Fimm av seks bygdarráðslimum í Leirvík heita við hesum skrivi á tygum um at virða meirilutan í Leirvíkar Bygdarráð, sum ynskir at leggja vegaføringina til Norðoyatunnilin uppi á Brekkum oman fyri bygdina heldur enn niðri í bygdini.
Bygdarráðið boðaði í mars í ár Vinnumálaráðnum frá hesum, men haðani hava vit einki frætt, og samstundis økist trýstið á bygdarráðið, tí Landsverk uttan fyrilit fyri ynskinum hjá kommununi ætlar sær í gongd við vegagerðina niðri í bygdini.
Uppskotið um vegin uppi á Brekkum tekur støði í arbeiðinum við eini nýggjari býarskipan fyri Leirvík, men tað tykist ikki, sum at útinnandi myndugleikarnir virða lokala avgerðarrættin. Vinnumálaráðið hirðir ikki at svara okkum og vil ikki bera okkara ynskir niðan aftur í løgtingið. Tískil kenna vit okkum noydd at venda okkum beinleiðis til einstøku løgtingslimirnar í eini roynd at steðga vegagerðini niðri í bygdini, sum er ein forðing fyri útbyggingum og framburði í Leirvík.
Í roynd og veru ber til at siga, at málið í løtuni liggur í einum tómrúmi ímillum eina løgtingslóg og lokalan avgerðarrætt, sum átti at verið virdur fram um lógina, og sum kann broytast, um tygum sum løgtingslimur taka undir við tí.
Meiri enn eitt ár er liðið, síðani Norðoyatunnilin lat upp fyri almennari ferðslu, og lógin um veg niðri í bygdini varð skundað í gjøgnum í bygdarráðnum og løgtinginum. Leirvíkar Bygdarráð góðtekur framvegis ikki vegaføringina niðri í bygdini, soleiðis sum hon er samtykt. Bygdarráðið metir tað kortini hava alstóran týdning fyri bæði bygdina og tey, sum koyra ígjøgnum Norðoyatunnilin, at fáa gongd á verkætlanina. Men tað eigur at vera ein treyt, at vegaføringin ikki forðar fyri framburði í Leirvík - tað átti at verið sjálvsagt.
Seinasta árið hevur bygdarráðið roynt at komið víðari eftir at hava verið niðurbundið í nógv ár av óvissuni um vegaføringina í Leirvik. Bygdarráðið samtykti tí at fara undir at gera eina nýggja býarskipan beinanvegin, tí verandi býarskipan gekk út í 2006.
Í býarskipanararbeiðinum fingu vit skjótt at vita frá okkara ráðgevarum, at ein vegur niðri í bygdini verður ein forðing fyri komandi útbygging og framburði í bygdini nú og í framtíðini. Eftir at hava umhugsað og viðgjørt málið gjølla, komu ráðgevararnir við einum uppskoti um at flyta vegin úr bygdini og niðan á Brekkur. Við hesi loysnini fáa vit loyst nógvar av trupulleikunum við vegnum ígjøgnum bygdina, umframt at leirvíkingar kunnu fáa gagn av vegnum oman fyri bygdina. Viðmerkjast skal, at nýggja uppskotið er lagt fyri Landsverk, sum í prinsippinum tekur undir við tí, men sum ikki sigur seg kunna gera annað enn at halda seg til løgtingslógina um vegaføringina. Við nýggju loysnini missir bygdin ikki byggilendi eins og við gomlu uppskotunum um veg oman fyri bygdina. Harafturat er hetta ein munandi tryggari loysn.
Í mars í ár samtykti ein meiriluti í bygdarráðnum at heita á myndugleikarnar um at vegurin verður gjørdur uppi á Brekkum og ikki niðri í bygdini. Hetta var fráboðað landsstýrismanninum í Vinnumálum. Hóast hetta ætlar Landsverk - sum nevnt - at fara í gongd við arbeiðið uttan fyrilit fyri Leirvíkar Kommunu.
Leirvíkar Bygdarráð hevur ongantíð góðtikið vegaætlanina niðri í bygdini. Tí samtykti eitt samt bygdarráð í november 2006 at senda kæru til Vinnumálaráðið um projekteraða vegin - men uttan úrslit.
Tað undrar okkum, at útinnandi myndugleikarnir framhaldandi halda fast við avgerðina um at leggja vegin niðri í bygdini, tá ið meirilutin í bygdarráðnum, landsstýrismaðurin, landsverkfrøðingurin og løgtingslimir siga púra greitt, at vegurin niðri í bygdini er tann vánaligasta loysnin. Sostatt átti at bori til at broytt lógina soleiðis, at nýggja uppskotið verður framt sambært ynskjunum hjá Leirvíkar Bygdarráði, og at Landsverk ikki fer í holt við vegaføringina niðri í bygdini.
Enn er eingin vegur í gerð, og skaðin er ikki hendur. Tí fara vit við hesum at heita á tygum sum løgtingslim um at virka fyri, at málið um vegaføringina í Leirvík kemur aftur til viðgerðar í løgtinginum, og at virka fyri, at løgtingið, eins og fyri einum ári síðan, samtykkir at fylgja tilmælinum frá meirilutanum í Leirvíkar Bygdarráði.
Tygum eru vælkomin at fáa málið betur lýst, har vit kunnu sýna fram og greiða frá arbeiðinum, sum higartil er gjørt í sambandi við nýggju býarskipanina, nýggjan bátahyl og uppskotið um at leggja vegin niðan á Brekkur.
Av teimum seks bygdarráðslimunum, sum røkja bygdarráðsarbeiðið í Leirvík í løtuni, heita vit fimm, undirritaðu bygdarráðslimir við hesum staðiliga á tygum um at virða meirilutan í Leirvíkar Bygdarráði og at virka fyri, at myndugleikarnir fylgja tilmælinum frá bygdarráðnum um at flyta vegin úr bygdini og niðan á Brekkur sambært uppskoti frá Sp/f Selmar Nielsen, arkitekti.
Við vón um eina góða loysn á hesum trupla og drúgva máli.
Virðingarmest
Fríðgerð Heinesen, borgarstjóri
Joen Magnus Rasmussen, varaborgarstjóri
Dánjal Andreasen
Ólavur Sjúrðarberg
Allan Norðgerð