Mentamálaráðharrin almannakunngjørdi í morgun úrslitið av einari sonevndari TALIS-kanning, men hvat er hetta fyri ein kanning.
- Ein TALIS-kanning er ein OECD kanning á sama hátt, sum PISA-kanningarnar eisini eru OECD kanningar. TALIS stendur fyri Teaching and Learning International Survey, sigur Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í skúlamálum.
Kanningin viðgerð, hvussu lærarar uppfata sín egna leiklut, og hvussu skúlastjórar uppfata sín leiklut í fólkaskúlanum, og hvussu teir uppfata leiklutirnar hjá hvørjum øðrum.
- Harumframt sigur kanningin nakað um nøgdsemið, og hvat man heldur um síni egnu avrik, hvørjir trupulleikar eru. Í veruleikanum er hetta ein nøgdsemiskanning fyri fólkaskúlan, sigur Helena Dam á Neystabø.
Kanningin er býtt upp í tvinnar partar, annar fyri lærarar og hin fyri skúlastjórar.
- Tað, sum eg festi meg mest við, tá eg læs kanningina, er, at lærarar spyrja eftir eftirútbúgving. Ein stórur partur kennir seg hava brúk fyri eftirútbúgving, og serliga førleikagevandi eftirútbúgving, tað vil siga drúgvari skeið, har farast kann í dýpdina at hugsavna seg innan tað øki, ein ynskir at gerast betri til, sigur Helena Dam á Neystabø.
Kanningin vísir eisini, at lærarar ikki dagliga kenna seg at verða pedagogiskt eftirmettir av skúlaleiðsluni, eins og ein stórur partur av lærarunum kennir, at ófriður í flokkinum er ein stórur trupulleiki í undirvísingini.
Stórt nøgdsemi
Hetta er í høvuðsheitinum nakrar niðurstøður av kaningini.
- Nú skulu vit vera varin við at gera niðurstøður burtur úr einum so rúgvismiklum dátutilfari, tí talan er um persónar, ið hava svarað um sínar egnu kenslur. Hetta eru ábendingar, sum skulu greinast nærri, og tí havi eg eisini sett ein arbeiðsbólk, sum kann koma við uppskotum um, hvussu tú kanst greina hetta tilfarið nærri, sigur Helena Dam á Neystabø.
Ein av greiðu ábendingunum í kanningini er, at nøgdsemið millum lærarar er stórt.
- Ja, tað er rætt. 90% av lærarunum eru nøgdir við sítt arbeiði, og 98% av lærarunum halda seg gera ein stóran mun í lívinum hjá næmingunum, sum teir undirvísa, so hetta gevur okkum hóast alt eitt gott útgangsstøði at fara inn at gera ábøtur, sigur Helena Dam á Neystabø.
Skúlastjórakanningin sigur í veruleikanum nøkurlunda tað sama.
- Skúlastjórarnir siga seg ikki hava umstøður ella nóg nógva tíð at fara inn í fakligu pedagogisku leiðsluna saman við lærarunum. Teir síggja sín leiklut mest sum fyristiarar, skemaleggjarar og tílíkt, og tað mugu vit so kanna nærri, hvør orsøkin til tað er, sigur Helena Dam á Neystabø.
Tað kann vera vantandi eftirútbúgving, ella leiðslurúmið, ið ikki er ment nóg væl.
- Eisini skúlaleiðararnir halda, at ófriður í skúlanum er ein trupulleiki, og soleiðis kundu vit hildi fram at gera eina røð av niðurstøðum, tí tað eru settir yvir 350 ymiskir spurningar, sum ein rættiliga stórur partur av lærarum og skúlastjórum hava svarað, sigur Helena Dam á Neystabø.
Aftur í 2012
Landsstýriskvinan heldur, at møguleikarnir at kombinera svarini eru óendaliga stórir.
- Men hetta er fyrsta kanningin, sum er gjørd av sínum slag, og fáa vit gjørt fleiri, fáa vit eisini eitt samanberingar grundarlag, bæði lokalt her í Føroyum, men eisini við onnur lond. Og eg kann nevna, at teir í Danmark nú eru komnir til ta niðurstøðu, at høvdu teir havt ein uppaftur betri fólkaskúla har – samanborið við til dømis Finland – so hevði danski búskapurin og danska vinnulívið og danski kappinagrførleikin verið upp aftur betri, sigur Helena Dam á Neystabø, sum metir, at nøkurlunda tað sama er galdandi fyri Føroyar eisini.
Landsstýriskvinnan hevur sum nevnt sett ein arbeiðsbólk at greina úrslitið av TALIS-kanningini.
- Arbeiðsbólkurin hevur fingið eitt evstamark til 15. juni at koma við nøkrum lidnum ella nøkrum ávegis niðurstøðum, sum síðani kunnu leggja lunnar undir tær politisku niðurstøður og avgerðir, sum vit eiga at fremja, fyri at bøta um tað, sum bøtast skal um, men eisini at hjúkla um tað, sum kanningin sigur er gott, sigur Helena Dam á Neystabø.
Men neyðugt er við samanbergingar grundarlagi.
- Eins og vit nú hava gjørt nakrar PISA-kanningar fyri at hava nakað av samanbera við, so verður hendan kanningin endurtikin í 2012. Tá fáa vit so at síggja, um vit hava flutt okkum, og um vit hava tikið nakrar avgerðir, sum vóru rættar. Vit flytga okkum alla tíðina, og tað sum er avgerandi er, at fólkaskúlin flytir seg við – og tað er ikki altíð tað, ið hevur eyðkent okkum, sigur Helena Dam á Neystabø.