Áheitan á Henrik Larsen

Tað eru nú liðin gott og væl fýra ár síðani, at okkara fremsti fótbóltsspælari, Todi Jónsson, seinast var at síggja á fótbóltslandsliðnum. Mong vóru tey, sum ilskaðust um avboð hansara í síni tíð, og tó at grundgevingin fyri hesum var greið, vóru tað ikki øll, sum góðtóku hesa.

Seinasta summar hendi so tað gleðiliga fyri føroyskan fótbólt, at Todi segði seg aftur vera til reiðar at tørna út fyri Føroyar. Hann hevði tá í eina tíð lítið og einki merkt til skaðan, sum so ofta áður hevði argað, og tí helt hann, at beinini - framleiðslutól hansara - nú aftur megnaðu at taka avbjóðingina á seg. Og eingin - eingin - sum sá myndirnar frá tíðindafundinum ta ferðina, mundu ivast í, at Todi var fegin um, at hann nú aftur kundi umboða føðilandið. At síggja til so róligi klaksvíkingurin gav tárunum frítt at fara, tá innilæstu kenslurnar, sum landsliðsavboðið hevði havt við sær, skuldu sleppa út.

At tað so hevur verið lagnunnar speisemi, at skaðar av bæði einum og øðrum slag hava forðað fyri nøkrum landsdystum fyri hansara viðkomandi síðani, er eitt. Annað er, at nú eru hesir skaðar burtur. Okkara fremsti spælari er til reiðar at vera sterkasti trumfur okkara til komandi avbjóðingarnar móti Sveis og Írlandi. Men hann verður ikki úttikin til liðið.

Grundgevingarnar hjá landsliðsvenjaranum í hesum eru, at er ein spælari ikki í nóg góðari dystarvenjing, so kann hann ikki spæla. Sjálvandi kunnu venjararnir hava hesa áskoðan, men fyri tað nýtist ikki øllum at vera samd í hesum.

Partvíst, so hava venjararnir fyrr havt spælarar við, uttan at dystarvenjingin hjá hesum hevur verið nóg góð. Uttan at siga nakað ilt um nakran, so hava verið og eru spælarar á liðnum, sum spæla í næstbestu føroysku deildini. Liðið hevur innihildið spælarar, sum júst eru afturkomnir eftir skaðasteðg, og liðið hevur innihildið spælarar, sum í besta føri hava verið á beinkinum í útlendskum feløgum. Tað hevur Todi eisini verið, men hann venur hvønn dag saman við nøkrum av bestu spælarunum í Danmark, og hann kappast hvønn dag við hesar um pláss á superliguliðnum, sum hevur vunnið danska meistaraheitið tvær.

Men fyrst av øllum, so eiga bæði vit og landsliðsvenjararnir at seta okkum spurningin, um vit hava ráð at vera Toda fyriuttan. Hetta er okkara fremsti fótbóltsspælari, sum í dystunum móti eitt nú Sveis ella Írlandi kann vera júst tann trumfurin, sum vit hava tørv á. Um hann er førur fyri at spæla tvær ferðir 90 minuttir er ikki tað týdnignarmesta í hesum. Er hann bara førur fyri at spæla tvær ferðir 30 minuttir, so er hetta eisini nakað, sum er vert at satsa uppá. Hetta kann vera nóg mikið hjá honum til eitt av ófatuliga skjótu rykkum hansara. Til eina draging, sum - kanska - kann skapa møguleikan fyri hálvu ella heilu sensatiónini. Tí hava vit tørv á Toda. Ikki tí uppgávan hjá landsliðnum verður ógjørlig uttan hann, men tí sannlíkindini fyri at røkja uppgávuna væl eru størri við enn uttan Toda.

Tað er okkara vón, at hetta vantandi úttøkan av Toda er eitt stórt mistak. Mistøk eru menninskanslig, og sjálvandi skulu venjararnir eisinii hava loyvi at gera slík. Men tað er eisini ein menninskjanslig styrki, um tú dugir at síggja egin mistøk og torir at bera í bøtuflaka fyri hesi. Mistakið hesaferð er gjørt í somikið góðari tíð, at enn ber til at rætta tað. Tí skal tað vera okkara vón, at Henrik Larsen kemur til niðurstøðuna, sum er skilabest fyri føroyska fótbóltslandsliðið. Nevnliga at seta Toda á landsliðið.