sær nakað í hesum dystinum. Tær løgdu hart út, og fyrstu løtuna av dystinum vóru tær heldur oman á. Hevði tað ikki verið fyri tvey brend brotskøst fyrstu løtuna, so kundu neistakvinnur havt ført við fleiri [...] HONDBÓLTUR Lagt var upp til brak av einum dysti, tá tey bæði oddaliðini í føroyskum kvinnuhondbólti, Neistin og Stjørnan, brustu saman á Hálsi í fyrru hálvfinalu sínámillum. Alt árið hava hesi bæði liðini [...] liðini ligið stavn um stavn í oddastríðnum, og so seint sum sunnudagin møttust tey seinast. Tann dystin vann Stjørnan tepurt, og við sigrinum býttu tær eisini um pláss við Neistan á stigatalvuni, soleiðis
at fagnaðurin var stórur, tá hetta gjørdist veruleiki. Tað vóru tó eisini tey, sum ikki vóru so fegin um hetta. Serliga stúrdu tey fyri, um Henke kundi finna seg til rættis millum hinar stóru stjørnurnar [...] heimsflokki fram. Og so áttu danir helst at tryggað sær sigurin móti dystarenda, tá Rommerdahl var fyrstu á einum returbólti, men heldur enn at spæla púra blanka Perez, valdi hann at skjóta, og so fekk italskur [...] hugsað um Ljungberg og Ibrahimovic, og saman við Larsson sýndu teir stórspæl í dystinum móti Bulgaria. Fyrstu løtuna var Bulgaria annars væl við, men sum dysturin leið, so gjørdist talan um veruligan klassamun
tað skuldi eisini vísa seg, at VB ikki soleiðis var at syfta á heimavølli. Heldur ikki hóast VÍF fyrstu løtuna royndi at geva teimum ein ordans skelk. Verjan var so tøtt, sum hon sjáldan hevur verið tað [...] tað áður, og millum annað gav hetta úrslit í, at tað skuldu ganga 13 minuttir, áðrenn VB fyri fyrstu ferð hevði funnið vegin fram til meskarnar. Hevði effektiviteturin framman fyri VB-málið verið eins stórur [...] framvegis við í heiðursmerkjastríðnum í landskappingini, men har tykjast bronsumerkini í løtuni at vera tey mest sannlíku, og tað er neyvan nóg mikið hjá einum liði, sum hesi seinastu trý árini hevur vunnið
Filadelfia heldur fram, og øll fara tey at húsast í Filadelfia-salinum við Landavegin. Leiðslurnar greiða frá, at ongar broytingar vera í leiðslubygnaðinum í fyrstu syftu, tí leiðslan í Rhema ynskir heldur [...] Filadelfia nú at hýsa umleið 200 fólk. - Enn er salurin nóg stórur, og tí verður neyvan plásstrot fyrstu tíðina. Men um tað verður ov trongt í salinum, er hetta bert ein luksustrupulleiki, sum ein og hvør [...] og aðrir hildu fast um hvítusunnusamkomuna. - Tá nýggjar rørslur og nýggj rák fáa gjøgnumbrot, hava tey lyndi til at vera meiri víðgongd at byrja við, har munurin síðani minkar við árunum. Tað er júst hetta
í áttatiárunum, og tað var tað mest sum ein stórhending í føroyskum tónleikalívi, tá ið kappingin fyrstu árini varð á skránni. Presto Booking, sum Hans Christian Joensen og Jan Rubeksen stóðu fyri, tók [...] vinnarar av Ársins Songrødd gjøgnum tíðina, og tað hevur víst seg, at fleir av okkara kendu sangarum eru fyrstu ferð komnir fram í hesi kapping. Eingin kendi nakað til Eivør Pálsdóttir, tá ið hon vann Ársins Songrødd [...] vinnarin fekk ikki bert heiðurin at kunna kalla seg Ársins Songrødd, men eisini 10.000 krónur burtur úr. Tey, sum sungu í finaluni, vóru: Lív Næs og Nicolina Midjord, Ólavur Larsen, Jenny Old, Eyðstein Jacobsen
