LØGMANSSTEYPIÐ
Síðani tað í lutakastinum var greitt, at stóru havnarfeløgini ikki kundu bresta saman í steypakappingini fyrrenn í finaluni, hevur møguleikin fyri finalu Ólavsøkudag millum B36 og HB verið ynskidreymurin millum viðhaldsfólkini hjá havnarfeløgunum.
Nú tað mest sum er greitt at spæla fjórðingsfinalurnar er møguleikin fyri finalu millum tey bæði bestu í landskappingini í fjør framvegis til staðar. B36 og HB áttu bæði torførar uppgávur í 2. umfari, og bæði havnarfeløgini vunnu.
HB hevði vitjan av NSÍ. Teir í Runavík hava ofta staðið seg væl í Gundadali, og teir vóru hesa ferð partur av lutfalsliga væl spældari uppgerð. HB vann 3-2, og harvið er tað greitt, at NSÍ, sum í fjør tapti finaluna ímóti júst HB, ikki fyri triðju ferð í fýra ár fer at verða partur av ólavsøkuuppgerðini.
Jens Martin Knudsen vardi NSÍ málið, meðan Tróndur Vatnhamar fyri fyrstu ferð var í HB málinum. Fyrrverandi B36 maðurin hevði vunnið kappingina um avloysarasessin aftanfyri Bárð Johannesen, sum var skaddur, ímóti einum øðrum fyrrverandi B36 málverja ? Pól Næss Joensen.
Tróndur stóð seg so væl, sum tað kundi roknast við. Jens Martin hevði fleiri góðar bjargingar ? ikki minst tá ið hann meistarliga í 2. hálvleiki vardi fyri brotssparki frá Rúna Nolsøe ? men hann átti sín lut í tveimum teimum fyrstu HB málunum.
Tór-Ingar Akselsen, sum er komin afturíaftur eftir sabbatsár, setti hol á við roynd úr sera spískum. Andy Olsen, sum tykist skula verða ein av berandi kreftunum hjá NSÍ, syrgdi fyri javnleiki, men fimm teir síðstu minuttirnar undan steðginum skoraði HB tvær ferðir. Eftir rimmar roynd frá Rasmus Nolsøe úr 40 metrum, hálvbjargaði Jens Martin, og nýggi álopsmaðurin, Páll M. Joensen, var fyrstur á returinum. Eftir innlegg úr vinstru stýrdi Rúni Nolsøe við handara stólpan í málið.
Eitt lítið korter eftir steðgin sendi Ike við høvdinum eftir horna í málið, eftir at bólturin fyrst hevði verið tvær ferðir á træverkinum. So var tað, at Rúni Nolsøe fekk gylta møguleikan at taka luftina úr dystinum, men fyrst hálvbjargaði Jens Martin, og so sendi HB liðformaðurin returbóltin upp um víðopna málið.
NSÍ hevði fleiri ferðir síðstu løtuna HB á krókinum, men meistararnir og steypavinnararnir hóraðu undan, hóast teir síðstu smáu tíggju minuttirnar vóru undirmannaðir. Tað komst av, at innskifti Vagnur Mohr Mortensen noyddist at taka seg aftur orsaka av skaða. Tá hevði HB skift tríggjar spælarar inn.
Í fjórðingsfinaluni skal HB spæla á heimavølli ímóti ÍF. Fuglfirðingar vóru í Vági, har teir fingu einasta málið. Málskjútti var Sylla, sum sendi í kassan, eftir at miðvallarin Hanus Eliasen hevði lagt innfyri. 2. páskadag skal ÍF aftur til Vágs, og tað kann ikki sigast annað, enn at sjálvsálitið hjá teimum fekk eina tonn rætta vegin sunnudagin.
KÍ og B68
Hinir partarnir, sum kappast við HB og ÍF um finalupláss, eru KÍ og B68. Toftamenn vóru á Mølini sunnudagin, og teir høvdu alla orsøk at vera fegnir, tá ið teir fóru til hús aftur. Kristian Anton Andreasen skoraði einsamalla málið, tá ið tíggju minuttir vóru eftir. Fabricio smekkaði til, og Kristian Anton stýrdi bóltinum inn um Gunnar á Steig. Síðstu løtuna legði heimaliðið ógvusligt trýst á, men teir fingu ikki mál. Tættast við vóru teir, tá ið teir royndu við frísparki av brotsteigar markinum. Men Albert Sævarsson, sum er komin aftur í B68 málið at standa, tveitti seg og bjargaði meistarliga.
Í Gundadali var tað eftir sjey minuttir greitt, at KÍ skal vera partur av fjórðingsfinaluni. Tá høvdu Erling Fles, Atli Danielsen og Arnhold Joensen lagt KÍ framum um 3-0, og so var tað bara ein spurningur um, hvussu stórur sigurin fór at verða.
Tríggir útisigrar
Í hinum partinum staðfesti B36 á Skála, har teir onkra ferðina hava havt stórar trupulleikar, at teir eru væl fyri, sjálvt um fleiri skiftingar eru gjørdar síðani í fjør.
