tað skal síggjast í mun til at tey, sum arbeiða hjá tí almenna og eru send til hús, fáa sína fullu løn. Í nýggja pakkanum kunnu fyritøkur nú fáa 75% av føstu útreiðslunum endurrindaðar í tríggjar mánaðir [...] seg um at endurrinda fólki tað, tey missa av at akta boðini. Í fyrra hjálparpakka fingu tey á privata arbeiðsmarknaðinum, sum eru send til hús, í mesta lagi 20.000 krónur um mánaðin. Ikki úr landskassanum [...] Tær hava 8 fólk í starvi hvør, og allar eru steðgaðar við sínum virksemi eftir boðum frá landsstýrinum. Føstu útreiðslurnar hjá hvørjari eru 110.000 krónur um mánaðin, so tær fáa 80.000 í stuðli um mánaðin
fíggjarliga gølan í søguni. Einar tvær lofnaðar greinar í Dimmu fyri árum síðani og nú tveir leiðarar í Sosialinum og so ein tíðindastubbi í Svf, tað er alt. Málið er í stuttum, at Toll og Skatt í heimildarloysi [...] av órøttum, skal tað sjálvandi berast aftur, eisini um 5 ár eru farin. Tað er ikki í lagi at stjala, halda tað dult í 5 ár og so sleppa undan. Hetta reisir eisini tann moralska spurningin: Hevur tú skyldu [...] Tá átti málið at verið steðgað. Men Toll og Skatt ignorerar myndugleikan. Fyrst handlar stovnurin í heimildarloysi, og síðan ger hann onki at rætta brølaran. Longu nú er rættartrygdin brotin. Tá átti
spælið at koyra á rættan hátt, er einki at ivast í, at teir kunnu koma heilt langt í kappiningi. Broytt odds Lagið á ensku veddingarfyritøkunum er sum veðrið í Føroyum. Sambært seinasta listanum eru fransmenn [...] arviðgerðini seinast« »Flokkarnir, sum fara at hava tað truplast í framtíðini, eru teir, sum hava livað av at býta út danskar pengar í Føroyum« »Tað er eingin ivi um, at bæði eg og meginparturin av Tj [...] av gula kortinum frá UEFA, ella um vónbrotið bara var ov stórt, er ilt at siga, men í øllum førum var sera friðarligt í Charleroi týskvøldið. Meginparturin av ensku viðhaldsfólkunum fór beina leið á flogvøllin
avgjald á fiskiloyvini, sigur Hermann Oskarsson, formaður í Búskaparráðnum, í viðmerking til tað, Olaf Olsen og Osmund Justinussen, reiðarar, hava sagt í samrøðum við Sosialin um hetta evnið. Eitt avgjald er [...] fyri fiskivinnu. Til tað sigur formaðurin í Búskaparráðnum, at uppskotið er komið frá búskaparfrøðingum, men við teiri ætlan at fáa eitt sakligt orðaskifti í lag. Eitt orðaskifti, har ikki minst tey, sum [...] orðaskiftið kom ongantíð, og tað harmar Hermann Oskarsson, formann í Búskaparráðnum. Ætlanin við uppskotinum var ongantíð at seta tað í verk bara soleiðis uttan víðari. Ætlanin var at fáa eitt breitt orðaskifti
løgmaður í blaðnum Nýrit tekur starvsfólk í forsvar, tá hann vísir á, at torgreiddar lógir krevja bæði nógva tíð og arbeiðsorku og hann sigur víðari: ?Vit hava sjálvi sett hesar lógir í gildi í Føroyum [...] hendingum. Soleiðis sum tingkvinnan bar málið fram í tinginum, og tað er hetta Føroya fólk hoyrdu í sendingini frá SVF, kundi hetta skiljast, sum at einki skil er á í hesum stóra stovni, og at fólkini har ikki [...] at tingkvinnan í heldur illsinniskendu røðu síni á tingi sjálv legði upp til hetta. Og fyri at tað ikki skal misskiljast prenta vit taðhon segði á tingi: ?Hvørt tað einasta mansbarn í Føroyum veit, hvat
