formansskapur skulu veljast á fyrsta tingfundinum eftir løgtingsval. Um formaðurin og formansskapurin skulu skiftast út, so ber hetta bara til, um fýra fimtingar av tinginum skrivliga boða løgtingsformanninum [...] í uppgávuna at stýra umrøðunum. Hetta hevur hann ikki gjørt við at brúka stór orð, men tað er ikki so sjáldan, at hann kimar við klokkuni, tá hann heldur, at tað ikki er nóg friðarligt í salinum. Onkuntíð [...] fyriskipað og úr hondum greitt. Hann stýrir umrøðum løgtingsins og ansar eftir, at alt er í góðum skili, og at viðgerðin er virðilig. Á breiðum grundarlagi Hjá nógvum var tað eitt ynski, at tingformaðurin skuldi
- og HF-flokki eigur vanliga ikki at fara upp um 24. Í undantaksføri kann tó verða farið upp um 24 næmingar. Áðrenn myndugleikin tekur avgerð um hetta, skal málið verða sent Yrkisfelag Studentaskúla- og [...] orðingin um, at málið skal sendast Yrkisfelagnum til ummælis, ikki merkir annað enn tað, sum nágreiniliga er definerað í orðinum ummæli. »Tað vil siga,« sigur Eilif Samuelsen, » at heilt greitt er, at tað [...] tað er myndugleikin, sum hevur avgerðarrættin um, hvussu nógvir næmingar skulu vera í hvørjum flokki.« Og her er Snorri Fjallsbak samdur. »Tað er rætt, at vit hava slakað har,« sigur hann. »1992 avtaluna
viðmerkingar um avgerðarrætt og ábyrgd og ásetan av avtalum. Alt hetta kann gerast innan víðu karmarnar av verandi heimastýrislóg. Boðskapurin frá Javnaðarflokkinum er: Sig onki fyrr enn nevndin er sett. Tá [...] Løgtingi er óbroytt síðan miðjuna av sjeytiárunum. Síðan tá er tað støðugt vorðið greiðari, at bert ein sambandsflokkur er Føroyum, og at hinir flokkarnir vilja arbeiða fram móti loysingini. Hetta er ein sannroynd [...] verandi millumverandir, við donsku stjórnina og við Danmark. Hetta ber illa til, fyrr enn vit politiskt eru vorin samd um, hvat skal gerast. Hetta er heldur ikki neyðugt. Ein frágreiðing uppá 2.500 blaðsíður
fyrireika tykkum, og hetta er gott. Tit kunnu uttan iva læra nógv av okkara virkjum, og her hugsi eg bæði um tað skilagóða og tað skeiva tey hava gjørt. Eisini Jostein Soland heldur tað er náttúrligt og rætt [...] varð bygdur í Noregi, vigar til sammetingar meira enn 1 mill. tons. Hann heldur annars, at nú Føroyar eru minni og meira viðkvæmar enn t.d. Stavanger er tað sera umráðandi, at eitt nú bæði arbeiðsgevarafeløg [...] flogsambandið er so vánaligt millum londini. Í dag skal tú umvegin til Danmarkar fyrst. Heldur átti ein beinleiðis ruta at verið millum Føroyar og Stavanger. Tað hevði stytt um tíðina og minkað um útreiðslurnar
gjørligt er, at bæði teir sjálvir og ES vilja hava føroysku oljuna. Oljan í stó-rum parti av Norðsjónum er uppi um eini 20 ár, og ES fer at mangla olju aðrastaðni frá um somu tíð. Annar logikkur er ? soleiðis [...] roynir at sannføra um, at teir eru »heimsins moralska samvitska«. ? ? ? Fegin var eg um hesi orð míni kundu sett ferð á eitt konstruktivt orðaskifti um framtíðina. Og enn fegnari var eg um føringar fóru at [...] umroknað til Ólasa tøl ? er meiri enn 100 milliadir um árið. Tíbetur var eingin snildur dani staddur í Fólkatinginum júst tá Óli var á pallinum. Tað Óli Breckmann tosaði um var sama sjabbið, sum vit hava
