Saman standa vit sterkari

Í grein 1 í stevnuskrá Sambandsfloksins stendur: "Sambandsflokkurin hevur til aðalmál, í ríkisfelagsskapi við Danmark, at arbeiða fyri hollari og frílyntari menning av Føroya Fólki, stjórnarliga og fíggjarliga og vil á øllum økjum reka ein framtakshugaðan politikk á kristiligum mentunnargrundarlagi".

 

Sambandsflokkurin ásannar, at tíðir og umstøður broytast. Tí hevur flokkurin gjørt eitt nýskipanaruppskot, sum miðjar eftir at staðfesta Føroyar sum eina sjálvstýrandi tjóð í danska ríkinum.

Fyri at kunna vera í einum ríkisfelagsskapi, er neyðugt, at nøkur málsøki eru felags fyri alt ríki. Hesi kunnu vera: kongshúsið, grundlógin, uttanríkismál, verjumál, gjaldoyra og rættarskipanin.

Hesi felags málsøki eru garðurin rundanum ríkið. Tað eru hesi, sum gera, at vit kunnu tosa um eitt ríki, og tey skulu ikki kunna yvirtakast.


Samband ella loysing.

Tað er eingin ivi um, at valið snýr seg um framtíðarviðurskiftini millum Føroyar og Danmark

Tað hevur mangan verið sagt, at tað bert eru Sambandsflokkurin og Tjóveldisflokkurin sum hava greiða støðu til henda spurning. Hinir hava verið ógreiðir, og veljarin hevur ikki rættiliga vitað, hvat teir hava viljað.

Her er tó broyting komin í. Eftir seinasta løgtingsval varð skipað ein fullveldissamgonga. Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin, sum áður høvdu tosað um stig fyri stig á sjálvstýrisleið, vóru fullkomiliga drignir uppá trá av Tjóveldisflokkinum og fóru algoystir niður til Danmarkar at krevja loysing her og nú. Tað ljóðaði so lætt. Sagt varð, at tey mál, sum føroyingar ikki vóru til reiðar at umsita sjálvir, skuldu bert "útdelegerast" til danir at umsita.

Men Nyrup lat seg ikki lumpa, og fullveldissamgongan kom aftur sum av torvheiðum.

Í óðum verkum eru teir nú farnir undir at yvirtaka frá hond og ger hetta, at blokkurin minkar 300 - 400 milliónir komandi ár. Heldur henda gongdin fram, er blokkurin burtur eftir fáum árum, fullveldi er veruleiki, og øll okkara rættindi í ríkisfelagsskapinum fokin.


Hvørja kós skulu vit halda?

Tað eru tygum, góði veljari, sum á fólkatingsvalinum 20. november og á løgtingsvalinum komandi vár skulu avgera, hvør kósin skal verða. Hesi valini koma at hava alstóran týdning fyri framtíð Føroya. Høvuðsspurningurin, sum veljarin skal taka støðu til, er: Skulu vit halda fullveldiskósina, sum lækkar vælferðina, ella skulu vit føra sambandspolitik sum leggur dent á at menna og varðveita vælferðarsamfelagið og miðjar eftir, at Føroyar gerast ein sjálvstýrandi tjóð í danska ríkinum.

Vel eitt trygt samfelag, vel Sambandsflokkin.