Sjálvandi ivast Kaj P. Mortensen ikki í, at ein avloysari verður funnin fyri Nim. - Men tað verður helst ikki ein varandi loysn. Talan verður helst um eitt skip, sum kann røkja vaktartænastu og fiskiveiðieftirlit [...] hava følarar úti alla tíðina. Men beint nú er onki skip á marknaðinum, sum er brúkiligt og sum hóvar til okkara brúk. - Men tað kann altíð okkurt stinga seg upp, leggur hann afturat. Kaj Mortensen er enntá [...] sigur, at tað verða øðrvísi krøv sett til eitt skip, sum skal røkja vaktartænastu undir Føroyum. Tí í Norðsjónum liggur hann bara stillur hjá pallunum. Sum vaktarskip undir Føroyum kemur hann at arbeiða nógv
Fyri tey uttanveltaðu kann hetta bara vera gott, tí tað skapar meira spenning í kappingina, sum VÍF hevur dominerað seinastu tvey árini. Tað er kanska nakað tíðliga at skíra Kyndil sum FM-kandidat longu nú [...] við eini framúrskarandi dupultbjarging, og so var hann longu inni í dystinum, sum hann slapp sera væl frá. Stutt seinni var munurin minkaður niður í 13-11, men so fótaðu vestmenningar sær aftur, og teir fóru [...] steðgað honum ólógliga? VÍF steðgaði upp Seinni hálvleikur byrjaði sum tann fyrri, bert var tað hesaferð VÍF, sum skeyt á stongina. Men so fór Kyndil og serliga venjarin í gongd. Upp á fimm minuttir tók
spælararnir fingu allar tær ákoyringarnar, sum eru neyðugar fyri at vera væl fyri. Tvey tey fyrstu úrslitini vístu, at hetta hevur givið úrtøku, og so er bara at vóna, at tað eisini royndist væl móti Noregi [...] sjálvt um veturin tykist hava fingið fastatøkur á heima á landi. Síðsti dysturin, sum skuldi vera móti Noregi, ætlaðist at vera spældur seint seinnapartin í gjár, og úrslitið var ikki greitt, tá blaðið fór [...] Hetta var sum vátur vøttur at fáa, men hugburðurin hjá føroysku unglingunum var í lagi, og teir javnaðu, tá tað restaðu fimm minuttir. Ein langur bóltur varð sendur fram til Súna Olsen, sum var tryggur
ikki nóg mikið bara at trúgva upp á nakað og so seta seg hendur í favn. Nei, men tú mást fyrst vera komin til eina niðurstøðu, sum ger, at tú trýrt, at tað kann lata seg gera. Gert tú tað, so fert tú glaður [...] ikki skilir, at tað bar til. Hóast vit eru so ymisk, sum vit eru og í tí dagliga ósamd um mangt, t.d. um tú trýrt upp á títt egna fólk ella ei, er tað kortini so, at innast inni eru vit samd um, at vit eru [...] tað. Velur tú ikki at gera tað, sum tú hóast alt innast inni veit er rætt, fær tað fylgir fyri teg sjálvan, og ofta kemur tú at glíða út í nakað, sum tú bæði sigur og ger, so tú ikki torir at síggja í eyguni
saktans kann vera fyriuttan«. Og ein dagur í SMS eigur at vekja somu fatan okkara millum. Tað eru so mong ting, vit kundu ynskt okkum at átt; men vit kunnu meira enn so vera tey fyriuttan og liva lukkuliga hóast [...] meg bara, eftirsum ein maður í fimmaranum gjørdi grin við posthúsinum, sum føroyingar hava yvirtikið og ikki megnaðu at fáa at geva yvirskot - taka tað sum dømi. Posthúsið er eftir mínari hugsan so peredanskt [...] uttanfyri. Ein grikskur filosoffur spákaði sær ein dagin á markedsplássinum í Athen. Aftaná at hava eygleitt allar vørurnar, ið vóru til sølu segði hann: »Sum tað eru nógv ting í verðini, sum eg saktans