Einasta sjálvstøðuga umboð, vit í veruleikanum hava uttanlanda, er viðskiftastovan í Keypmannahavn. Hon hevur eisini mangan verið góð. Sama kann sigast um umboðsstovuna í Aberdeen, hóast hon arbeiddi sum [...] sum atknýtt donsku sendistovuni í London. Í okkara verð var tað tó eingin ivi um at Mr. Poulsen var okkara! Týdningurin av at hava føroyingar í donskum ministerium, má avgjørt ikki gloymast, og bæði Árni [...] umboðsfólk bæði í Bruxelles og London. Bæði støðini atknýtt donskum sendistovum. Okkara amboð - politiska verðin. Fyrst og fremst hava vit okkara Landsstýri, har Løgmaður sær út til at vera orðførandi í uttanríkismálum
tá ið stjórin fyri Føroya Tele, Andras Róin, í bløðunum í gjár skrivaði nakrar viðmerkingar í sambandi við tann komandi KT-vinnupolitikkin. Tað var einamest í sambandi við, at ein sokallað støðumynd var [...] við onnur lond. Niðurstøðan av støðumyndini var. at serliga GSM og fastnet í Føroyum liggja ógvuliga ovarliga í prísum. Tað var í støðumyndini fleiri ferðir víst á, at smærri lond sum Ísland og Luksemburg [...] tænasturnar saman til eitt avsláttartilboð. Ábreiðslur Í Sosialinum og Dimmalætting mikudagin stóð at lesa viðmerkingar frá Andrasi Róin. Hesar vórðu skrivaðar í sambandi við, at Fjarskiftiseftirlitið hevur gjørt
verður júkað í miðal tvær ferðir um vikuna, og munnu ikki fleiri mammur (og pápar?) kenna seg aftur í hesari støðu? Hetta er tann vanliga trítrins-fasan hjá børnum, sum vilja hava eitthvørt. Í sagnorðum lýst [...] annað snilt trítrins-fasa , sum í ser- og felagsnøvnum kundi ljóðað nakað soleiðis: »Hanus og Janus eiga ein sooo stóran bunka av Pokémon kortum«, »hinir dreingirnir í klassanum, eiga nógv meira kort enn [...] um síður gevur skarvin yvir. Túrurin gongur niðan í SMS. Enn einaferð er tað eydnast barninum, at yvirtala mammuna. Enn einaferð grópar mamman niður í lumman eftir teim 7,95 krónunum, sum er kostnaðurin
Landstýrismaðurin í samferðslumálum, Hendrik Old, verður í blaðnum endurgivin fyri at siga, “Tað kann ikki verða talan um at geva eina havn, sum hevur kostað landskassanum nógvar pengar, burtur fyri einki [...] umrøðu í býráðnum, so nýtti eg høvið at mæla býráðnumtil at heita á landsins myndugleikar um at varðveita Gomlurætt, sum hon er, og ikki at gera seg inn á hana við at lata Sandoyartunnilin koma upp í sjálvum [...] og hava goldið fyri, og sum tí ikki mugu søplast burtur, tí sparast skal í eini nýggjari samferðsluíløgu. Eitt sum ikki kom við í greinina, og sum eg eisini nevndi á býráðsfundinum hóskvøldið, eru øll
Heðin Mortensen Borgarstjóri Jógvan Arge rør í lesarabrævi framundir, at Javnaðarflokkurin í býráðnum skal kenna seg kroystan í málinum um útbygging av Eystaru bryggju. Veruleikin er beint tann øvugti [...] alstórar trupulleikar at svimja upp aftur á turt, nú hann og flokkurin kollsigldu í hesum máli. Tann, sum hevur fylgt við gongdini í hesum stóra og týdningarmikla máli, veit, at fyrst var Tjóðveldi fyri at byggja [...] Javnaðarflokkinum er at skapa øllum í samfelagnum góðar, sømiligar og tryggar fortreytir at virka, og at liva tað lív, tey ynskja. Visiónin hjá Javnaðarflokkinum í Suðurstreymi er somuleiðis at skapa