Køkurin í Missiónshúsinum í Nólsoy er karmur um samrøðuna við Terja Rasmussen. Missiónshúsið í Nólsoy virkar nú sum dagstovnur hjá 15 børnum frá 0 ? 10 ár. Tað er í hesum dagstovninum Terji Rasmussen dagliga starvast, og tað er í Nólsoy, at hann ætlar at seta búgv. Lívið sum trubadurur er komið at enda, og nú er ætlanin at byggja hús í Nólsoy saman við gentuni, og báðum døtrunum. Eisini er ætlanin at fáa egið studio í kjallaran.
Men hvussu ber tað til, at ein havnarmaður, búsitandi í Keypmannahavn, brádliga vendir heimaftur á klettarnar og síðani velur at búseta seg í eini lítlari bygd sum Nólsoy.
? Grundirnar eru nógvar, hví júst Nólsoy er bygdin eg havi valt at búseta meg í, sigur Terji Rasmussen.
? Fyri tað fyrsta, so hava eg og gentan tosað um, at tá vit skuldu flyta heimaftur, so skuldi tað vera til eitt av teimum smærru plássunum nær við Havnina. Mær hevur eisini altíð dámað væl í Nólsoy og mær dámar væl frið. Tað tekur heldur ikki langa tíð at fara til Havnar, og tað er eisini væl bíligari at byggja hús og keypa grundstykki í Nólsoy enn tað er í Havn. Nú havi eg allan mín uppvøkstur sæð Nólsoynna, meðan eg nú ístaðin fyri sleppi at síggja inn á Havnina.
Stórtrívist
Terji varð útbúgvin pedagogur á læraraskúlanum í januar 1995, og fór í 1998 niður til Keypmannahavnar. Í Danmark arbeiddi Terji á einum viðgerðarheimi fyri ung, sum kanska kann samanberast við Rókina úti á Argjum. Eftir at hava starvast har í tvey ár, valdi hann at gerast fulltíðartónleikari burturav, sum hann sjálvur sigur. Terji leigaði seg inn í eini høli í Herlev, har hann gjørdi sítt egna studio. Í tí studionum vórðu tríggjar fløgur framleiddar, og sum eitt ískoyti byrjaði hann at spæla á náttklubbum og líknandi.
? Men at syngja "Hotel California" á eini barr er "dødens pølse" í longdini, greiðir Terji frá.
? Tí valdi eg at geva mítt trubadur virksemi upp, og flyta heim til Føroya eitt hálvt ár "ov tíðliga". Eg kundi eisini valt at fingið mær arbeiði niðri, fyri síðani at siga upp um eitt hálvt ár, men eg valdi heldur at flyta heim til eitt nýtt lív í Nólsoy.
Songfuglurin sigur, at hann stórtrívist í Nólsoy og nólsoyingar hava tikið væl ímóti sær.
? Eg fari ikki til Havnar uttan so, at eg havi eitt ørindi, sigur Terji.
? Eisini her á barnagarðinum trívist eg væl. Eg hevði ongar forvæntningar til arbeiðið her, so eg eri hvørki vorðin positivt ella negativt yvirraskaður.
Tó sigur Terji, at tað eru tey størru børnini, ið hava tikið best ímóti honum. Tey smærru hava ikki rættiliga vant seg við at eitt mannfólk er komið í húsið enn.
Rótleysur
? Nú er tað eisini soleiðis, at eg sjálvur helst vil, at míni egnu børn skulu vaksa upp í sama umhvørvi sum eg gjørdi. Føroyar hava eitt nógv sunnari umhvørvi enn tey hava aðrastaðni, har børnini ikki kunnu fara út einsamøll, tá teimum lystir. Men viðhvørt haldi eg, at man gloymir at taka børnini í álvara. "Hatta er bara eitt barn", "Ikki lurta eftir tí børn hava at siga" og so framvegis verður alt ov ofta sagt, sigur Terji Rasmussen
Terji hevur tó sjálvur ta áskoðan, at eitthvørt barn skuldi verið heima, til tað var tvey ára gamalt, og harvið eisini havt annað av foreldrunum heima hjá sær. Men hann leggur tó dent á, at tað er samfelagið, sum vit liva í í dag, sum ger, at hetta ikki er møguligt. Tað eru ikki foreldrini, ið hava skyldina fyri, at tey ikki kunnu vera heima hjá børnunum tey fyrstu árini.
Spurdur, um hann heldur tørvur er á mannligum pedagogum, svarar hann, at tað er tað so avgjørt.
? Eg vóni, at fleiri menn velja at gerast pedagogar í framtíðini. Børn, og kanska serliga dreingir, hava eisini brúk fyri eini mannligari fyrimynd. Kvinnur eru av náttúru meira bangnar av sær, og ofta kann hetta steðga børnunum í at kanna síni egnu mørk. Konur eru meira hjúklutar enn menn. Soleiðis er kynsbýtið nú einaferð, um tú vilt tað ella ei.
Men Terji ætlar sær at støðast í Nólsoy. Tað er í øllum førum ætlanin. Familjan flytir heim í juni, og so skjótt sum liðugt er at útstykkja, verður farið í gongd við at byggja hús.
? Um hetta er mín endastøð veit eg ikki. Eg eri rótleysur og eg slái ikki røtur nakrastaðni. Eg flutti til Danmarkar fyri at sleppa undan føroyingum, men tá eg so endaði mitt á Oyrasundskollegienum, hevði eg meira føroyingar rundan um meg, enn eg hevði havt, um eg hevði eina íbúð í Havn. Men nú eri eg komin í tann aldurin, har eg havi ein etableringstørv. Ommur og abbar eru deyð, mamma býr niðri, so nú er tíðin komin at fáa mítt egna, og tað skal vera í Nólsoy. Eg skal ikki siga, at eg kanska fari burtur eitt ár ella tvey, men eg fari altíð at venda aftur til Nólsoyar.