søkja inn á ein útbúgvingarstovn eru trý støð, har tað ber til at fáa kunning um umsóknarbløð, upptøkutreytir, bústað, stuðulsmøguleikar og mangt annað. Tey trý støðini eru LFÚ-ráðgevingin, Altjóða Skrivstovan [...] í sama húsi, men kortini í sama býi. Vit sum arbeiða á einum av hesum støðunum kunnu ikki ímynda okkum, at vit skulu flyta enn longur burtur frá hvør øðrum, heldur áttu vit at verið løgd undir sama tak [...] Runavík. At flyta Stuðulsstovnin til Runavíkar, við vandanum um at missa starvsfólkini og ikki minst royndir teirra, er sum at flyta bilasøluna hjá Meinhardi Arge til Nólsoyar! Hevði tað ikki verið eitt
løtuvinningar, og neyvan hugsa teir um avleiðingarnar. Neiligar avleiðingar, sum liva víðari frá einum ættarliði til annað, og sum beinleiðis hava niðurbrótandi slóðir eftir sær. Hetta sæst einamest í hugburðinum [...] vil bróta niður. Tað, at teir alment siga og meina, at nakað verður tikið frá Vágs kommunu, um tað verður flutt til Hovs, til dømis, er eit vónbrot at hoyra og tað er ófatiligt at hugsa sær, at royndir [...] aftur til Hvalbiar. Soleiðis gingu tvey ár, og áðrenn mína tíð, høvdu tríggjar av mínum systrum havt somu skúlagongd, tí soleiðis var gongdin nógv tey fyrstu árini av HF-útbúgvingini. Øll hesu ár, frá 1974
at skaðar av bæði einum og øðrum slag hava forðað fyri nøkrum landsdystum fyri hansara viðkomandi síðani, er eitt. Annað er, at nú eru hesir skaðar burtur. Okkara fremsti spælari er til reiðar at vera sterkasti [...] gleðiliga fyri føroyskan fótbólt, at Todi segði seg aftur vera til reiðar at tørna út fyri Føroyar. Hann hevði tá í eina tíð lítið og einki merkt til skaðan, sum so ofta áður hevði argað, og tí helt hann, at [...] Og eingin - eingin - sum sá myndirnar frá tíðindafundinum ta ferðina, mundu ivast í, at Todi var fegin um, at hann nú aftur kundi umboða føðilandið. At síggja til so róligi klaksvíkingurin gav tárunum
Tummas Eli H. Joensen Í farnu viku svaraði Bjarni Djurholm einum fyrispurningi á tingi frá Tórbjørn Jacobsen viðvíkjandi vegastrekkinum Skálabotnur - Strendur. Bjarni Djurholm segði í svarinum, at arbeiðið [...] forleingilsi av arbeiðinum í ár, og soleiðis fáða tvey ára arbeiði gjørt í einum. Um hetta er ætlanin, skuldi hetta alt annað líka givið betur úrtøku fyri peningin, tí ein flyting av amboðunum verður spard [...] ikki nøktandi til alt ið skal flytast aftur og fram og eg haldi eisini, at veganetið er beinleiðis ein foran fyri, at vestari armur mennur seg meira vinnuliga. Eg fari, nú tað sær út til, at arbeiði fer
um vegaføringina í Leirvík kemur aftur til viðgerðar í løgtinginum, og at virka fyri, at løgtingið, eins og fyri einum ári síðan, samtykkir at fylgja tilmælinum frá meirilutanum í Leirvíkar Bygdarráði. Tygum [...] sum ynskir at leggja vegaføringina til Norðoyatunnilin uppi á Brekkum oman fyri bygdina heldur enn niðri í bygdini. Bygdarráðið boðaði í mars í ár Vinnumálaráðnum frá hesum, men haðani hava vit einki frætt [...] okkum beinleiðis til einstøku løgtingslimirnar í eini roynd at steðga vegagerðini niðri í bygdini, sum er ein forðing fyri útbyggingum og framburði í Leirvík. Í roynd og veru ber til at siga, at málið
