Føroyar missa stór virðir við útblaking

- Hevði alt, sum fer í havið umborð á okkara fiskiskipum, verið virkað á skilabesta hátt, høvdu Føroyar verið eina ella hálva aðru miljard ríkari, sigur Eirikur á Húsamørk, stjóri á Høvdavirkinum

- Hevði Høvdavirkið havt eina slíka nevnd sum vinnunevnd løgtingsins, so hevði virkið ikki verið til, men hevði langt síðan verið farið á húsagang. Eg eri fegin um, at eg ikki skilji politikk. Gjørdi eg tað, hevði eg slett ikki klárað at rikið hesa fyritøku.

 

Tað sigur Eirikur á Húsamørk, stjóri á Høvdavirkinum í Leirvík, tá hann sipar til viðgerðina á tingi og í vinnunevnd løgtingsins av málinum um at gagnnýta alt tilfeingið, sum føroysk fiskiskip hava atgongd til.

 

Vikublaðið, sum kemur í hvørt hús í Føroyum mánadagin, hevur vitjað í Eysturkommunu, og her hava vit eisini vitjað á Høvdavirkinum í Leirvík.

 

- Eru Føroyar vorðnar so ríkar, at okkum ikki nýtist at gagnnýta alt tað tilfeingi, sum er í havinum?

 

Hetta er ein spurningur, sum Eirikur á Húsamørk. mangan hevur sett sær.

 

Virkið á Hagaleiti í Leirvík er vorðið rættiliga stórt og hevur eina framleiðsluorku, sum er nógv størri enn tann rávøra, sum virkið í løtuni kann uppdríva í Føroyum.

 

Ein orsøkin til, at henda rávøra  - ella “skrambul” frá fiskivinnuni sum onkur vildi sagt - ikki kemur upp á land, er, at ein rúgva av virðismiklum tilfeingi, sum Høvdavirkið kundi keypt og brúkt í sínari framleiðslu, verður tveitt í havið aftur.

 

Aftur og aftur hevur Eirikur á Húsamørk víst á, hvussu stór virðir talan er um, sum føroysk fiskiskipavinna tveitir í havið aftur, og hann hevur eisini víst á, hvat lógin um vinnuligan fiskiskap sigur um gagnnýtslu av okkara tilfeingi, ogn Føroya fólks.

 

Í lógini um vinnuligan fiskiskap stendur í grein 2, at “livandi tilfeingið á føroysku landleiðunum og tey rættindi, føroyska heimastýrið við samráðingum hevur rokkið ella eftir altjóða rætti eigur uttan fyri føroysku landleiðirnar, eru ogn Føroya fólks. Dentur verður lagdur á - í umsitingini av hesi lóg - at varðveita tilfeingið og at troyta og gagnnýta hetta burðardygt á skilabesta hátt, lívfrøðiliga og búskaparliga, við virðing fyri sambandinum millum ymisku dýra- og plantustovnarnar í havinum og meingi teirra, til tess at tryggja besta samfelagsbúskaparliga íkastið frá fiskivinnuni, støðugar arbeiðs- og inntøkumøguleikar og møguleikar fyri vinnuligum virksemi um alt landið…”

 

- Hevði alt, sum fer í havið aftur umborð á føroyskum fiskiskipum, verið virkað á skilabesta hátt, høvdu Føroyar verið eina ella hálva aðru miljard ríkari í útflutningsvirði, sigur Eirikur á Húsamørk, stjóri á Høvdavirkinum í Leirvík, sum Vikublaðið hevur skift orð við.