Helt seg vera sigliføran

Hereftir verður rúsdrekkasigling við skjóttgangandi bátum dømd harðari fyri at vísa á vandan, boðaði Føroya rættur frá fríggjadagin. Maðurin, sum førdi bátin, tá ið teir menn slerdu fyri borð í Hestfirði, fekk 10.000 krónur í bót

Koyrikort skal til fyri at koyra bil, men einki krevst av teimum, sum seta seg við róðrið á skjóttgangandi bátum annað enn radioskeið.
Fríggjadagin viðgjørdi Føroya rættur tvey mál um rúsdrekkakoyring við stuttleikabátum.
Annð málið var báturin Brendan, sum rendi á Eystnes í fjør.
Hitt málið var vanlukkutúrurin við einum baylinebáti frá bátastevnuni í Vestmanna í fjør, tá ið tveir ungir menn slerdu út.
Eigarin og skiparin greiddi í rættinum frá, at teir vóru farnir fýra menn á bátastevnuna. Á veg norður til Vestmanna løgdu teir inn í Hesti, har fingu sær suppu og drukku øl og snaps.
Í Vestmanna fór skiparin ongantíð av bryggjuni men vitjaðu umborð á øðrum bátum, har hann drakk nakað. Hvussu nógv hann drakk, mintist hann ikki.
Hann hevði eisini verið umborð á bjargingarbátinum Lív. Teir høvdu hugt at kortrum og tosað um streym.

Vildu ikki útseta heimaferðina
Av tí at boðað var frá verri veðri, helt hann tað vera best at fara aftur til Havnar um náttina. Hann vildi ikki bíða til dagin eftir, tí tá fór at verða verri veður.
Maðurin kendi á sær kenningina, men hann helt seg vera føran fyri at føra bátin til Havnar.
Hann fór umborð. Ein vinmaður lá niðri undir og svam. Beint tá komu tveir menn og bóðu um at sleppa við bátinum til Havnar. Hann kendi annan teirra.

Vildi ikki við
Tað var í lagi, og stutt eftir at teir høvdu lagt frá landi, ringdi annar av hinum, sum høvdu verið við bátinum norður, og bað hann koma inn aftur eftir sær. Hin fjórði maðurin var eisini á bryggjuni, men hann kendi seg ikki væl og valdi tí heldur at fara við bili til Havnar. Hann bað hinar gera tað sama, men teir vildu ikki.
Skiparin og tann eini vinmaðurin, sum var skipsførari, vóru í húsinum. Hin vinmaðurin lá framvegis og svav, og hinir báðir stóðu á dekkinum.

Rendi á okkurt
Tá ið teir vóru komnir suður móti Velbastað, út fyri Lambatanga, upplivdi skiparin tað sum, at hann rendi á okkurt í sjónum, men teir sóu einki.
Nakað eftir steðgaði motorurin, og báturin tók sjógv inn.
Bara vinmaðurin, skipsførarin var í flótidrakt.
Skiparin royndi at hjálpa tí sovandi manninum í vest, men tað gekk striltið. Hann bað hinar báðar ungu menninar binda seg fastar í boyur. Hann fann ein vest, men tá vóru dreingirnir horvnir.
Hann í flótidraktini lá og fleyt í sjónum, men hinir báðir svumu til lands.
Meðan teir svumu, tosaði skiparin alla tíðina við hin, tí hann vildi ikki missa hann eisini. Við stríð og strev fekk hann drigið henda vinmannin upp í fjøruna.
Bæði skiparin og skipsførarin høvdu ringt til 112.

Tyrlan tók teir upp
Frá landið slepst ikki niður at bjarga monnunum í fjøruni, og tí kom tyrlan og tók teir upp eins og hann, sum fleyt í sjónum í drakt.
Alkoholpromillan hjá skiparanum varð máld til 1,52. Hjá skipsførarnum var hon null, men varð ikki máld fyrr enn fleiri tímar seinni.
Skiparin var sjónliga merktur av hendingini, tá ið hann fríggjadagin varð avhoyrdur í rættinum. Hann krógvaði einki.
Ákæruvaldið legði ikki skiparan undir at hava skyldina av vanlukkuni, men ákærin helt tað vera sera óheppið, at ikki krevst nakað loyvi til at føra ein slíkan bát. Hóast útsýnið til allar síðir í bátinum er gott, kann ikki útilokast, at maðurin ikki hevur sæð nóg væl, tí hann hevði kenning.

Harðari revsing
Sambært lóg er ikki loyvt at sigla við kenning. Tað stendur bara, at tann, sum ikki er førur fyri at føra skip, kann revsast.
Verjin hongdi seg í, at einki promillumark er ásett viðvíkjandi rúsdrekkasigling, og tí kravdi hann frádøming, men dómarin var samdur í, at maðurin skuldi revsast.
Kravið hjá ákæruvaldinum var 10.000 krónur í bót, og tað segði dómurin eisini. Maðurin skal haraftrat gjalda sakarmálsútreiðslurnar.
Áður hevur tað ikki verið dømt so hart at sigla við kenning. Dómarnir plagdu at liggja um 4.000 krónur.
Við hesum báðum dómunum hevur rætturin sent út tað signal, at tað ber ikki til, at nakar siglir slíkar skjóttgangandi stuttleikabátar við kenning.