sum silgdi á eitt sker í Grønlandi og varð vrak. Síðani fór hann til Íslands, har hann arbeiddi á bóndagarði í 2 1/2 ár. Kom heimaftur og fór í smiðjulæru hjá Palla í Vági. Í 1937 fór hann til Danmarkar [...] var langabbasonur Mortan Mortansson av Hólalagnum í Hvalba, sum keypti Argir í 1828 og saman við konu síni Elspu av Kjalnesi í Kollafirði bygdi sítt heim í húsunum, sum høvdu verið spitalskahospital. Húsini [...] sum giftist Innu úr Miðvági, Johannes, Maja sum giftist Valbjørn Dalsgarð av Velbaðstað, Ole Jacob sum giftist og búsettist í Svendborg, Pole sum druknaði í Augustenborg á Als longu í 1944, Frits sum giftist
2004 í Kina. 18. februar fingu Monika Olsen og Bartal Dulavík, búsitandi í Vardø, Norður-Norra, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3560 gr. 4. mars fingu Helga Dam og Johannes Toftegaard í Fuglafirði [...] 52 cm long og vigaði 3500 gr. 12. mars fingu Kathrina K. Jensen, Tórshavn, og Derhard Jacobsen, Miðvági, eina dóttur. Hon var 55 cm long og vigaði 3650 gr. 13. mars fingu Svanhild Eyðunsdóttir Poulsen [...] Hann var 55 cm langur og vigaði 3800 gr. 14. mars fingu Laila Vang Durhuus og Benni Haraldsen, Miðvági, eina dóttur. Hon var 55 cm long og vigaði 4200 gr. 16. mars fingu Helena og Signar Kallsberg, Viðareiði
tí flestu av dreingjunum komu at spæla í meðaldeildini seinni, sum SÍ bókin so væl lýsir í myndum og orðum. Teir allar flestu hava verið mettir ? her í bygdini í hvussu so er ? sum okkara allarfrægastu [...] Ólavur í Beiti rithøvundur Í fororðinum til SÍ bókina verður sagt, at hetta er søgan um ítróttarfelagið hjá sørvingum. Og í næsta reglubroti verður víðari sagt, at hetta er eisini nakað av tí sum enn livir [...] livir í minninum hjá teimum, sum hava verið virkin í SÌ. Men ikki alt er komið við kortini, og tað kunna vera nakrar orsøkir til tað. Og tað sum eg hugsi um livir væl enn í minnum hjá monnunum sum vóru
virkinum, og síðan hevur einki verið at gjørt í gjár og í dag. Men mánadagin fara tey aftur til arbeiðis í Miðvági. Tá kemur línubáturin, Helena, sum er heimahoyrandi í Klaksvík, á Miðvág at landa. Smáur fiskur [...] til arbeiðis á virkinum hjá Fiskavirking í Miðvági, tá ið fullmannað er. Tey arbeiða hýsu, sum verður virkað til portiónir. Ein minni partur av framleiðsluni fer í blokk, kanska ein triðingur ella so. Størsti [...] Jason Johannesen, virkisleiðari, sigur, at væl av arbeiði hevur verið á virkinum í vár. - Tær fyrstu tvær vikurnar í januar var lítið og einki at gera, men síðan hevur bara verið heilt fitt av arbeiði
Sum er ganga tey smæstu børnini í skúla í Sandavági. Men har er í løtuni bara pláss fyri einum flokki í Gamla Skúla. Fýra flokkar ganga í skúla í bygdarskúlanum í Miðvági, og flokkarnir frá sætta til tíggjunda [...] limir eru í nevndini, og borgarstjórarnir í báðum kommununum eru fastir limir. Tað merkir tó ikki, at annar teirra er formaður. Formaður í fyrstu nevndini er Georg Hansen, bygdarráðslimur í Miðvági. Nýggja [...] Hansen. Um byggjast skal nýtt í Sandavági, ella byggjast skal út í Miðvági. Ella at ein heilt nýggjur bygningur, sum hýsir øllum teimum yngru næmingunum, sum nú ganga í Miðvági og Sandavági, skal byggjast
