Ólavur í Beiti
rithøvundur
Í fororðinum til SÍ bókina verður sagt, at hetta er søgan um ítróttarfelagið hjá sørvingum. Og í næsta reglubroti verður víðari sagt, at hetta er eisini nakað av tí sum enn livir í minninum hjá teimum, sum hava verið virkin í SÌ.
Men ikki alt er komið við kortini, og tað kunna vera nakrar orsøkir til tað. Og tað sum eg hugsi um livir væl enn í minnum hjá monnunum sum vóru dreingir og unglingar miðskeiðis í 70-unum, tá eg sjálvur vandi teir! Tað var eisini fyrstu ferð at sovorðin venjing var í SÍ ? eisini um veturin í gomlu fimleikarhøllini og við nógvum bóltum enntá.
Nú skal hetta ikki skiljast sum eitt ummæli av SÍ bókini, tí tað havi eg ongan hug til, men bert sum eitt ískoyti til hetta verk.
Orsøkin til at eg hevði førleika at fara undir hesa venjing av dreingjunum á so frægum støði longu tá var tann, at eg spældi og vandi við 1.lið hjá B36 og 1. lið hjá Neistanum, og nýtti nógv av tí eg sjálvur hevði lært í Havn í míni venjing av dreingjum og eisini unglingum. Vetrarhálvuna varð vant í fimleikarhøllinu, nakað av styrkivenjing, fimleiki og tøttum bóltspæli, og so tá farið var á vøllin ? tá var einki graslíki ? og kappingin fór at byrja, skotvenjing, konditión ? teir flestu minnast helst renningina út til Breiðá ? og bólt førleiki, og meðan útileikararnir runnu, var serlig málmansvenjing sum Heini Davidsen uttan iva hveur notið sera gott av.
SÍ dreingjaliðið tá var eitt sera gott lið ? bert eitt lið var betri - men tað hevur ikki bert verði venjingini fyri at takka, tí flestu av dreingjunum komu at spæla í meðaldeildini seinni, sum SÍ bókin so væl lýsir í myndum og orðum. Teir allar flestu hava verið mettir ? her í bygdini í hvussu so er ? sum okkara allarfrægastu fótbóltsleikarar.
Við tað at hetta var eitt tíðarskeið í søguni hjá SÍ ? sum enn livir væl í minninum hjá mær og teim flestu av spælarunum - og eisini fyrstu ferð at sovorðin venjing kom til bygdina, metti eg rætt vera at nevna tað og bert spell tað er ikki komið við í hetta prentlistarliga snotuliga verk, nú felagið hevur sín 100 ára dag! Men eg síggi har er so mangt løgið í bókini sum eg fari at lata liggja á hesum sinni!
Sjálvur havi eg skrivað eitt fitt brot í bókini "Eitt slag av tíð" um SÍ sum hevði verið eins vælegnað sum so nógv annað framíhjá tilfar í SÍ bókini. Brotið hevur verið upplisið á ársveitslu áður.
Tað er Sørvágs Ítrótarfelag sum gevur bókina út, og høvundar eru Erhard Jacobsen og Esbern Joensen. Umbrótingina hevur Sonni Jacobsen gjørt og hann er komin ? sum altíð ? sera væl frá arbeiðinum, tóat hann kanska hevði ynskt sær betri stundir til arbeiðið. Snotuligu permuna hevur Páll Joensen gjørt og bókin er prentað hjá Nørhaven Book A/S í Viborg sum altíð er borgan fyri bestu góðsku og lægsta kostnaði.
At enda fari eg at ynskja øllum SÍ leikarum ? bæði ungum sum eldri og í øllum deildum ? til lukku við stóra degnum!