjón ella at familjan, sum brádliga kemur í fíggjarliga [...] fyriuttan, og tað eru nógv í øðrum londum, sum øvunda okkum tær. Samgongan, ið hevur rátt fyri borgum seinastu fýra árini, var í ferð við at avlaga hetta vælferðarsamfelag og skapa einar ólíkar og ójavnar
grindalógina og revsilógina í sambandi við grindadrápini í Bø og í Sandagerði. Ákæruvaldið hevði kravt tey fimm ákærdu, Kevin Scheltz, Xavier Figarella, Marianna Baldo, Christophe Bondue og Rosemarie Kunneke [...] “eitt slíkt samfelag er Føroyar ikki”, sum hann orðaði seg. Jógvan Páll Lassen, verji, kærdi dómin á staðnum, og krevur linari revsing. Linda Hesselberg, ákæri, kontrakærdi, og krevur at revsingin verður [...] er ásett í lógini. Xavier Figarella og Marianna Baldo vórðu dømd at rinda 30.000 krónur í bót hvør, fyri við báti at royna at forða, at grindin í Bø varð hildin til, og fyri ikki at akta boðum frá løgregluni
minka um hallið á fíggjarlógini - At skuldin væntandi fer at minka eftir 2016 og - At búskapurin er sterkari, millum annað orsaka av vøkstur í BTÚ og lágum arbeiðsloysi Viðurskifti, sum kunnu geva Føroyum [...] Føroyum eina betri rating eru, um fíggjarlógin aftur kemur í langtíðar javnvág, at skuldin minkar til støðið undan heimsfíggjarkreppuni og um Føroyar vórðu minni tengd at stuttíðarfígging. Hinvegin eru viðurskifti [...] Ratingfyritøkan Moody’s kunngjørdi seint í gjárkvøldið teirra meting av Føroyum. Føroyar varðveitir ratingina Aa3, sum er fjórðhægsta rating av 21 møguligum. Men samstundis eru útlitini broytt frá at vera
eisini stuttligt at Portugal og Cristiano Ronaldo koma til Føroyar, og eg ivist onga løtu í, at Cristiano Ronaldo væntar at skora eini trý mál ímóti Føroyum, sum hann tó ikki fer. Atli heldur eisini at mø [...] undankapping eru góðir. - Vit spældu móti Ungarn í oktober mánað í fjør, og skuldu havt vunnið dystin. Og vit hava áður vunnið ímóti Estlandi og Litava, so vit eiga sjálvandi at hava góðan møguleika móti Lettlandi [...] Lutakast til komandi HM undankapping var í gjár. Føroyar eru til komandi HM undankapping í bólki saman við Portugal, Sveis, Ungarn, Lettlandi og Andorra. Varaliðskiparin á føroyska landsliðnum, Atli Gregersen
plankton-nøgdin og sjálvandi nøgdin av makreli og sild og hvørjum standi, tey eru í. Teir fimm granskararnir, sum hava verið við, lata væl at kanningunum og siga, at stovnurin er væl fyri, og at kanska er enn [...] sínar við Føroyar. Christian í Grótinum hevur í ein góðan mánaða verið leigaður av Havstovuni til serligar kanningar av makrel- og sildastovninum kring Føroyar. So skjótt alt varð komið í land og kanningarfólkini [...] Norðborg á miðdegi. Teir hava verið til makrel- og sildakanningar við Føroyar eftir leisti hjá ICES, og hava grannalondini eisini gjørt sínar kanningar og í ES-sjógvi eftir sama leisti. Siglt verður eftir
nógv tilfar og í august kemur so nakað av tí út, tá bólkurin útgevur sína fyrstu fløgu. Limirnir í bólkinum vóna, at fløgan og framførslan á G! fara slóða fyri, at bólkurin sleppur útum Føroyar við tónleikinum [...] lagd á básar og sølustøðir, meðan ljóðroyndir hoyrast um alla bygdina frá bólkum, ið seinni í dag skulu á pall. Tann tónleikaligi parturin av festivalinum byrjar klokkan 17, tá Punjab fer á pall á Spæ [...] Bjarnason á gittar, Kári Fossaberg Ellingsgaard á bassi og Kristian Paula Ellefsen á ljómborðum. Hetta er fyrstu ferð, at ungu menninir framføra á G!, og eru teir sum vera man spentir, nú tað er ein lítil tími
komandi dagarnar vestan fyri Føroyar og sendir tíðum æl yvir oyggjarnar úr suðri. Fríggjadagin fer eitt størri regnøki at strekkja seg yvir Føroyar av suðri og um vikuskifti kemur kaldari luft yvir oyggjarnar [...] eitt lot til andøvsgul, 3 til 8 metrar um sekundið. Skýggjað og támut og kanska regn av og á, men út á dagin verður yvirhøvur turt og sólglottar og um náttina klárar í. Hitin um 10 stig. Mikudagin verður eitt [...] snarar í ein sunnan, undir 6 metrar um sekundið. Turt og kanska sær sólin og hitin millum 10 og 13 stig. Um náttina kanska okkurt æli og hitin millum 7 og 10 stig. Hósdagin verður eitt lot til eitt gul av
varðveita tilfeingið og at troyta og gagnnýta hetta burðardygt á skilabesta hátt, lívfrøðiliga og búskaparliga, við virðing fyri sambandinum millum ymisku dýra- og plantustovnarnar í havinum og meingi teirra [...] arbeiðs- og inntøkumøguleikar og møguleikar fyri vinnuligum virksemi um alt landið…” - Hevði alt, sum fer í havið aftur umborð á føroyskum fiskiskipum, verið virkað á skilabesta hátt, høvdu Føroyar verið [...] onkur vildi sagt - ikki kemur upp á land, er, at ein rúgva av virðismiklum tilfeingi, sum Høvdavirkið kundi keypt og brúkt í sínari framleiðslu, verður tveitt í havið aftur. Aftur og aftur hevur Eirikur á