Dansur
Tey, ið hava hug, kunnu gleða seg til hálvan annan tíma av dansi leygardagin, tí tá skipar Dansifrøi fyri stórum dansitiltaki í Norðurlandhúsinum. Hetta verður gjørt í sambandi við, at felagið fyllir 30 ár tann 26. januar.
Dansifrøi heldur til í Studentaskúlanum í Hoydølum, har tey í vetur hava vant við seks holdum í allan vetur. Tey seks holdini eru øll á ymsum støði frá nýbyrjarum til heilt vandar dansarar.
? Ógvuliga hugaligt er at síggja, at eisini heilt ung fólk eru áhugað í at dansa, sigur Erling Jørgensen, formaður í Dansifrøi.
? Tey ungu hugna sær ógvuliga væl. Kanska eru tað eitt sindur meira gentur enn dreingir, men dreingirnir eru eisini nógvir, og er tað sjálvandi gleðiligt at síggja. Tey ungu eru mest áhugað í at dansa Rock ´n Roll, ella tað, sum vit kalla eingilskan dans, men tað vísir seg, at teimum dámar eisini væl at dansa teir gomlu dansirnar tá tey eru fyrst komin í gongd.
Til tiltakið í Norðurlandahúsinum hevur Rhoda Rubeksen eitt eyka hold, og eisini hevur Sharon Weiss eitt hold við livandi tónleiki.
Jógvan Martin Mørk hevur vant trý av holdunum í vetur, meðan Joan Bláfoss hevur tikið sær av teimum ungu.
Dansitiltakið byrjar klokkan 15.00 og eru tað seks hold, ið koma at framføra ymsar dansir. Atgongumerki á 80 krónur eru at fáa í Norðurlandahúsinum.