Alt ríkidømi í havinum má lógarkrevjast til virkingar her á landi, og vinnan skal hava støðugar karmar at virka undir. Nú verður bert tosa um uppisjóarfisk, makrel, sild og svartkjaft, hesi fiskasløg kunna svimja uppi í sjónum, men eisini niður við botn, líkasum toskur, hýsa, upsi og annars allur botnfiskur eisini kann svimja uppi í sjónum fyri at fáa sær føði Kvoturnar eru hækkaðar munandi, so her er arbeiði og peningur at vinna.
Vit høvdu einaferð ein stóran líniflota , men henda veiða er skjótt farin í søguna. Ongantíð fingu teir møguleikan at endurníggja seg, trolararnir fingu tey flestu loyvir og hava ríkað seg upp og fingið sín vilja.
Hvussu verjur man fiskastovnar?
Granskarar hava vit nógvar av, hvat við at koma við nøkrum fakta, hvussu minka vit um útblakingina? Hvussu verja vit smáfiskin? Hvussu verja vit koralir og annað á botni? Míni boð eru, at l vitata líniflotan fáa nokk av toskakvotu í Barentshavinum, Grønlandi og Íslandi í býti við uppisjóafisk, so frystur línifiskur kundi verið førdur heim til Føroyar til virkingar. Línan dálkar minni og góðskan kemur altíð at vera nummar eitt. Somuleiðis fer línan betur við botni og kemur ongantíð at oyðdreba nakran fiskastovn.
Æling á sjógvinum.
Her skuldi eisini verið arbeitt meir við at fara út á streymasjógv, so okkara firðir ikki verða meiri dálkaðir. Tað er prógvað, at aling inni á firðum dálkar illa. Brúkið tað vallærda fólkið, sum vit hava so nógv av, til at granska og koma við loysnum til bata fyri allar Føroyar.
Á fundi í Vági bleiv tosað um allar tær vallærdu vaskikonur, sjálvandi kann hetta ikki umgangast, tá alt føroya fólk er so væl utbúgvi, tá mugu tey eisini kunna taka ein vaskiklút í hondina. Høvdingar eru nokk av, men tað fækkast við indianarum við núverandi gongd.
Ein kross til Miðflokkin vildi hjalpt munandi!
Gott Miðfloksval.
Sigmund Andreasen