Í gjár lýsti Eiðis kommuna við, at trupulleikar vóru við vatnleiðingini við Ljósá. Víst varð á, at arbeitt verður við at loysa trupulleikan, og heitt varð á fólk um at spara vatn. Í morgun - dagin eftir [...] eftir - lýsir Eiðis kommuna við, at stongt verður fyri vatninum við Ljósá frá klokkan 10, og til arbeiðið er liðugt. - Í samband við, at arbeitt verður upp á vatnleiðingina, verður stongt fyri vatninum við [...] á heimasíðuni hjá kommununi í dag. Einki verður sagt um, hvørjir trupulleikarnir eru, men tey siga, at latið verður upp aftur fyri vatninum, tá arbeiðið er liðugt.
sáttmála við AP Busskoyring um at røkja bussleiðina í Eysturkommunu komandi fimm árini. Avtalan ber í sær, at fyrstu tvey árini av sáttmálatíðarskeiðnum verða møguleikar fyri at skifta til el-bussar kannaðir [...] kannaðir nærri. - Ynskiligt er at ganga grønu leiðina, men áðrenn nøkur stór íløga verður gjørd í el-bussar, skal hetta kannast nærri fyri at staðfesta, hvørjir møguleikar eru, og hvørjar fíggjarligu avleiðingarnar [...] Nýggi sáttmálin millum Eysturkommunu og AP Busskoyring ber eisini við sær, at bussleiðin koyrir fleiri túrar um vikuna, umframt at fleiri túrar verða í summarfrítíðini.
Svenska Aftonbladet veit í kvøld at siga, at eldur er í fleiri bátum við eina smábátahavn í Limhamn í Malmø í kvøld. Sagt verður, at fleiri spreingingar eisini hava verið. Sambært blaðnum eru hetta bátar [...] standa uppi á landi. Fyribils er einki frætt um, at fólk hava fingið skaða. Neyðsynjarakfør eru á staðnum, og bjargingararbeiðið er í gongd. Hildið verður, at spreingingarnar stava frá gassfløskum, sum vóru [...] vóru umborð á bátunum, sigur Annelie Silveira hjá SOS Alarm. Aftonbladet veit eisini at siga, at nógvur roykur er í økinum við bátahylin, har eldurin herjar umborð í fleiri bátum.
bilarnir koyrdu. Úrslitið varð, at fýra bilførarar vórðu skrivaðir upp fyri at koyra ov skjótt. Tað er loyvt at koyra 80 í Norðskálatunlinum, men tríggir av teimum koyrdu so skjótt, at teir fingu klipp í koyrikortið [...] koyrikortið. Tað merkir, at teir koyrdu ímillum 101 og 110 kilometrar um tíman. Og ein bilførari koyrdi so skjótt, at hann missur koyrikortið treytað. Sostatt koyrdi hann ímillum 111 og 120 kilometrar um tíman [...] tíman. Tað merkir, at hann má taka koyrikortið av nýggjum áðrenn tríggir mánaðir eru farnir, annars missur hann tað.
loyvi til, at fólk kunnu giftast á sjálvari Trolltunga. Tíðindastovan NTB skrivar, at vígslur av útvaldum pørum verða 14. august og bert hendan eina dagin. Fólk kunnu fram til 11. august søkja um at sleppa [...] sleppa at giftast á Trolltunga, og roknað verður við, at fólk úr nógvum londum fara at liggja framvið. Trolltunga er eitt tað kendasta ferðamálið í Noregi og liggur nakað eystanfyri Bergen. Tað er ikki greitt [...] greitt, hvussu nógv pør sleppa at gifta seg á Trolltunga hendan serliga dagin.
Strandfaraskip Landsins siga í dag, at siglingin hjá Hasfjord verður tikin upp aftur frá í morgin, 8. juni, at rokna, og tá fer skipið aftur at sigla millum Skopun og Gomlurætt sambært ferðaætlanini. Síðan [...] hava Mest og Strandferðslan arbeitt við at umvæla brekið umborð á Hasfjord, eftir at motorurin steðgaði, tá skipið var á veg úr Skopun í síðstu viku. Nú bendir so á, at alt er komið upp á pláss, tí Strandfaraskip [...] Strandfaraskip Landsins á sínari heimasíðu í dag boða frá, at siglingin á leið 85 verður tikin upp aftur í morgin, týsdagin 8. juni.
skúlanum. Og tá ið løgreglan hugdi at upptøkunum, sóu tey, at fólk høvdu verið inni, og tað er alt, sum bendir á, at tað eru tey, sum hava skrúvað frá. Men løgreglan sigur, at talan er um børn undir 15 ár, [...] Í gjárkvøldið varð ringt til løgregluna at boða frá, at stórur vatnskaði hevur verið á Læraraskúlanum á Frælsinum. Løgreglan sigur, at talan er um stóran skaða í minst tveimum av lonunum á Læraraskúlanum
Stutt eftir midnátt ringdi ein útlendskur ferðamaður til løgregluna at boða frá, at hann var vilstur í fjøllunum. Løgreglan sigur, at hann var farin til gongu eftir fjøllunum í Tjørnuvík til Saksunar, men [...] bygdargøtuna burtur og viltist. Løgreglan sigur, at tey settu seg í sambandi við bjargingarliðið á Eiði, og staðkend fólk, og tey fóru í hagan at leita. Tað gekk væl at finna mannin og góðar hálvan annan tíma seinni [...] seinni var alt fylgi aftur í Tjørnuvík í øllum góðum. Løgreglan sigur, at tað var avbera væl frágingið bjargingararbeiði.
morgin fara tey at seta fyrsta spakan í arbeiðið at gera ein golfvøll í vágum. Tað er ferðavinnufelagið 62 Norður, sum stendur aftanfyri ætlanina og Kent Christensen, stjóri, sigur, at eftir ætlan verður [...] verður vøllurin liðugur at taka í nýtslu longu tann 1. juli. Hann sigur, at talan er einum tað, tey kalla ævintýrgolf, sum er eitt millumting ímillum minigolf og ein rættiligan golfvøll. Vøllurin skal gerast [...] við flogvøllin og hann verður opin fyri almenninginum, men Kent Christensen sigur, at endamálið við vøllinum er eisini at hann skal vera eitt tilboð til ferðafólk og sostatt stuðla upp undir hotellið.
Rás2 er, at einaferð um vikuna kemur ein gestur í studio at velja 5 irriterandi sangir. Í dag hevði Ingi Sørensen fingið uppgávuna, og hóast hann helt, at tað var trupult at fara í holt við at finna sangirnar [...] mígandi fult av elendigum føroyskum sangum og tónleikarum, segði Ingi Sørensen. Við at trýsta á pílin undir myndini ber til at hoyra sendingina, tá ið Ingi Sørensen valdi 5 sangir, sum hann heldur eru irriterandi