Niels Uni Dam
Bæði í Føroyum og í Írlandi livur fólkið í samfelag við havið, og er nógv merkt av hesum. Men eisini á øðrum økjum líkjast vit, t.d. spælir tónleikurin ein sera stóran leiklut í lívinum hjá bæði føroyingum og írum. Tí er tað kanska ikki so løgið, at nonnurnar báðar trívast væl í Føroyum, og altíð hava gjørt tað.
Beinini dansaðu undir borðinum
Vit hittu tær báðar Systir Cecilia og Systir Maria, til írska kvøldið í Miðlahúsinum sunnukvøldið. Tær vóru komnar at lýða á Máire Breatnach og Thomas Loefke, spæla írskan fólkatónleik, og tær hugnaðu sær óført.
Tær vóru øðiliga glaðar fyri at sleppa at uppliva hetta, Systir Maria eigur fløguna Driftwood, hjá Máire Breatnach og Thomas Loefke, og henni dámar so sera væl at hoyra ein ordiligan jiggs ella reeves.
Systir Maria sigur, at tað kendist løgið at sita við eitt borð og lurta eftir hesum tónleiki, hetta er dansitónleikur, og í Írlandi dansar man til hetta. Hon fortelur, at beinini dansaðu undir borðinum. Tey kláraðu slettis ikki at standa still.
Ætla sær at hyggja at dystinum
Hvørgin av nonnunum ætlar sær á Tórsvøll at hyggja at dystinum mikukvøldið. Men tær fara at hyggja í sjónvarpinum. Tær siga seg vanliga ikki fylgja so væl við í fótbólti. Men tá føroyska landsliðið spælir, plaga tær at hyggja. Systir Maria sigur, at hon eisini plagar at fylgja við hvussu gongst hjá írum, og nú, hesið bæði liðini spæla, er hon eitt sindur spent.
Vilja illa tippa
Tær eru ikki á einum máli, um hvørjum tær halda við, Systir Maria heldur við írum, meðan Systir Cecilia heldur við føroyingum. Tær vænta tó báðar, at Írland fer at vinna. Tað eiga teir! Men samstundis veit man ongantíð við føroyingum, leggur Systir Maria afturat. Teir kunnu yvirraska. Tí er sera trupult at at tippa, so tað hætta tær sær ikki.
Ganga ein túr ígjøgnum býin
Systir Maria sigur, at hon ætlar sær at ganga ein túr gjøgnum býin mikudagin, og kanska práta við nakrar av sínum landsmonnum. Hon flennir hjartaliga, tá vit spyrja, um hon ætlar sær at verða málað írsku farvunum um andlitið, tá hon hyggur at dystinum. Hon ristir bara høvdið. Eisini Systir Cecilia væntar, at hon fer ein túr gjøgnum býin.
Heimið er í Føroyum
Systir Cecilia hevur búð í Føroyum í 41 ár, hon kennir, at Føroyar eru hennara heim. Hon er farin frá vegna aldur í Skt. Frans skúla, har hon virkaði sum lærari í nógv ár. Hon kemur upprunaliga úr Norður Írlandi, úr býnum Newry. Men hon hugsar ongantíð um at flyta aftur til Írlands. Eg havi búð her í 41 ár - Hetta er mítt heim, sigur hon.
Fyrstu árini slapp hon ikki til Írlands, ferðasambandið var so trupult. Men síðst í sekstiárunum slapp hon heim aftur fyrstu ferð, og seinnu árini hevur hon verið í Írlandi triðja hvørt ár. Um tríggjar vikur gongur leiðin aftur til Írlands. Hon fer at vitja skilfólk í Norður Írlandi, og verður har í seks vikur.
Dagin eftir, at Systir Cecilia er farin, fer eisini Systir Maria avstað, hon skal somuleiðis verða í Írlandi í seks vikur. Hon er úr suður Írlandi úr býnum Waxford, sum víkingar upprunaliga bygdu.
Hon sigur, at tá hon er í Føroyum, tosar hon um at sleppa heim til Írlands, og í Írlandi tosar hon um at sleppa heim til Føroyar. Hon hevur búð í Føroyum í 15 ár, og trívist væl, men kennir seg nokk mest sum íra.
Øðrvísi at vitja Írland
Tær ivast ikki í, at tað verður øðrvísi at koma til Írlands í summar. Vanliga vita bert fáir írar hvar og hvat Føroyar eru. Tað eru bert tey, sum eru ímóti grindadrápi og fiskimenn, sum kenna Føroyar. Men nú verður frægari, tí fótbólturin ger, at hvørt mansbarn veit um Føroyar.