MISNÝTSLA
Handtøkan av fleiri monnum, sum eru skuldsettir fyri at flyta inn og selja rúsevni í Føroyum, hevur enn eina ferð sett rúsevnismisnýtsluna á dagskránna. Í tí sambandi kom fram í fjølmiðlunum, at marknaðurin av rúsevnum í Føroyum er ógvuliga stórur og er alsamt vaksandi. Rúsevni, sum fyrr vóru óvanlig her á landi, eru í dag alt meiri vanlig. Alt annað líka sigur hetta okkum, at nógv fólk eru misnýtarar av rúsevni.
- Støðan er ógvuliga álvarslig. Eg havi í seinastuni sæð nógv ungfólk eksperimenterað við speed og hasj. Niðurundirkomnar mammur hava vent sær til mín av neyð, tí teirra børn eru í rúsevnum, sigur Erna Sigrún Hákonardóttir, sum arbeiðir sum alkohol- og familjuráðgevi í Havn.
Serlig viðgerð
Ung við rúsevnistrupulleikum eiga at koma í eina viðgerð, ið serliga er ætlað hesum aldursbólkinum.
- Rúsevnismisnýtslan førir við sær so stórar heilabroytingar og -skaðar, at tað ræður um at fáa fatur á teim ungu sum skjótast. Fyrr tey verða hjálpt, størri møguleika hava vit fyri at hjálpa teimum. Annars missa vit tey.
- Eg síggi vaksandi trupulleikar av rúsevnum, og sum ráðgevi upplivi eg størsta maktarloysi, at vit ikki enn eru farin í gongd við at gera eina viðgerð fyri ung. Nógv dugnalig fakfólk eru í Føroyum, men hesi eiga at verða skúlað serliga í viðgerð fyri ung. Tað er rópandi neyðugt, at hetta verður gjørt beinanvegin. Verandi viðgerðarstovnar megna ikki hesa uppgávuna, ikki minst tí, at unglingurin ikki er fullvaksin. Heilt aðrir viðgerðarhættir verða brúktir til ungfólk enn til vaksin. Avrúsing av rúsevnum er nógv truplari og verri enn avrúsing av rúsdrekka. Tað er í grundini eitt kynstur at hjálpa misnýtarum burtur úr eini misnýtslu.
- Alla aðra staðni eru væl útbygdir viðgerðarstovnar til ung, nógva staðni eru skúlar knýttir afturat teimum soleiðis at tey ungu ikki missa skúlagongd. Vit eiga ikki at billa okkum inn, at vit ikki hava tørv á eini serligari viðgerð fyri ungar misnýtarar her.
Myndugleikarnir sova
Einki bendir á, at ein slíkur viðgerðarstovnur verður settur á stovn.
- Tá ið okkara myndugleikar sova og ikki ynskja at tosa um hesi viðurskiftini, hendir einki. Teir halda væl standa til, tá ið vit hava tveir viðgerðarstovnar, men hvussu úrslitini eru á hesum stovnum gáa teir ikki um, ei heldur spyrja eftir. Út frá hagtølum, sum eiga at vera til um misnýtsluna sum er, eiga myndugleikarnir og eitt nú Fyribyrgingarráðið at seta í gongd tiltøk og fyribyrgingararbeiði av ymiskum slag. Soleiðis er í øðrum londum. Eg seti spurnartekin við, um Fyribyrgingarráðið er sína uppgávu vaksið, tá ið tað ikki tekur henda spurningin upp og viðger hann í álvara. Fylgir Fyribyrgingarráðið ikki við, hvat hendir í samfelagnum, veit eg ikki, hvat tað skal brúkast til. Hóast alt kókar um rúsevnismisnýtslu og annað misbrúk, letur Fyribyrgingarráðið ikki við seg koma. Eingin almennur fundur er hildin um evnið, ongar lýsingar verið, ongin upplýsing og so framvegis. Um fyribyrging er at halda fyrilestur á skúlum eina ferð um árið, er tað alt annað enn nóg gott, sigur Erna S. Hákonardóttir.
Erna S. Hákonardóttir hevur vent sær til Fyribyrgingarráðið, men er haðani víst til onkran annan.
- Tað letur til, at eingin tekur hesa gongdina í álvara. Eftir mínum tykki átti tað verið fremsta uppgávan hjá Fyribyrgingarráðnum at viðgjørt hesa ræðandi gongdina og sett tiltøk í verk.
Máta misnýtslu
Eftir áheitan frá Ernu S. Hákonardóttir ber til á Apotekinum at bíleggja mátingarstokkar, sum máta, um rúsevni, heilivágur ella annað er í blóðnum. Eitt nú kann hasj mátast í blóðnum í upp til 36 dagar eftir, at viðkomandi hevur nýtt hasj seinastu ferð.