á staðið og fingu teir køvt eldinum áðrenn hann fekk breitt seg um restina av húsinum. Veggirnir og loftið var av betong og var hetta eisini grund til, at eldurin ikki fekk breitt seg. Ein ung genta, sum [...] sum lá og svav í rúminum við síðuna av, varð fingin út, meðan sløkkiliðið eisini fekk bjargað einum kanariufugli. Roykur var um alt húsið, men húsini eru ikki so illa farin. Tað kundi verið nógv verri um [...] eldurin hevði fingið tíð at ment seg, sigur vakthavandi á Brandstøðini í Havn. Væl gekk at sløkkja, og eldurin var sløktur stutt eftir at sløkkiliðið var á staðnum. Orsøkin til eldsbrunan er ikki greið
drekking, rúsevnisnýtslu og royking. Tað eru tey somu fólkini, sum drekka, roykja og nýta rúsevnir. Um tu byrjar at roykja, er størri vandi fyri at tú fer at roykja, og um tú longu drekkur og roykir er vandin [...] hjá ungum undir 18 minst ein eins stórur trupulleiki, sum tað, at ung nýta rúsevnir. ? Tað vísir seg, at alt ov nógv ung drekka ov nógv og ov tíðliga. Hetta er ein trupulleiki, ið verður tikin í ov lítlum [...] ert fyltur 18 og tú hevur heldur ikki loyvi at keypa til nakran, ið er yngri enn 18. Hetta eigur at verða sætt, sum eitt lógarbrot, tá ung undir 18 rúsa seg, metir Carl August. Rúsdrekka- og narkotika ráðgevin
vikuskiftinum. Fríggja- og leygarkvøldið kl. 20 og sunnukvøldið kl. 18. Talarar: Høgni Johannesen og Janus Gunnarsson. Eisini verður sangluttøka við: Allan Ellingsgaard, Kristjan og Kára. Øll eru vælkomin [...] Leygarkvøldið kl. 21 Møti, ung og tilkomin luttaka við lovsangi, solosangi, drama og vitnisburði. Øll eru hjartaliga vælkomin. Møtiskrá hjá Hera Elttør trúboðara í DK Fríggjakvøldið 18. og leygarkvøldið 19. jan [...] heldur fram í kvøld kl. 20 við talu og sangi av Meinigheitskórinum í Havn. Sunnudagin er gudstænasta við altargongd kl. 12, sunnudagsskúli kl. 14.30 og møti kl. 18 við talu og sangi av Meinigheitskórinum íHavn
klæðini har, og tí at eg helt tað vera spennandi at prøva tað. Hvussu eru fólkini í Deres at arbeiða saman við? Tey eru fitt at arbeiða saman við, tí at tey tosa nógv við meg, eru ung og eru lætt at koma [...] man fara at bio, bowla og gera mangt annað, sum man ikki kann gera úti á bygd. Hvat gert tú, tá ið ert í praktik hjá Deres? Eg støvsúgvi, pussi vindeygu og leggi klæðir saman og standi eisini onkuntíð [...] bygd, og tí at eg sjálv búgvi úti á bygd, og eg vildi gjarna prøva okkurt nýtt, t.d. arbeiða í einum klædnahandli í Havn. Hvat gert tú, tá ið tú ert í praktik á Veromoda? eg leggi klæðir saman og standi
støði frá nýbyrjarum til heilt vandar dansarar. ? Ógvuliga hugaligt er at síggja, at eisini heilt ung fólk eru áhugað í at dansa, sigur Erling Jørgensen, formaður í Dansifrøi. ? Tey ungu hugna sær ógvuliga [...] ógvuliga væl. Kanska eru tað eitt sindur meira gentur enn dreingir, men dreingirnir eru eisini nógvir, og er tað sjálvandi gleðiligt at síggja. Tey ungu eru mest áhugað í at dansa Rock ´n Roll, ella tað, sum [...] tey eru fyrst komin í gongd. Til tiltakið í Norðurlandahúsinum hevur Rhoda Rubeksen eitt eyka hold, og eisini hevur Sharon Weiss eitt hold við livandi tónleiki. Jógvan Martin Mørk hevur vant trý av holdunum