bestu í landskappingini í fjør framvegis til staðar. B36 og HB áttu bæði torførar uppgávur í 2. umfari, og bæði havnarfeløgini vunnu. HB hevði vitjan av NSÍ. Teir í Runavík hava ofta staðið seg væl í Gundadali [...] Hermansen, sum í fjør royndi seg í Frem, økti til 4-1, áðrenn landsliðsmaðurin hjá Skála syrgdi fyri, at úrslitið gjørdist 4-2. Hvørjum B36 skal spæla ímóti í fjórðingsfinaluni verður avgjørt í kvøld, tá ið [...] umfarinum í longdu leiktíðini. Tá sendi Alexander Jovevic, sum er komin til TB frá NSÍ, brotsspark í málið aftanfyri Jóhan á Mýrini. Sandoyingar skulu í fjórðingsfinaluni spæla á Sevmýri. B71 var í Miðvági
bestu í landskappingini í fjør framvegis til staðar. B36 og HB áttu bæði torførar uppgávur í 2. umfari, og bæði havnarfeløgini vunnu. HB hevði vitjan av NSÍ. Teir í Runavík hava ofta staðið seg væl í Gundadali [...] Hermansen, sum í fjør royndi seg í Frem, økti til 4-1, áðrenn landsliðsmaðurin hjá Skála syrgdi fyri, at úrslitið gjørdist 4-2. Hvørjum B36 skal spæla ímóti í fjórðingsfinaluni verður avgjørt í kvøld, tá ið [...] umfarinum í longdu leiktíðini. Tá sendi Alexander Jovevic, sum er komin til TB frá NSÍ, brotsspark í málið aftanfyri Jóhan á Mýrini. Sandoyingar skulu í fjórðingsfinaluni spæla á Sevmýri. B71 var í Miðvági
Fútaklettur í Sandavági hevur søkt Miðvágs og Sandavágs kommunur um loyvi at gera eina sonevnda landstøð í bygninginum, sum í síni tíð hýsti rækjuvirkinum á havnarlagnum í Miðvági. Ein landstøð er í grundini [...] leggur stjórin dent á. Eingin sleppur í land ella umborð á bátarnar, uttan at farið verður gjøgnum hendan bygningin, har strangt eftirlit verður hildið við sóttreinsan. Í bygninginum verður skift, soleiðis [...] allar smittur verða dripnar, áðrenn deyði fiskurin so verður koyrdur í eina kvørn, sum melur alt til eina evju, ið verður pumpað í ein tanga á landstøðini, sum ein tangabilur frá móttøkuvirkinum Salmon
útaftur, og seinni í vár verður fiskur sleptur í teir. Tað er alistøðin Fútaklettur í Sandavági, sum fer at seta smolt í ringarnar, sum beint eftir páskir verða sleipaðir úr havnini í Miðvági og lagdir við [...] áðrenn sjúka steðgaði mestsum øllum alivirksemi í landinum. Atli Gregersen, stjóri á Fútakletti, sigur, at teir fara at seta einar 500.000 - 600.000 fiskar í ringarnar. Teir hava fleiri gangandi á smoltstøðini [...] Soleiðis verður fiskurin heldur ikki so strongdur, sum hann hevði verið, um trengri var í ringunum, sigur hann. Í løtuni arbeiða tey við at koppseta smoltið á støðini á Fútakletti, sigur Atli Gregersen
"den flotte Roy", sum hon mintist plagdi at fylgjast við mær í lestrartíðini í Álborg. Eg segði: " Ja. Tað er hann." --- Kvøldið fyri hevði eg í telefonini lagt ráð saman við tveimum øðrum av næstu vinmonnunum [...] okkara ítarsta. Hesin ansur fyri tí skemtiliga kom okkum eisini til góðar í øðrum samanhangi, har Rói var við, m.a. í Føroyingafelagnum í Álborg. Har hevur mangur fingið ein góðan látur, tá Rói Árting læt sín [...] eginleikar. Einaferð Rói var í starvsvenjing sum sosialráðgevi í einari lítlari kommunu uttan fyri býin, kom hann út fyri at verða tikin gísli av einum sosialum brúkara. Í Norðurjútlandi var hesin brúkari