sjúkur, er tað ein veruleiki, sum vit onki fáa gjørt við, at tann vitanin,sum arvagranskingførir við sær, hevur eitt handilsigt virði -Tey, sum gera heilivág vilja fegin hava ta vitanina, sum arvagransking [...] virðing fyri. -Ein annar møguleiki er at lata granskingina fara fram á privatum hondum, so at tað er ein privat fyritøka sum fær vinningin. - Men triði møguleikin er at gera, sum vit hava skotið upp, nevniliga [...] vit verið noydd at liva við teirri byrðu, sum vitan er, tí vitan kann vera ein tung byrða. Pál Weihe sigur, at eftir læknar fara ikki tvinga vitan uppá fólk,sum ikki vilja hava hana. Hinvegin fara læknar
band, at tað hevur henni ongantíð fallið í lut at hoyra so nógv løg frá einum komponisti, sum eru so góð og vøkur, spennandi og skiftandi sum løgini hjá Regini Dahl. Tónleikurin er altíð lagaður til mál, [...] bundnan av teimum reglum, sum eru galdandi. Hann toyggir tónarnar longri enn vanligt, tí avgerandi er altíð innihaldið í tekstunum og tað sum Regin sjálvur heldur vera tað rætta. Sum føðingardagsheilsan til [...] Regins, virðini í fortíðini, ikki bara í føroyskari, men eisini europeiskari fortíð, ið skaldskapur Regins byggir á. Henda burturmista verðin, sum eisini virkar sum grundarlag til at meta samtíðina ímóti
tað seinna fyrikemur at vera púra burtur við, so velja vit at trúgva, at tað er venjingarstøðan hjá kollfirðingum sum ger, at teir vera so avbukaðir sum teir vórðu mikukvøldið. Ein nýggj stjørna Toppskjútti [...] trupulleikar at fáa spælið at hanga saman í álopinum, men tá ein í einum dysti skorar 39 mál, so er torført aftaná at siga, at álopsspælið ikki er so gott. Tað skal tó sigast at mótstøðan strandingar fingu [...] Toppskjútti hjá strandingum mikukvøldið var ikki tann sum tað plagar at vera. Hvørki Artur, Alexandur ella John, men Marius Joensen. Marius er ikki so gamal í garði, men tað sær út til at verða góður dugur í
septembur - eins og eitt ávíst tal av fólki er í arbeiði uttanlands, sum tó eru tøk á føroyska arbeiðsmarknaðinum, um pláss verður fyri teimum og inntøkurnar eru kappingarførar. At enda kann tó nevnast [...] búskapargongdina. Ætlanin við hesi nýggju frágreiðing er bara at tríva aftur í aftur, og siga heldur stuttorðað frá, hvussu ráðið metir gongdina, sum verið hevur restina av árinum. Ætlanin hjá Búskaparráðnum [...] nógv meira. Fiskiskipaflotin hevur av tí sama sum heild rættuliga stór avlop. Hinvegin er vøksturin í innflutninginum tekin um størri eftirspurning, eins og høgu húsaprísirnir og vøksturin í byggivinnuni
Eg havi mest sum bara skrivað yrkingar, men nú havi eg eisini roynt meg eitt sindur í prosa. Tað er ikki so lætt, tí eg havi lyndi til at seta eitt sindur av lýrikki inn í og tað kann vera eitt sindur trupult [...] føroyskum, krókar, sum tað føroyska málið ikki rúmar enn. Tú finnur onnur orð fyri ting, sum tú hevði lýst heilt øðrvísi um tú skrivaði á føroyskum. Mín skaldskapur er tengdur at málinum sum so, men hann er [...] stóran mun, ein ella annar liður, sum vegleiðir og kritiserar, og sum hjálpir høvundum til sjálvkritikk. Tá ið tú fært vegleiðing og kritikk kemur góðskan av sær sjálvum. Nalvaskoðan er so útbreidd í Føroyum