Bólkur C
Mánadagurin var so dagurin, tá norðurlendsku grannar okkara úr Danmark og Svøríki skuldu í EM-eldin.
Danir høvdu møtumikla uppgávu, tá teir skuldu takast við Italia, sum av mongum verður mett sum favorittur til sjálvt EM-heitið, men tað skuldi tó vísa seg, at azur-littu menninir so avgjørt vóru til at tosa við.
Um nakað, so vóru tað danir, sum áttu sigurin uppibornan í málleysu uppgerðini. Tað var heilt greitt, at Morten Olsen og hansara menn høvdu gjørt heimaarbeiðið til lítar. Fyri tað mesta, so varð imponerandi offensis-ketan hjá Italia hildin í stuttum tjóðuri, og var tað serliga Martin Laursen, sum skaraði framúr í donsku verjuni. Kanska vildi hann eisini prógva, at tað er eitt mistak av Milan, at teir nú hava selt hann til Aston Villa, har David O?Leary hinvegin mundi frøast um, at hann hevur fingið undirskriftina hjá verjuleikarunum upp á pláss undan EM-kappingini.
Og eisini frameftir vøllinum riggaði væl hjá reyða dynamittinum. Serliga bar væl til at spæla italsku verjuna tunna í borðunum, har kviku Rommerdahl og Jørgensen skaptu alskyns trupulleikar, og fleiri ferðir mátti Buffon prógva, at tað ikki er av tilvild, at hann verður mettur sum heimsins besti málverji.
Í hesum fekk hann tó harða kapping frá Thomas Sørensen í danska málinum mánadagin. Sørensen hevði kanska ikki alla verðina at gera, men tvær ferðir vóru tó veruliga boð eftir honum, og báðu ferðina fann málverjin bjargingar í heimsflokki fram.
Og so áttu danir helst at tryggað sær sigurin móti dystarenda, tá Rommerdahl var fyrstu á einum returbólti, men heldur enn at spæla púra blanka Perez, valdi hann at skjóta, og so fekk italskur verjuleikari ruddað burtur.
Stjørnurnar skoraðu
Í Svøríki var stóra søgan undan EM sjálvandi, at Henrik Larsson nú aftur var tøkur hjá landsliðnum. Sjálvt forsetisráðharrin og UEFA-forsetin vóru millum teirra, sum heittu á álopsessið at koma aftur á landsliðið, so tað er einki at siga til, at fagnaðurin var stórur, tá hetta gjørdist veruleiki.
Tað vóru tó eisini tey, sum ikki vóru so fegin um hetta. Serliga stúrdu tey fyri, um Henke kundi finna seg til rættis millum hinar stóru stjørnurnar á svenska liðnum, men mánadagurin vísti so, at hetta ikki tykist gerast nakar trupulleiki.
Tá sagt verður »hinar stjørnurnar«, so verður fyrst og fremst hugsað um Ljungberg og Ibrahimovic, og saman við Larsson sýndu teir stórspæl í dystinum móti Bulgaria.
Fyrstu løtuna var Bulgaria annars væl við, men sum dysturin leið, so gjørdist talan um veruligan klassamun.
Serliga var tað Ljungberg, sum við síni arbeiðsøði og kvikleika skapti rumbul í bulgarsku verjuna, og hóskandi var tað eisini hann, sum á hálva tímanum kundi leggja sviar á odda, tá Ibrahimovic sýndi óvanligt medvit fyri viðleikara, og spældi Ljungberg heldur enn at skjóta sjálvur.
Og eitt korter inn í seinna hálvleik punkteraði Henke so av álvara Bulgaria. Fryst drønstútaði hann eitt innlegg frá Edman í kassan, og bara 30 sekund seinni var hann aftur á rætta staðnum, tá Svensson sendi innfyri.
Talan kundi enntá verið um Henke-Hattrick, men tá Ljungberg vann brotsspark, varð Ibrahimovic settur at skjóta, og so kundi eisini hann taka lut í málvetsluni.
Seinasti limurin í svenska álopstríbólkinum var Marcus Allbäck, sum kom á vøllin í 82. minutti, og í yvirtíðini kundi hann staðfesta rimmarsigurin, tá Henrik Larsson leikti hann púra blankan.
Størsti sigurin higartil í EM var veruleiki, og so tykist spurningurin bara vera, hvørt tað skal eydnast báðum norðurlendsku umboðunum at koma víðari úr bólkaspælinum. Her kemur nógv at snúgva seg um, hvussu leikur fer millum Svøríki og Italia í næsta dystinum, og so kann tað væl vera, at tað verður ein fyrimunur, at tær báðar grannatjóðirnar skulu spæla sínamillum í seinasta dystinum í bólkaspælinum.