Føroyskur landsliðsleikari funnið nýtt felag

Framyvir fer Rógvi Baldvinsson at gera um seg í næstbestu donsku deildini

Seinastu nógvu árini hevur føroyski Rógvi Baldvinsson spælt fótbólt í Noregi, har hann hevur spælt í triðbestu norsku deildini. Hetta mynstrið verður tó broytt nú, tí at framyvir fer Rógvi Baldvinsson at spæla fótbólt í Danmark.

 

Nýggja felagið hjá Rógva Baldvinsson er FC Fredericia, sum í løtuni er oddalið í næsbestu deildini á flatlondum. Hóast føroyskir fótbóltsfjepparar í størstan mun kenna Rógva sum ein miðverja, so er ætlanin hjá Fredericia at brúka hann á øðrum plássi. Hetta sigur stjórin í felagnum, Stig Pedersen, í samrøðu við bold.dk.

 

- Vit mettu, at vit manglaðu ein mann á vinsta bakki, og tá ið møguleikin at fáa Rógva til felagið stóð deg upp, valdu vit at sláa til, sigur Stig Pedersen.

 

Skjótt kann tað ganga í fótbóltsheiminum, tí at ætlanin hjá Fredericia er, at Rógvi Baldvinsson longu skal vera við í hópinum hjá Fredericia, sum spælir dyst í morgin.

 

- Vit vóna, at leikaraloyvið hjá Rógva verður í lagi skjótast gjørligt, so at hann kann vera við í morgin. Í løtuni er leikaraloyvið tó ikki komið upp á pláss enn. Kemur tað upp á pláss áðrenn dystin í morgin, og tað vóna vit, so hevur Rógvi møguleika at spæla sín fyrsta dyst fyri felagið longu í morgin, sigur Stig Pedersen at enda við bold.dk.

 

Mótstøðuliðið hjá Fredericia í morgin er Næstved, sum seinastu vikuna hevur verið nógv umrøtt í donskum miðlum. Orsøkin er, at Næstved tók danska fótbóltsheimin á bóli, tá ið liðið vann 1-0 á FC Nordsjælland, sum til dagliga spælir í bestu donsku deildini. Sigurin gerst enn meira hugtakandi, tá ið hugsað verður um, at Næstved spældi allan seinna hálvleik við níggju monnum orsakað av tveimum reyðum kortum.

 

Um 25 ára gamla Rógva Baldvinsson kann leggjast afturat, at hann er í hópinum hjá føroyska landsliðnum, sum fríggjadagin spælir ímóti Norðurírlandi á Tórsvølli. Hetta er fyrstu ferð í eina tíð, at Rógvi er við í landsliðshópinum. Rógvi er skrásettur fyri 19 landsdystir fyri Føroyar.