so dánt at halda skipinum lens, og glaðir vóru vit, tá ið vit fingu landkenning. Motorurin varð aftur settur í gongd, og ein sunnumorgun komu vit inn á Havnina. So varð farið inn á Skála, har skipið varð [...] sigur hann við Per og meg: »Eg síggi at bjargingarbáturin er leysur, farið nú og surri hann so væl tit kunnu«. Tá ið tað var gjørt, fór Mortan í stýrhúsið, tí nú var hann skipari. Tá var vindurin minkaður [...] gera alt at menna bygdina, og úrslitið sæst í dag. Ein sera vøkur og nosslig bygd, sum føroyingar kunnu vera erpnir av. Vit stukku inn á gólvið hjá Dáva og bóðu hann siga okkum eitt sindur frá sínum spennandi
dag, har lygnin og tað ónda mugu víkja, tí sannleikin, sum kemur utanífrá, og sum vit fáa gjøgnum Orðið og kirkjunnar tvinni sakramenti – dópin og altargangin – har vit veruliga møta tí, vit kunnu kalla [...] plaga at doypa børn, har tey fáa ta stóru gávu, at vera limað inn í Guðs kirkjulið her á foldum og fáa hendan limaskap sum gávu. Tí inn í Guðs ríki koma vit bara sum lítil børn, har vit við at trúgva s [...] vita, at vit við at biðja Faðir vár geva okkum fult og heilt til, so vit kunnu leggja orðini hjá honum í dagsins teksti í geyma, har hann sigur: Um nakar varðveitir orð mítt, skal hann um aldur og ævir allar
vinfólk og onnur, sum tit eru saman við, á ein jaliga hátt; tit kunnu hjálpa, har tað krevst, tit kunnu vera festlig og skapa lív, og ikki minst so kunnu tit, við bara at vera tit, gera lívið hjá okkum [...] sum tit nú fara at brúka í framtíðni. Hesi amboð kunnu verða við til at hjálpa tykkum enn longur framá í lívinum, men eisini kunnu teir førleikar, tit hava fingið her, verða nakað, sum tit kunnu ávirka [...] ##med3## Tit fáa prógv í hondina í dag, eftir at vera liðug á hesum framúr góða eftirskúla. Prógvið skulu tit vera errin av, men tit skulu vera enn meir errin av bara at vera tey tit eru. Tit mugu lova
Góðu samkomufólk, góðu orðabókarithøvundar! Góðu tit øll, sum eisini hava verið uppi í hesum stóra arbeiði og somuleiðis góðu tit øll, sum í aðrarmátar geva hesi løtu ein serstakan hátíðardám. Føroya [...] eisini at verða ein ómetalig hjálp í tí orðabókaarbeiði, sum framvegis er fyri stavn, og sum má halda fram, til tess vit eisini hava fingið stórar og góðar orðabøkur, sum fevna um tey stóru málini, sum [...] mongum ársum síðan gekk á Føroya Læraraskúla, lósu vit í eini bók, nevnd »Håndbog i dansk litteratur«. Har var prentað grein við tí eyðkenda heitinum »Sprogforædling« eftir heimsgitna danska alisfrøðingin H
linjuna, fer hon veruliga at bjóða av. So koma hesir frísku kallarnir úr Punjab á pallin og tit – tit, sum ikki vóru har, hava mist nakað av tí besta, sum er at finna á føroyska tónleikapallinum í dag! Eg sat [...] framførdan á føroyskum palli, tí hesir kunnu bara levera nakað at tí besta, eg nakrantíð havi hoyrt! Alt “setup´ið” er bara so heilt fantastiskt og hvør einasti av limunum kunnu bara handfara sítt ljóðføri til [...] nakran fram um annan, men eg sat við hesi kensluni, at bara teir ikki gevast av onkrum umstøðum, men halda fram, tí teir hava veruligt potentiali at koma rættiliga langt! Vit fingu møguleikan at ummæla teirra