fatið 3,5o $ (17% av brutto) til landskassan. Hinir 17,50 $ (ella 83%) eru til útbygging og rakstur av einum oljuøki og til oljufeløgini. Tað var av hesum eg helt tað kundi verði áhugavert at fingið nakrar [...] oljufeløgini síggja hetta júst soleiðis. Latin er nógvur peningur til eitt nú lestrarstuðul í útlondum, og ung fólk eru bjóðað útbúgving innan oljufeløgini. Fleiri almennir útbúgvingarstovnar her heima eru eisini [...] nýtímans oljufeløgum verður uppfatað sum "hjálp til sjálvhjálp" og lønt aftur í einum styrktum handils- samskifti ímillum Oljumálastýrið og tey ávísu oljufeløgini. Okkara privatu feløg eru so fáment, at
flyta inn og selja rúsevni í Føroyum, hevur enn eina ferð sett rúsevnismisnýtsluna á dagskránna. Í tí sambandi kom fram í fjølmiðlunum, at marknaðurin av rúsevnum í Føroyum er ógvuliga stórur og er alsamt [...] eksperimenterað við speed og hasj. Niðurundirkomnar mammur hava vent sær til mín av neyð, tí teirra børn eru í rúsevnum, sigur Erna Sigrún Hákonardóttir, sum arbeiðir sum alkohol- og familjuráðgevi í Havn [...] Havn. Serlig viðgerð Ung við rúsevnistrupulleikum eiga at koma í eina viðgerð, ið serliga er ætlað hesum aldursbólkinum. - Rúsevnismisnýtslan førir við sær so stórar heilabroytingar og -skaðar, at tað ræður
luttekur við boskapi og vitnisburði, Dánjal og Jógvan framføra drama. Drekkamður aftaná. Verið hjartaliga vælkomin. Meinigheitshúsið Missiónsvikan verður í døgunum 27. jan. til 3. feb., og barnaansing verður [...] verða 24. mars og 7. apríl. Konfirmantarnir skulu møta í Havnar kirkju týsdagin 29. januar kl.15. Markið millum Suðurstreymoyar eystara og vestara prestagjald er Tróndargøta, Varðagøta og Villingardalsvegur [...] Mary Ann Poulsen. Kl. 18 Thomas Dam og Petur Hans Hansen tala og syngja. Innsavnan til H. M. Hvørt kvøld verður drekkamuður. Øll eru hjartaliga vælkomin. Missións- og ungdómshúsið á Glyvrum Sunnudagin kl
í brotsverkum. Og júst hetta við brotsverkunum hava Poul Nyrup Rasmussen og hansara kumpanar brúkt sum orsøk til at gera útlendingapolitikkin enn strangari, og spreiða enn meira hatur og ræðslu millum vanliga [...] sum politikkarar og fjølmiðlar hava málað, og krevja ein harðari politikk. So núverandi danska stjórnin velur at argumentera við, at í arabisku londunum er politikkurin so og so strangur og tí kunnu vit brúka [...] annan veraldarbardaga og skal síggjast sum ein bleytari og tillagað útgáva av apartheid. Tað er bert ein spurningur um tíð, áðrenn onkur dregur Danmark fyri ST-mannarættindadómstólin og vinnur sakina. Tað
Rasmussen dagliga starvast, og tað er í Nólsoy, at hann ætlar at seta búgv. Lívið sum trubadurur er komið at enda, og nú er ætlanin at byggja hús í Nólsoy saman við gentuni, og báðum døtrunum. Eisini er [...] fyrsta, so hava eg og gentan tosað um, at tá vit skuldu flyta heimaftur, so skuldi tað vera til eitt av teimum smærru plássunum nær við Havnina. Mær hevur eisini altíð dámað væl í Nólsoy og mær dámar væl frið [...] frið. Tað tekur heldur ikki langa tíð at fara til Havnar, og tað er eisini væl bíligari at byggja hús og keypa grundstykki í Nólsoy enn tað er í Havn. Nú havi eg allan mín uppvøkstur sæð Nólsoynna, meðan