Rættarsamfelag ella anarki

Tíðargrein:

Hevði tað fjórða statsvaldið ikki sovið seinastu árini, so hevði tað, sum á mannamunni nevnist MVG-stuldurin, verið størsta umsitingarliga og fíggjarliga gølan í søguni. Einar tvær lofnaðar greinar í Dimmu fyri árum síðani og nú tveir leiðarar í Sosialinum og so ein tíðindastubbi í Svf, tað er alt.
Málið er í stuttum, at Toll og Skatt í heimildarloysi krevur MVG av skrasetingargjaldi. Hetta verður uppdagað og kært til Kærunevndina, sum gevur kærara viðhald. Tá átti málið at verið steðgað. Men Toll og Skatt ignorerar myndugleikan. Fyrst handlar stovnurin í heimildarloysi, og síðan ger hann onki at rætta brølaran. Longu nú er rættartrygdin brotin. Tá átti tað fjórða statsvaldið at biðið um alment innlit. Komu boðini um at ignorera úrskurðin hjá Kærunevndini frá hægri stað, úr fíggjarmálaráðnum?
Tann arroganta viðferðin bilkeyparin fekk frá Taks er tankavekjandi. Sendur frá Peri til Pól og frá Heródus til Pilatus av stovninum við pantirætti varð hann hildin fyri ta turru rukku. Slíkt eigur ikki at koma fyri í einum rættarsamfelagi.
Nú hevur so eisini Føroya Rættur talað: Heimild var ikki fyri at krevja pengarnar inn. Hóast tað, so situr stjórin og verjir tann ólógliga atburðin: »Taks kravdi tað inn, sum løgtingið ætlaði«. Hetta er sakini óviðkomandi. Eitt rættarsamfelag verður umsitið við lógum og ikki eftir, hvat politikarar ætla. Í einum rættarsamfelagi hevur borgarin krav upp á at kunna líta treytaleyst á landsins stovnar. Tað kann borgarin ikki eftir hetta.
Flestu okkara hava eina sterka rættarkenslu. Verður nakað tikið av órøttum, skal tað sjálvandi berast aftur, eisini um 5 ár eru farin. Tað er ikki í lagi at stjala, halda tað dult í 5 ár og so sleppa undan.
Hetta reisir eisini tann moralska spurningin: Hevur tú skyldu at vera reiðiligur móti einum, sum er óreiðiligur ímóti tær? Tey flestu munnu svara nei. Og nú eru vit á einum skráplani.
Fólk rinda – um ikki við gleði so av samfelagsskyldu – sín skatt. Ymiskt er. Onkur ilskast um sjómannafrádráttin. Onnur inn á DIS og aftur onnur ilskast inn á firmatelefon, firmabil, firmasummarhús osv. Men alt hetta er ásett við lóg og tí góðtikið av fólkinum. Men hesaferð er kravt inn uttan lóg, og tí er vandi fyri, at fólk fara taka seg sjálvan til rættis.
Nú eri eg sjálvur fastløntur og kann á ongan hátt luska mær undan skatti; havi ongantíð ætlað tað heldur. Men var eg arbeiðsmaður ella handverkari, so tori eg ikki at garantera fyri, at eg ikki hevði arbeitt svart, til eg hevði fingið mínar 20.000 kr., sum tað almenna uttan heimild tók frá mær. Tað sama um eg var B-skattari og hevði egnan roknskap. Soleiðis er tann generelli holdningurin, tá tú tosar við fólk. So hetta málið er ótrúliga demoraliserandi fyri samfelagið. Taks og fíggjarmálaráðið føra okkum út á eitt skráplan við skattaundandrátti og misáliti á rættartrygdina.
At so fíggjarmálaráðharrin í blaðgrein verjir hesa ólógligu innkrevjing ger, at borgarin heldur ikki kann hava álit á tí politisku skipanini. Fíggjarmálaráðið hevur ábyrgd av, at Taks krevur inn sambært lóg. Klárar fíggjarmálaráðið ikki hesa skyldu, hevur løgtingið eftirlit við figgjarmálaráðnum og øllum øðrum ráðum.
Í einum rættarsamfelagi sleppur ongin ministari væl frá at verja óreglusemi; hann hevði fingið fótin. Skal borgarans álit á umsiting, landsstýri og løgting endurreisast, megu allir teir politisku flokkarnir semjast um eina lóg, sum veitir øllum bilkeyparum fult endurgjald. 120 milliónir eru nógvir pengar, men hetta eigur borgarin. Málið er púra greitt.
Milliónirnar hava rullað á meira ivasomum moralskum grundarlagi enn hesum. Fullveldissamgongan skar blokkin við hundraðtals milliónum. Tann fyrra ABC-samgongan gav teimum vælbjargaðu hundraðtals milliónum í skattalætta, og eitt samt løgting sendi hundraðtals milliónir til Íslands. Tí er landskassin tómur. Borgarin eigur áleið 120 milliónir til góðar. Hetta skal gjaldast so ella so. Ein vegur at ganga er, at landið útskrivar lánsbrøv. So fær landskassin ein skáa.
Á facebook er ein bólkur, sum eitur »Mótmæli MVG-stuldrinum«. Hann telur í skrivandi løtu 3686 limir. Hesin hevur eitt vakið eyga við gongdini og kann skjótt gerast ein pressiónsbólkur, sum kann fáa stóra ávirkan t.d. á eitt komandi val.