Málverjin basti VÍF

Zejko Jotic tók broddin av álopsspælinum hjá VÍF, og so fekk Neistin tvey hampuliga óvæntað stig í trupla útidystinum

Hondbóltur

At tey í Neistanum vóru ovurfegin eftir dystin móti VÍF sunnudagin er einki at siga til. Besta mansliðið hjá felagnum hevði í trupla útidystinum ognað sær tvey týdningarmikil stig, og í fyrstu atløgu hevur hetta flutt teir upp á ovastu rók á stigatalvuni, har teir saman við grannunum úr Kyndli hava trý stig.
Tað var annars ikki væntandi, at Neistin skuldi gera stórvegis um seg í Vestmanna sunnudagin. VÍF er altíð partur av oddastríðnum í føroyskum manshondbólti, og árið í ár tykist á ongan hátt skula gerast nakað undantak í so máta. Tvørtur ímóti varð roknað við, at vestmenningarnir í ár í enn størri mun skuldu gera seg galdandi, nú Sámal Joensen var komin fyri seg eftir sín skaða.
Men sunnudagin kundi tað sum so gera tað sama, hvørjar skjúttar VÍF hevði at borðreiða við. Neistin hevði í Jotic ein sera væl upplagdan aftasta skansa, og longu fyrstu løtuna tóktist hann ætla, at máltalið hjá VÍF skuldi haldast langt niðri.
Eftir fyrsta korterið stóð longu 2-8 á máltalvuni, og tó at VÍF gjørdi ein vørr eftir hetta, so megnaðu teir ongantíð heilt at toga seg upp. Neistin svaraði hvørja ferð aftur, og tá teir bláu so í seinna hálvleiki skoraðu fimm ferðir á rað, var mest sum alt avgjørt. VÍF royndi at toga aftur seinastu løtuna, men munurin var vorðin stórur.

Brendu ov nógv
Og eftir dystin var annar av venjarunum hjá VÍF, Hjalmar Klein Olsen, ikki í iva um, hvar stóri trupulleikin var.
- Vit brenna alt ov nógvar møguleikar. Í verjupartinum gera vit tað, sum vit ætlaðu okkum, og at Neistin skorar 24 mál er sum so eingin trupulleiki. Tað er t.d. tað sama, sum H71 skeyt móti okkum seinasta vikuskifti. Men vit skora ikki nóg væl sjálvir. So kanst tú altíð tosa um, hvørt tað er Jota, sum stendur væl, ella okkara, sum skjóta illa, men í øllum førum er úrtøkan alt ov lítil. Tað er so nakað, sum vit mugu arbeiða við til komandi dystirnar, helt Hjalmar um dystin.
Hinvegin var nógv at fegnast um hjá teimum bláu. Umframt teir tríggjar útlendsku leikararnar, sum umframt Jota eru Dragisa Stojovic og Blagoje Buha, so stóðu aðrir leikarar eisini sera sterkt í myndini. Ikki minst Áki Mørk, sum tók nógva ábyrgd á seg, tá vestmenningar fingu tak í útlendsku skjúttunum, og sum á hendan hátt í stóran mun var viðvirkandi til alla tíðina at halda trýstinum uppi.

Stórdystur bíðar
Sum nevnt, so hevur Neistin við sigrinum toga seg upp á oddasessin í deildini. Komandi tveir dystirnar skulu teir spæla móti ávíkavist H71 og KÍF, og megna teir eisini at halda úrtøkuni í hesum dystum, fer av álvara at síggja ljóst út hjá teimum.
Hjá vestmenningum er einki at ivast í, at tapið skal vaskast burtur, men komandi uppgávan er tó av teimum allar truplastu. Tá skulu teir gulu nevnliga inn á Skála, har meistararnir úr StÍF taka ímóti. Og tað er væl at merkja eitt meistaralið, sum av álvara hungrar eftir stigum, nú teir taptu fyrsta dystin á árinum. Hetta líkist av sonnum einum stórdysti, har tvey av sterkastu mansliðunum í føroyskum hondbólti mugu berjast fyri lívinum, soleiðis at tey ikki verða koblaði av í oddastríðnum.

Dysturin í tølum
VÍF-Neistin 22-24 (9-13)
Málskjúttar
VÍF: Ingi Olsen 7(5), Agnar Joensen 4(1), Daniel Rápa 4, Sámal Joensen 2, Ólavur Brimnes 2, Harald Bjørgvin 1, John Zachariasen 1, Áki G. Olsen 1
Neistin: Blagoje Buha 7(3), Dragisa Stojovic 5(1), Aki Mørk 4(1), Ragnar Stakksund 2, Dann Thorleifsson 2, Karl Oddmar Rasmusen 2, Helgi Michelsen 1, Helgi Justinussen 1
Brotskøst: VÍF 8, Neistin 5
Útvísingar: VÍF 1, Neistin 6
Diskvalifikatión: Neistin 1 (3X2 minuttir)
Dómarar úr H71: Jákup Símun Simonsen & Høgni M. Joensen