Punjab leggja fyri við orkuríkari framførslu á G!

- Tað verður ein orkurík konsert, lova ungu menninir í Punjab, ið er fyrsti bólkurin, sum trínur á pall á ársins G! festivali.

Fólk byrja so spakuliga at leita sær til Syðrugøtu har ársins G festivalur er um at byrja. Í løtuni verður síðsta hond lagd á básar og sølustøðir, meðan ljóðroyndir hoyrast um alla bygdina frá bólkum, ið seinni í dag skulu á pall.


Tann tónleikaligi parturin av festivalinum byrjar klokkan 17, tá Punjab fer á pall á Spæliplássinum. Á heimasíðuni hjá G! verður tónleikurin hjá Punjab lýstur sum jazz íblástur funk rokkur, og er bólkurin mannaður av seks ungum monnum. Matthias Kjølbro á saksofon, Árni Johannesson á sangi, Tórður Dam Jacobsen á trummum, Robert Bjarnason á gittar, Kári Fossaberg Ellingsgaard á bassi og Kristian Paula Ellefsen á ljómborðum.


Hetta er fyrstu ferð, at ungu menninir framføra á G!, og eru teir sum vera man spentir, nú tað er ein lítil tími til konsertin byrjar.


- Hetta er mega feitt. Vit føla, at tað er eitt slag av tónleikaligari góðkenning í Føroyum at spæla á G! Hetta er eitt stig á leiðini hjá øllum føroyskum tónleikarum, siga ungu menninir, ið lova eina lívliga framførslu.


- Tað verður ein orkurík konsert. Vit ætla at seta gongd í fjøldina, og fara millum annað at spæla nøkur nýggj løg, ið ikki hava verið framførd fyrr.


Bólkurin var stovnaður fyri trimum árum síðani, og hevur gjørt nógv um seg síðsta árið við framførslum kring alt landið. Bólkurin hevur hesa tíðina framleitt nógv tilfar og í august kemur so nakað av tí út, tá bólkurin útgevur sína fyrstu fløgu. Limirnir í bólkinum vóna, at fløgan og framførslan á G! fara slóða fyri, at bólkurin sleppur útum Føroyar við tónleikinum.


- Vit ganga allir í Hoydølum í løtuni, men vit kundu hugsa okkum, at komi útum landoddarnar við tónleikinum. Vónandi kann fløgan og hendan framførslan opnar nakrar dyr fyri okkum, so ynski kann gerast veruleiki, siga ungi menninir at enda.