Ágangur frá ES: Føroyingaraftur skuldsettir fyri dumping

Longu áðrenn ákæran ímóti føroysku alivinnuni um at dumpa prísin á laksi er avgjørd, er nýggj ákæra um dumping á veg

Dumping

? At skuldseta føroyingar dyri dumping, er eftir øllum at døma nýggja vápnið hjá ES londum, at kroysta føroysk alivinnuna.
Tað heldur Jan Mortensen, stjóri á Vinnuhúsinum.
Longu áðrenn skuldsetingin ímóti føroyingum um at dumpa prísin á laksi er avgjørt, er ein nýggj ákæra um dumping á veg.
Hesuferð er føroyska alivinnan skuldsett fyri at dumpa prísin á síli, sum verða seld í ES.
Hóast ongin avgerð er tikin í hesum málinum enn, hevur Vinnuhúsið fingið at vita frá álítandi keldum, at ES fer uttan iva at taka málið upp. Vinnuhúsið hevur eisini fingið at vita, at tað hesuferð eru finlendingar, sum hava skuldsett føroyingar og norðmenn fyri at hava dumpað prísin á síli til ES.
Øll hesi dumpingmálini er rættiliga ørkymlandi hjá føroysku vinnuni
? Í nøkur ár hava vit hildið, at so at siga allar forðingar fyri føroyskum útflutningi vóru ruddaðar av vegnum. Miðskeiðis í nítiárunum varð bøtt um handilsavtaluna við ES, so at flest allar tollforðingar fullu burtur. Og við heilsufrøðiligu avtaluni, sum varð gjørd í 2001, vóru nógvir praktiskir trupulleikar loystir, sum annars høvdu darvað flutninginum, tá ið vøran skuldi inn í ES lond.

Nýggj handilsverja
Men í summar merktu føroyingar fyrstu ferð vápnið hjá ES til handilsverju ? dumping ákærur.
Jan Mortensen sigur, at síðani tollurin á heimshandlinum er minkaður í stórum, hava vinnur í ES og aðrastaðni, sum kenna seg trongdar av vinnum í øðrum londum, lagt seg eftir at ákæra kappingarneytarnar fyri dumping.
-? Serliga eru tað handilsstórveldini USA og ES, sum hava nýtt dumpingvápnið. Og hagtølini hjá Heimshandilsstovninum yvir dumpingmál, vísa, at tey økjast munandi í tali á hvørjum ári.
Jan Mortensen vísir á, as alingin av síli hevur ikki sama týdning fyri Føroyar sum laksaalingin. Og møguligur tollur, ella aðrar marknaðarforðingar, hava heldur ikki so stóran týdning.
Sum er, kunnu vit bert útflyta 700 tons av sílum til ES, tollfrítt.
? Hinvegin eru dumpingmál sum hesi ógvuliga møtimikil hjá vinnuni. Hjá einum stórum veldi sum ES, hevur tað ongan týdning at føra eitt mál sumn hetta, men hjá føroysku alivinnuni er tað drepandi.
Hann vísir á, at alivinnan hevur longu nú brúkt einar tvær milliónir krónur upp á at verja seg fyri ákæruni um um at dumpa laks.
? So hóast onki hald vísir seg at vera í ákærunum, tykist hetta at vera at vera ein taktikkur at royna at pøsa kappingarenytar.
Annars er tað ikki ES, men Japan, sum er høvuðsmarknaður fyri føroysk síl og tí er hetta málið eitt sindur øðrvísi enn ákæran um at dumpa laks, tí hvat laksi viðvíkur, er ES høvuðsmarknaður.
? Tað eru tey bestu sílini, sum verða seld til japan, men tað, sum Japan ikki vil hava, verður selt aðrastaðni og tey ganga sjálvsagt í lægri prísi, tí tey eru ikki líka góð, sum japan-sílini. Øðrvísi heldur Jan Mortensen ikki, at hetta málið er í veruleikanum.
Annars hava tey ikki havt umstøður at kann hesa ákæruna, so hvussu gott hald er í ákærunum, veit hann ikki enn.