Ábøtur átrokandi í samband við ættleiðing

Ættleiðingarfelagið hevur leingi strongt á politiska myndugleikan, at hækka stuðulin til ættleiðing. Fleiri uppskot um hetta mál eru og vera í løtuni viðgjørd á tingi

Kostnaðurin – tá ættleitt verður - er 150.000 kr og í fleiri førum gerst kostnaðurin meir enn 200.000 kr sigur ættleiðingafelagið á frálíku heimasíðu síni. Tá er mist arbeiðsinntøka, vaksinatiónir og so framvegis íroknað. Alsamt fleiri ynskja at ættleiða og bíðitiðin er ofta 4 ár.

Umframt at stuðla teimum familjunum sum ættleiða eru samfelagsligi fyrimunirnir og ágóðin eisini stórur, tá fólk ættleiða.

Samfelagsligi ágóðin

Fólkatalið stendur í stað í Føroyum. Millum annað tí at korini hjá barnafamiljum ikki eru nóg góð. Tað vísti m.a. kjakið í Miðlahúsinum, tá kanningin um útisetar í Danmark hjá norðuratlantsbólkinum herfyri bleiv løgd fram.

At ein familja skal rinda 200.000 kr fyri eitt barn er órímiligt. Hjá teim flestu er neyðugt at spara upp ella taka lán til tess at fáa ráð til at ættleiða eitt barn. Er tað rímiligt,at summi skulu lána hópin av peningi til tess at gerast foreldur og vera við til at hækka fólkatalið í Føroyum? Og skal møguleikin at ættleiða bert vera ein rættur hjá teim vælbjargaðu? Sjálvsagt, má tað ikki vera pengapungurin sum avger um fólk sleppa at ættleiða ella ikki. Pengapungurin avger ikki foreldraevni og foreldraførleikar annars.

Fleiri og fleiri hava alsamt tørv á fertilitetsviðgerð. Samfelagsliga ein góð íløga at játta hesar viðgerðir. Men talan er um eina krevjandi tíð og viðgerð hjá teimum sum skulu ígjøgnum hana. Um vit stuðla ættleiðing í størri mun kann kanska hugsast, at enn fleiri velja ættleiðing heldur fyrr. Spurningurin er eisini, um vit ikki áttu at síðusett fertilitetsviðgerð og ættleiðing á tann hátt, at ættleiðingarforeldur fingu væl størri stuðul.

Herfyri var ein framúr ráðstevna sum MBF skipaði fyri í samband við, at ST sáttmálin um vernd og rættindi teirra brekaðu var settur í gildi. Nógvir áhugaverdir fyrilestrar vóru á degnum. Ein teirra helt Niels Egelund, professari. Hann greiddi frá, hví alsamt fleiri børn við serligum tørvi vóru í skúlunum. Ein orsøk var, at summastaðni vóru hjún so tætt í familju, at øktur vandi var fyri ymsum sjúkum og brekum. Hetta gjørdi seg serliga galdandi í smærri samfeløgum. Vit vita eisini, at so er her í Føroyum. So tað er bara gott, um føroyingar alsamt gerast fleir og koma úr ymsum ættum.

Barsilsskipanin, tá ættleitt verður

Øll fegnast um, um at barsilsskipanin batnaði munandi, meðan Tjóðveldi varaði av vinnumálum. Tíverri vóru fleirtalið av politikarunum enn ikki búnir til at síggja fyrimunirnir í einari pápakvotu, men tað verður vónandi skjótt. Tað er tó at harmast um, at tey sum ættleiða ikki hava fingið heilt somu rættindi sum onnur við broyttu barsilsskipanini. Mismunurin er, at tey, ið eru støk fáa rættindini hjá hinum foreldrinum, og harvið eitt longri farloyvistíðarskeið. Løgtingið valdi tó ikki at lata hesa serskipan fyri støk vera galdandi fyri tey sum ættleiða - hetta hóast støk kunnu ættleiða.

Eisini kunnu foreldur velja, at pápin bert tekur tvær vikur saman við mammuni og mamman fær tvær vikur eyka. Heldur ikki tann broytingin er galdandi fyri tey sum ættleiða.

Herfyri var eg saman við hjúnum sum høvdu ættleitt ein fittan drong. Skilti á teimum, at umráðandi var, at ættleidda barnið bert bleiv hildið og klemmað av mammuni og pápanum og ikki øllum øðrum at byrja við. Hetta, tí at barnið skuldi læra, hvørji mamman og pápin vóru. Fleiri av ættleiddu børnunum hava búð á barnaheimi í mánaðir og ár. Tískil hava tey ikki lært, at mamman og pápin eru primeru umsorgannarpersónarnnir í lívi teirra. Hugsi tí, at vert er at umhugsa at leingja barnsburðarfarloyvið hjá teimum sum ættleiða.

Ærin og lombini

Í Føroyskum politikki er tíverri mangan so, at heldur enn at fremja skilagóðar avgerðir og raðfestingar, er mest umráðandi, at politikarin sjálvur fær æruna av einum uppskoti. Sera harmiligt at so er, tí mangan verða somu uppskot viðgjørd umaftur og umaftur, men verða ikki samtykt fyrr enn talan er um eitt samgonguuppskot.

Søgan í hesum máli er, at Ættleiðingarfelagið strongdi á landsstýrismannin um fáa hækka stuðulin í samband við ættleiðing. Uppskotið bleiv sent til hoyringar og stóð á løglistanum hjá CHE-samgonguni á ólavsøku. Annika Olsen valdi kortini at leggja uppskotið fram í august, men tók tað aftur, tá hon gjørdist landsstýriskvinna. Tjóðveldi og sjálvstýrisflokkurin hildu tá, at eingin orsøk var til at taka eitt skilagott uppskot sum longu var framlagt aftur. Vit vildu tí hava tað framlagt aftur.

Um tað verður hetta uppskotið – sum fólkaflokkurin hevur gjørt - ella eitt komandi uppskot sum verandi samgonga fer at leggja fram, vita vit ikki í skrivandi løtu. Men givið er, at annað uppskotið verður samtykt og tað kunnu øll fegnast um. Í undanfarnu samgongu - CHE samgonguni - vóru vit so mikið at okkum komin, at vit tóku undir við fleiri andstøðuuppskotum, eisini góvu vit andstøðuni møguleika fyri at leggja uppskot fram, eftir lokna freist. Óvanligt og óhoyrt í føroyskum politikki – men eftir okkara tykki ein gongd leið, sum vit vóna kann geva sitandi samgongu íblástur.

Samstarv gongur báðar vegir

Velji at trúgva, at øll 33 á Føroya løgtingi í roynd og veru vilja samstarv og framburð. Men trupult er at skapa eina nýggja arbeiðsmentan. Eingin ivi er um, at vit røkka fleiri málum til frama fyri land og fólk um vit geva hvørjum øðrum rúm og møguleikan fyri at ávirka – tað sama um fólk er í andstøðu ella samgongu. Slíkt arbeiðsumhvørvi og arbeiðsmentan hevði givið enn fleiri skilagóðum føroyingum áhuga fyri politikki sum heild. Ímyndi mær eisini at sjálv mannagongdin frá eitt mál bleiv framlagt til tað bleiv endaliga samtykt ella fall hevði verið nógv meiri kveikjandi og framtakshuga, um øll høvdu møguleika fyri at seta síni fingramerki á ymsu lógaruppskotini. Samgongan ynskir samstarv – tað eri eg „við uppá“..... men samstarv gongur sum kunnugt báðar vegir.