bankakanningini. Hann heldur eisini, at tað er sera umráðandi, at føroyskir politikarar semjast um, hvørji stig, vit skulu taka. Men tað er líka umráðandi hetta vit ikki taka eina undirbrotliga semju. Tað [...] at teir vilja selja okkum hann aftur. Og tað er ikki ein sannlík leið at ganga. Hann heldur somuleiðis at tað er heilt burturvið, sum løgmaður tvíheldur um, at pengamál eru ríkismál og at danir tí hava [...] Jógvan Sundstein heldur hevur nógv størri týdning enn endurgjaldið fyri bankabjargingina, er at vit taka sjálvstýrið. Gera vit ikki tað, hevur alt hetta verið til fánýtis. Heimastýrislógin og ríkisfel
bankin meiri verdur, enn tað, sum stendur bókað. Bara á roknskapinum haldi eg, at hann er verdur einar 800 milliónir. Men ivaleyst er hann meriri verdur enn so av tí, at so nógv er sett av ímóti tapi, tí [...] Bankin er heldur ikki virðisleysur, minni enn so. Eg kenni sjálvandi ikki smálutirnar, men eg giti mær til, at av tí at grivið varð so djúpt og so nógv varð sett av ímóti tapi, sum tað bleiv, er bankin [...] sum sigur, at kvørnin hjá Gudi melur seint. Tvs, at um enn tað kann ganga long tíð, vinnur rættvísi- at enda. Og tað vísur seg eisini, at nú er tað nógv verri fyri Den Danske bank, at teir royndu at
vísir hann á, at hetta, at brúka oljuvinnuna sum undanførslu fyri at leggja uppskotið fram, er einki annað enn hjáputur. ? Skulu oljumillióningar nú avgera lønina í Føroyum, so er hetta ein sera ódámlig [...] kennir hann alt til, og líkist hetta nýggja uppskotið tí, er tað at meta sum ein rættilig avbjóðing til fakfeløgini. Gunnleivur vísir tó á, at tað er ein ávísur munur á, hvør tað er, ið leggur uppskotið fram [...] aftanfyri hetta uppskot, ella tekur ein meiriluti av løgtinginum undir við tí, er hetta beinleiðis at meta sum ein krígsavbjóðing, sigur formaðurin í Starvsmannafelagnum. Hann sigur tó, at fyrr enn hann kennir
starvinum. Um kritikkin av stjórnini sigur Hagen: ? At hon er vald broytir ikki mína støðu til framferðina hjá stjórnini. Eg havi ongantíð kritiserað Brundtland - bara stjórnina. Orsøkin er tann, at eg [...] Alleyne 10 atkvøður. Hetta var nakað, sum dámdi Gro Harlem Brundtland. Við tíðindafólk segði hon: ? Eg hevði ikki nervar, men eg var spent. Atkvøðugreiðslan tók eitt sindur longri tíð, enn eg hevði roknað við [...] eg átti at gera brúk av mínum drúgvu royndum. Tað er ov tíðliga einki at gera, tá tú bert ert vorðin 58 ára gomul. Verðinstíðindi í Noregi Spenningurin um hvørt Gro Harlem Brundtland fór at vinna ella ikki
við málinum um ein arbeiðsrætt, og fyrsta stigið er at seta saman nevndina, sum skal hava umboð frá fakfeløgunum, arbeiðsgevarunum og landsstýrinum. At so eitt uppskot verður lagt fram á ting um júst sama [...] higartil hevur virkað bæði skjótt og gott. ? Men tað kann vera, at ein arbeiðsrættur er betri fyri arbeiðsgevararnar, og tí er uppskotið kanska komið fram, heldur Karl fyri. Í sjálvdrátti Formaðurin í Havnar [...] sama mál, og um júst somu tíð, sum landsstýrið ætlar at seta nevnd at viðgera málið, bert kann merkja tað, at teir báðir tingmenninir einki kenna til hetta arbeiðið í landsstýrinum og tískil arbeiða í sjálvdrátti