Urd Johannesen
Soleiðis verður júkað í miðal tvær ferðir um vikuna, og munnu ikki fleiri mammur (og pápar?) kenna seg aftur í hesari støðu?
Hetta er tann vanliga trítrins-fasan hjá børnum, sum vilja hava eitthvørt. Í sagnorðum lýst stutt og greitt: kann, vil, skal. Og, sum grundgeving fyri at kunna, vilja og skula, er eitt annað snilt trítrins-fasa , sum í ser- og felagsnøvnum kundi ljóðað nakað soleiðis:
»Hanus og Janus eiga ein sooo stóran bunka av Pokémon kortum«, »hinir dreingirnir í klassanum, eiga nógv meira kort enn eg«, og »øll børnini eiga eisini bøkur og sjónbond um Pokémon«.
? Gotta catch'em all!
Tjakið gongur aftur og fram inntil mamman um síður gevur skarvin yvir. Túrurin gongur niðan í SMS. Enn einaferð er tað eydnast barninum, at yvirtala mammuna. Enn einaferð grópar mamman niður í lumman eftir teim 7,95 krónunum, sum er kostnaðurin á hesum vælsignaða pakkanum við trimum pokémon kortum og tveimum bubbligummum (sum verða tveitt vekk, tí tey smakka so illa). Aja, tað er kanska ikki so nógv allíkavæl, uggar hon seg við, tó uttan at hava orku til at rokna út, hvussu nógvar pengar, hon hevur brúkt uppá Pokémon síðani henda landaplágan kom fram.
Áðrenn vit vita av, eru vit drigin inn í eitt framúrskarandi vælskipað marknaðarføringstól, sum spælir við nakrar grundleggjandi kenslur hjá okkum menniskjum; at vit mugu ikki verða annaleiðis ella verri fyri enn hini. Høvuðsendamálið við slíkum landaplágum tykist vera at fáa fólk at keypa einkisigandi leikur ístaðin fyri mjólk og breyð. Ájavnt við neyðsinjavørur, sum ístaðin fyri at gera okkum fysisk mett gera okkum sálarliga svong. Meira meira. Gotta catch'em all.
Á veg heim úr SMS ynskti eg (innantannað) hetta pokémon fyribrigdið av hundan og til og hugsaði um, hvør tað kann vera, sum finnur uppá slíkar plágur. Kann tað veruliga vera vaksin fólk, og kanska enntá foreldur, sum sita hinumegin jørðklótuna og gera slíkar ráðagerðir ímóti teirra sameindu? Ímeðan mínir illu tankar ferðast 'over there' til klóku uppfinnararnar, gongur vælnøgdi sonurin við síðuna av, og hevur spentur skrætt ta glinsutu bláu innbjálvingina av og hyggur eftir teim trimum kortunum. Stórt skuffilsi er nú at síggja í tí fyrr so spenta andlitinum. Hann eigur øll kortini frammanundan, og bubbligummini smakka framvegis av hundan og til. Men hvat er annað at gera enn at royna aftur ímorgin?
? Gotta catch'em all!
Eg ynski meg aftur til tíðina, áðrenn Pokémon var til. Men skjótt gongur upp fyri mær, at tá vóru aðrar plágur. Jojo's, Bøllar, Nintendo, Turtle, Barbie, Actionman fyri at nevna nakrar í bíligara endanum. Í dýrara endanum eru tað súkklur, play-station, teldur, rulluskoytur - rákið ferðast líka so skjótt sum tað allar nýggjasta - rennihjólini - og skjótari enn okkara orka at smíða føroysk heiti, sum hóska til.
Hvat er galið við høsnarringum? Hví kunnu børn í dag ikki lata sær lynda av teim fittu og vandaleysu høsnaringunum eins og vit gjørdu, tá ið vit vóru smá? Svarið er at finna í einum orðið, sum sigur alt:
? Cool!
Tað ber ikki til at vera cool uttan at eiga alt tað, sum krevst fyri at vera cool. Cool er her og nú, og ikki ígjár. Plágurnar koma og fara, men tað, sum altíð stendur eftir og arvast eru allar tær kenslur, sum finnast í hesum av útsjónd sakleysa orðinum.
Nú ein dagin kom so fyrsta glæsiliga BR-katalogið inn um hurðina. Eitt satt ævintýr við alskins litføgrum leikum, eisini Pokémon. Sonurin hevur gjørt ein langan ynskilista til jóla. Spurningurin er so bert, um jólamaðurin í ár kennir seg noyddan at fylgja við »Gotta catch'em all-rákinum«, ella um hann tekur teir bleytu pakkarnar framum. Teimum dáma okkum foreldrum so væl. Kanska man skuldi tikið eitt prát við jólamannin.
Yvirskriftir úr bløðum (tikið úr alnetinum)
Pokémon-crazy Turkish boy jumps from building, breaks leg
(Ankara Post)
Man caught stealing Kids' Pokémon Cards
(APBnews)
Vatican catches Pokémon fever
(The Times)
2nd Death blamed on Pokémon Ball
(Washington Post)
Mothers busted in bus stop Pokémon Brawl
(APBnews)