Fyrsta dagin verða aliringarnir á Sandavági lagdir útaftur, og seinni í vár verður fiskur sleptur í teir.
Tað er alistøðin Fútaklettur í Sandavági, sum fer at seta smolt í ringarnar, sum beint eftir páskir verða sleipaðir úr havnini í Miðvági og lagdir við boyurnar, sum enn liggja á vágni, síðan alt varð har, áðrenn sjúka steðgaði mestsum øllum alivirksemi í landinum.
Atli Gregersen, stjóri á Fútakletti, sigur, at teir fara at seta einar 500.000 - 600.000 fiskar í ringarnar. Teir hava fleiri gangandi á smoltstøðini norðuri á Fútakletti, sigur hann, men hava valt at seta hesa nøgdina út, tí tað tykist rímiliga passandi til tað pláss, ið er. Soleiðis verður fiskurin heldur ikki so strongdur, sum hann hevði verið, um trengri var í ringunum, sigur hann.
Í løtuni arbeiða tey við at koppseta smoltið á støðini á Fútakletti, sigur Atli Gregersen.