41 ár - Hetta er mítt heim, sigur hon. Fyrstu árini slapp hon ikki til Írlands, ferðasambandið var so trupult. Men síðst í sekstiárunum slapp hon heim aftur fyrstu ferð, og seinnu árini hevur hon verið [...] dansitónleikur, og í Írlandi dansar man til hetta. Hon fortelur, at beinini dansaðu undir borðinum. Tey kláraðu slettis ikki at standa still. Ætla sær at hyggja at dystinum Hvørgin av nonnunum ætlar sær [...] øðrvísi at koma til Írlands í summar. Vanliga vita bert fáir írar hvar og hvat Føroyar eru. Tað eru bert tey, sum eru ímóti grindadrápi og fiskimenn, sum kenna Føroyar. Men nú verður frægari, tí fótbólturin ger
Hondbóltur At tey í Neistanum vóru ovurfegin eftir dystin móti VÍF sunnudagin er einki at siga til. Besta mansliðið hjá felagnum hevði í trupla útidystinum ognað sær tvey týdningarmikil stig, og í fyrstu atløgu [...] VÍF hevði at borðreiða við. Neistin hevði í Jotic ein sera væl upplagdan aftasta skansa, og longu fyrstu løtuna tóktist hann ætla, at máltalið hjá VÍF skuldi haldast langt niðri. Eftir fyrsta korterið stóð [...] stórdysti, har tvey av sterkastu mansliðunum í føroyskum hondbólti mugu berjast fyri lívinum, soleiðis at tey ikki verða koblaði av í oddastríðnum. Dysturin í tølum VÍF-Neistin 22-24 (9-13) Málskjúttar VÍF: Ingi
vísa áskoðarunum nakað! Godspell er ein av best umtóktu Broadway sangleikunum nakrantíð. Hann var fyrstu ferð framførdur í 70´unum í eini trý ár uttan steðg. Tó fara næmingarnir í Hoydølum ikki at spæla [...] vóru við, so vóru røddirnar hjá Christinu Elisabeth, Esben og Líggjasi tær afturgangandi, og kláraðu tey hetta serstakliga væl. Christina syngur sum ein eingil, og Líggjas og Esben hava heilt avgjørt sanggávur [...] áskoðararnar, soleiðis, at bæði leikarar og áskoðarar á ein ella annan hátt skapa eina heild. Vælnøgd Tey flestu av okkum minnast helst Skeyk, sum var framførdur í Norðurlandahúsinum fyri fimm árum síðani
tíma. Tí, sum tey í Hattarvík taka til, so er samfelagið so nógv broytt. Fólk vilja hava okkurt at fara til. Púra sanførd staðfesta hattarvíkingar, at fólk tíma jú ikki at búgva í Hattarvík, tey klára tað [...] Stóra mentanartiltakið, Listastevna Føroya, fór í gjár av bakkastokki fyri fyrstu ferð. Til sjálva setanina í Norðurlandahúsinum vóru á skránni røður, handanir í samband við útskrivaðar kappingar, sýning [...] út í bók. Virðislønir vóru til 3 tær bestu uppá 20.000, 15.000 og 10.000 krónur Hanus Kamban fekk fyrstu virðisløn og honum á baki komu Niclas Rasmussen og Marjun Kjelnæs. Føroyskir sniðgevar sýndu pløgg
Føroyum, og nevndin í Klaksvíkar Róðrarfelag vónar, at undirtøkan fyri henni verður góð. - Nú er hetta fyrstu ferð, at tað verður skipað fyri eini tílíkari kapping, so hetta verður allarhelst sum ein frumframførsla [...] kappingini verða býttir í seks bólkar. Ein verður fyri gentur undir 18 og ein fyri dreingir undir 18. Tey yvir 18 ár verða bólkað í tveir vektarbólkar í sama kyni. Tað vil siga kvinnur lættvekt og tungvekt [...] nevndarlimunum. NS Open Kappingin ber heiti NS Open. Norðoya Sparikassi er høvuðstuðul í kappingini. Og tey, sum gera seg galdandi í kappingini fara ikki tómhent heimaftur. Nummar eitt, tvey og trý í hvørjum