Fiskivinna
Eini 60-70 fólk eru til arbeiðis á virkinum hjá Fiskavirking í Miðvági, tá ið fullmannað er. Tey arbeiða hýsu, sum verður virkað til portiónir. Ein minni partur av framleiðsluni fer í blokk, kanska ein triðingur ella so.
Størsti parturin av rávøruni kemur frá línubátunum.
Jason Johannesen, virkisleiðari, sigur, at væl av arbeiði hevur verið á virkinum í vár.
- Tær fyrstu tvær vikurnar í januar var lítið og einki at gera, men síðan hevur bara verið heilt fitt av arbeiði.
Hann vísir á, at á middegi mikudagin var aftur turt gólv á virkinum, og síðan hevur einki verið at gjørt í gjár og í dag.
Men mánadagin fara tey aftur til arbeiðis í Miðvági. Tá kemur línubáturin, Helena, sum er heimahoyrandi í Klaksvík, á Miðvág at landa.
Smáur fiskur
Jason Johannesen vísir á, at hýsan hjá línubátunum hevur verið smáfallandi, men tað hevur gingið hampiliga væl at fingið fatur á henni. Ein fittur partur av veiðini hjá bátunum er hýsa, sum vigar minni enn eitt kilo.
- Tað vísir seg, at allur fiskur er smáur. Hýsan er smá, upsin er smáur, og toskurin er eisini smáur.
Jason hevur heft seg við tað, sum ein skipari segði í Sosialinum herfyri. Hesin vísti á, at gýtingarupsin er nógv smærri nú enn fyri nøkrum árum síðan.
Tað verður helst soleiðis, sigur Jason, at tá ið myndugleikarnir í framtíðini skulu friða gýtingarfisk, so verður tað tann smái fiskurin, sum verður friðaður!
- Alt er so undarligt vorðið, heldur virkisleiðarin fyri.