ið hava veri fyri hesum herviliga órætti. Bara frá 25. september og til 14. november í ár eru 11 nýggir brúkarar, ið hava hjálp fyri neyðini, komin til KRIS. Tí eru vit fegin um orðingina í samgonguskjalinum [...] svarar fyrsta árið til 1 arbeiðsviku hjá 1 ráðgeva / viðgera. Við teimum umleið 50 brúkarunum, ið vit hava í viðgerð, svarar tað til 50 fullar arbeiðsvikur, ella meira enn 1 ársverk bara til grundleggjandi [...] ósek líða óneyðugt í traumatisku støðuni KRIS manglar pengar til at løna fólki, til at gjalda ráðgevunum fyri mistar arbeiðsinntøkur og til at víðariútbúgva ráðgevar og brúkarar, ið vilja átaka sær uppgávuna
líkist eg helst einum býttlingi, sigur hon flennandi. Men tónleikur, sum helst er orsøkin til, at hon plágast av tinnitus, er í dag ein stór hjálp. ? Tað nyttar einki at koyra tónleik hart frá, tí so verður [...] eftir tónleiki, gjarna rocktónleiki, sum var frammi í tíðini, og eg var til nógvar konsertir. Har var ljóðið sjálvandi hart frá, og eg giti, at eg havi fingið tinnitus av hesum, sigur Birte. ? Nógv fólk [...] sovið fyri ýlinum. Tá plagi eg at fara upp, seti meg í køkin við einum teppi rundan um meg og spæli upp á harmonikku, greiðir Birte frá. Hendan dagin, vit vitja í teimum hugnaligu húsunum í Leynum, er
advokatrokning fór júst til at hjálpa monnum í tryggingarmálum. Hetta snarar Dan til, at vit velja lættastu loysn at beina monnum, sum venda sær til okkara í t.d. slíkum málum til advokat, og so mugu teir [...] snarar alt til sín eyðkendu útspilling. Árliga fáa vit eitt fýrasifrað tal, t.v.s. onkunstaðni omanfyri 1.000, av fyrispurningum frá fiskimonnum, sum venda sær til okkara um eitt ella annað. Í allarflestu [...] skipið steðgað upp leggja vit hýruna út til manningina fyri at stytta um bíðitíðina eftir ágóðanum. Annars skal sigast, at eingin verður uppsagdur fyri at hava vent sær til FF, tí vit uppgeva eingin nøvn fyri
týdning. Sum er, kunnu vit bert útflyta 700 tons av sílum til ES, tollfrítt. ? Hinvegin eru dumpingmál sum hesi ógvuliga møtimikil hjá vinnuni. Hjá einum stórum veldi sum ES, hevur tað ongan týdning at føra [...] verða seld í ES. Hóast ongin avgerð er tikin í hesum málinum enn, hevur Vinnuhúsið fingið at vita frá álítandi keldum, at ES fer uttan iva at taka málið upp. Vinnuhúsið hevur eisini fingið at vita, at [...] hesuferð eru finlendingar, sum hava skuldsett føroyingar og norðmenn fyri at hava dumpað prísin á síli til ES. Øll hesi dumpingmálini er rættiliga ørkymlandi hjá føroysku vinnuni ? Í nøkur ár hava vit hildið
neyðugt at spara upp ella taka lán til tess at fáa ráð til at ættleiða eitt barn. Er tað rímiligt,at summi skulu lána hópin av peningi til tess at gerast foreldur og vera við til at hækka fólkatalið í Føroyum [...] føroyingum áhuga fyri politikki sum heild. Ímyndi mær eisini at sjálv mannagongdin frá eitt mál bleiv framlagt til tað bleiv endaliga samtykt ella fall hevði verið nógv meiri kveikjandi og framtakshuga [...] eisini stórur, tá fólk ættleiða. Samfelagsligi ágóðin Fólkatalið stendur í stað í Føroyum. Millum annað tí at korini hjá barnafamiljum ikki eru nóg góð. Tað vísti m.a. kjakið í Miðlahúsinum, tá kanningin