Prøvið og googlið KILI og tit fáa Kilimanjaro, sum er hægsta fjall í Afrika og ikki ein statur í Suðuramerika, ella tit verða víst til Lords of the Rings(!) Googlið so Kolumbus, og tit fáa eina bussrutu í Rogalandi [...] tign enn onnur og tí skulu stavast við ávísum bókstavum, meðan onnur sernøvn hava minni tign og tí kunnu stavast við øðrum stavum. Av sonnum nýbrot í málfrøðini. Ráðstevna Í august 2011 var ein ráðstevna [...] NÁM, tí almenna bókaforlagnum, dró eitt pappír upp úr lummanum og byrjaði at lesa ein enskan tekst, har hann í hesum akademiska forum niðurgjørdi Rolf Guttesen og hansara fakliga førleika. M.a segði hann
Prøvið og googlið KILI og tit fáa Kilimanjaro, sum er hægsta fjall í Afrika og ikki ein statur í Suðuramerika, ella tit verða víst til Lords of the Rings(!) Googlið so Kolumbus, og tit fáa eina bussrutu í Rogalandi [...] tign enn onnur og tí skulu stavast við ávísum bókstavum, meðan onnur sernøvn hava minni tign og tí kunnu stavast við øðrum stavum. Av sonnum nýbrot í málfrøðini. Ráðstevna. Í august 2011 var ein ráðstevna [...] NÁM, tí almenna bókaforlagnum, dró eitt pappír upp úr lummanum og byrjaði at lesa ein enskan tekst, har hann í hesum akademiska forum niðurgjørdi Rolf Guttesen og hansara fakliga førleika. M.a segði hann
at vit við sálmaskaldinum kunnu siga: Gud gev okkum øllum tað landið at ná, har skyldfólk og vinfólk, vit uppaftur sjá. Tá hirðin sítt fylgi, úr mold og úr bylgju skal savna, har sorgin um ævir er av. Tí [...] Tvøroyri og Bø, har Sunneva nú býr. Tvøroyri var jú ein stórbýur. Her merktist heldur ikki sørt til klassamun, uttan at hetta tó nervaði so nógv. Tá ið Sunneva so var 18 ár, fór hon til Havnar, og har kom hon [...] sum gekk á skiparaskúla. Ein systir hansara Signhild var gift við Holgar Bærentsen, so har plagdu hann at halda til. Tað vardi heldur ikki leingi til tey giftust. Tey fluttu inn til foreldrini hjá honum
frá fullveldinum nú enn tá tit fóru í samgongu í 1998. ?Tit hava prógva, at tit slettis ikki eru kompetent til at leiða eina tjóð, men livað í eini fantasiheimið, har tit halda at alt kemur av sær sjálvum [...] hvussu loysingarflokkarnir best kunnu lirkað seg framm til fullveldið. ?Tit hava havt allar møguleikar at yvirtakað hesi seinastu 5 gullárini - hví hava tit ikki yvirtikið?? ?Tit hava havt møguleika at latað [...] loysnir - hvar er hann? Síðani tit komu framat í 1998 hava tit verði á kollisiónskursi við danir og hava dyrka ósemjur, og tá tær so hava verið loystar , ja so skapað tit nýggjar, bæði innanlands og uttanlands
skilið heldur ikki gott. Í teimum stóru londunum er ólíka lættari at halda skil á, tí har eru fleiri verulig Universitet, sum kunnu halda hvørt annað í skák - annars kemur logikkurin eftir teimum. Fer nakað [...] Inversiónin vísir okkum, at fær hetta ongar fylgjur nú, kunnu skúlalærarar hótta børnini og siga: "Fylgja tit ikki væl við í føroyskum, enda tit sum doktarar í søgu". Gransking sum sosial skipan. Vald [...] teirra skulu lesast í mun til sosiala kontekstin, sum er ein óintelligent valdsskipan, sum bert er har fyri penings skuld. T.e. tey lukrera av almennum pengum og nevna hetta vísindi, ein følsk "etiquette"