Minnist søguna, ið pápi segði mær sum barn, um mannin við konu og fleiri børnum, sum var komin illa fyri. Keypmaðurin í bygdini vildi ikki lata hann halda fram at keypa upp á borg. Maðurin kundi ikki rinda sína skuld, og endin var, at keypmaðurin fekk húsini. Familjan flutti í kjallaran hjá øðrum at búgva. Og tað var ikki ein kjallari, sum vit kenna teir nú á døgum. Har var eingin fín íbúð, men moldgólv og eingir hentleikar.
Hóast henda endurgeving ikki er fullkomin, so er kjarnin í søguni sonn. Tann ríki gjørdist ríkari, og hin fátæki mátti svíða - einki trygdarnet var at lofta honum.
Javnaðarflokkurin hevur síðan stovnanina í 1925 stríðst fyri at byggja upp okkara vælferðarsamfelag eftir sama leisti sum hini norðurlendsku. Eitt samfelag, har tað almenna, felagsskapurin, veitir sosiala trygd og vælferð til allar borgarar. Eitt samfelag, har pláss skal vera fyri øllum, og eingin sleppur at detta niður ímillum. Eitt javnari samfelag.
Tað er ikki sjálvsagt, at tann sjúki fær ókeypis sjúkraviðgerð, at tann lesandi fær ókeypis útbúgving og er tryggjaður rímilig fíggjarlig kor undir lesnaði. Heldur ikki er tað sjálvsagt, at tann eldri fær fólkapensjón og tann avlamni fyritíðarpensjón ella at familjan, sum brádliga kemur í fíggjarliga trongstøðu, hevur krav uppá at verða hjálpt. Flestu okkara vilja ikki vera hesar skipanir fyriuttan, og tað eru nógv í øðrum londum, sum øvunda okkum tær.
Samgongan, ið hevur rátt fyri borgum seinastu fýra árini, var í ferð við at avlaga hetta vælferðarsamfelag og skapa einar ólíkar og ójavnar Føroyar. Nøkur fá eru vorðin nógv ríkari, meðan talið av teimum, ið liva í fátækraváða, er vaksið í stórum.
Javnaðarflokkurin fer at venda hesi gongd og gera sítt, so vit fáa eitt rættvíst og solidariskt samfelag, ið tryggjar, at vit hava umsorgan fyri hvørjum øðrum og standa saman um virðingina fyri tí einstaka menniskjanum. Tað er menniskjað í felagsskapinum, sum skapar tað góða samfelagið, og tað skal vera pláss fyri øllum. Vit vilja varðveita og menna eitt samfelag í sosialari javnvág, har tann einstaki í samstarvi við onnur hevur javnbjóðis møguleikar í felagsskapinum.
Aimé Jacobsen, valevni fyri Javnaðarflokkin