Ingi Højsted hevur roynt eitt sindur av hvørjum. Miðskeiðis í 1. hálvleiki skoraði hann fyrst ferð fyri barndómsfelagið í bestu deildini.
Undir hvíldini var framvegis stórur spenningur í. Ein minutt fyri hálvleik sendi Iulian Florescu hornaspark beinleiðis í málið.
Eftir steðgin legði B36 seg framum 4-1, áðrenn Jónhard Frederiksberg pyntaði um. Klæmint Matras stútaði við handara stólpan til 2-1, eftir at Allan Mørkøre hevði lagt fríspark innfyri, og Bergur Midjord var tryggleikin sjálvur, tá ið hann gjørdist einsamallur við nýggja Skála málverjanum. Innskifti Bogi Hermansen, sum í fjør royndi seg í Frem, økti til 4-1, áðrenn landsliðsmaðurin hjá Skála syrgdi fyri, at úrslitið gjørdist 4-2.
Hvørjum B36 skal spæla ímóti í fjórðingsfinaluni verður avgjørt í kvøld, tá ið GÍ hevur verið í Leirvík. Leygardagin hevði LÍF vitjan av AB. Vøllurin í Leirvík er ovarlaga, og tað var neyðugt við maskinum at beina kavan burtur, áðrenn argjamenn kundu fara á vøllin. Heimaliðið skoraði tvær ferðir ? evnaríki Andreas Lava Olsen og so Magnus Skoralíð, ið longu telist millum veteranarnar á liðnum við brotssparki - meðan argjamenninir vóru merkiliga spakir.
TB stóð royndina á Valloyruni í Sandavági. Men tað tók sína tíð. Eftir vanliga leiktíð var 1-1, og tá hevði John Thomsen lagt heimaliðið á odda. Stutt undan hvíldini javnaði Hallur Christiansen, og so kom einki mál fyrrenn í fyrra umfarinum í longdu leiktíðini. Tá sendi Alexander Jovevic, sum er komin til TB frá NSÍ, brotsspark í málið aftanfyri Jóhan á Mýrini.
Sandoyingar skulu í fjórðingsfinaluni spæla á Sevmýri. B71 var í Miðvági, har teir vunnu 2-0 á 4. deilarliðnum. Á B71 liðnum vóru fleiri ungir spælarar. Eitt nú er Símun Rógvi Hansen í málinum, meðan Waldemar Nowicki, sum seinastu fimtan árini hevur vart B71 málið, var á beinkinum. Jónsvein Thomsen legði B71 framum, tá ið eitt korter var farið, og í 2. hálvleiki stútaði Tummas Pauli Olsen til 2-0 eftir horna.
LØGMANSSTEYPIÐ
Innleiðandi umfar
Royn-FSV 2004 0-1 (0-0)
0-1: Birgir Joensen
1. umfar
NÍF-Fram 0-13 (0-2)
Hansmar Poulsen (4), Kári Reynheim (3), Sunnleif Jacobsen (3), Fróði Baldvinsson, Mortan Joensen, Gunnar Haraldsen
Sumba-MB MB ud
LÍF-AB 2-0 (0-0)
1-0: Andreas Lava Olsen
2-0: Magnus Skoralíð br
SÍ-FSV 2004 2-3 (1-2)
0-1: Jón Nielsen 8.
1-1: Wenzel Mortensen 30.
1-2: Silva 35.
2-2: Georg Haraldsen 49.
2-3: Sonni Johansen 59.
2. umfar
MB-B71 0-2 (0-1)
0-1: Jónsvein Thomsen 15.
0-2: Tummas Pauli Olsen 61.
Fram-KÍ 1-7 (1-5)
0-1: Erling Fles
0-2: Atli Danielsen
0-3: Arnhold Joensen
0-4: sjálvmál
0-5: Hjalgrím Elttør
1-5: Hansmar Poulsen
1-6: Kristofur Jacobsen
1-7: Ovi Nysted
Skála-B36 2-4 (1-1)
0-1: Ingi Højsted 25.
1-1: Iulian Florescu 44.
1-2: Klæmint Matras 55.
1-3: Bergur Midjord 75.
1-4: Bogi Hermansen
2-4: Jónhard Frederiksberg
HB-NSÍ 3-2 (3-1)
1-0: Tór-Ingar Akselsen 7.
1-1: Andy Olsen
2-1: Páll M. Joensen 40.
3-1: Rúni Nolsøe 45.
3-2: Ike 58.
VB-ÍF 0-1
0-1: Sylla
EB/Streymur-B68 0-1 (0-0)
0-1: Kristan Anton Andreasen 83.
LÍF-GÍ í kvøld
FSV 2004-TB 1-2 (1-1) eftir umdyst
1-0: John Thomsen
1-1: Hallur Christiansen
1-2: Alexander Jovevic br.
Fjórðingsfinala 5. mai
KÍ-B68
LÍF/GÍ-B36
HB-ÍF
TB-B71